Ukraina boðar frá stórum russiskum dronuálopum

Ein persónur er deyður og fleiri særd í vestara parti av Ukraina eftir russisk álop.

Tilbúgvingartænastan í Lviv hevur í dag almannakunngjørt eina mynd av sløkkiliðsfólkum í arbeiði eftir eitt russiskt álop. - Mynd: Neyðhjálpartænastan í Ukraina/Reuters

Tað søgdu ukrainsk embætisfólk í morgun.

Yvir 500 dronur og 40 rakettir eru sendar úr Russlandi móti grannalandinum í nátt, upplýsir Ukraina.

Býurin Lviv, sum liggur umleið 60 kilometrar frá pólska markinum, er millum teir, sum sigast at hava verið raktir av álopum.

– Ein persónur doyði og tveir fingu skaða orsakað av einum dronu- og rakettálopi í Lviv, sigur Maksym Kozytskyj, leiðari fyri hernaðarfyrisitingina í økinum.

Eisini vóru fráboðanir um álop í Mukachevo og Lutsk.

Í náttarálopunum hevur Russland brúkt bæði ballistiskar og hypersoniskar rakettir, skrivar uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andriy Sybiha, á X.

 

Ritzau/AFP

 

Tilbúgvingartænastan í Lviv hevur í dag almannakunngjørt eina mynd av sløkkiliðsfólkum í arbeiði eftir eitt russiskt álop. - Mynd: Neyðhjálpartænastan í Ukraina/Reuters