Løstir - ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið

Løstir - ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið eftir Bárði Persson og Barbaru Hesselager.

 

Hetta eru forteljingar um ikki at passa inn. Um at kenna seg frávaldan í eini skúlaskipan, ið ikki megnar at lofta tær. Um sjúku, sum kemur sníkjandi. Um at missa seg sjálva. Um at liggja krúllaður undir eini dýnu og vera sannførdur um at vera fullkomiliga miseydnaður. Hetta eru forteljingar um at berjast fyri lívinum.  Um at eydnast og aftur at finna ein veg úr myrkrinum.

 

Bárður og Barbara hittust fyrstuferð í 1998, tá tey bæði sluppu inn á statsgóðkenda sjónleikaraskúlan í Aarhus Teater. Tey næstu fýra árini skuldu tey í holt við sína dreymaútbúgving. 20 ár seinni hittast Bárður og Barbara aftur og finna útav, at umframt at hava leiklistina í felag, eru eisini aðrar lívsupplivingar, sum tey bæði hava til felags.

 

Leikurin varð fyrstuferð framførdur í Norðurlandahúsinum í mai 2024 og verður nú enduruppsettur í Løkshøll. Hann er 70 minuttir til longdar.

 

Atgongumerki fáast fyri 240 kr. (+10 kr í avgjaldi)  Lesandi og fyritíðarpensjónistar gjalda 120 kr. (+10 kr í avgjaldi)

 

 

 

Toymi

 

Ria Tórgarð, leikstjórnað og evnað leikin til

 

Bárður Persson, leikrit og leikari

 

Barbara Hesselager, leikrit og leikari

 

Billa Jenný Jónleifsdóttir, pallmynd, búnar og grafikkur

 

Villiam Soo Joensen, ljóssnið

 

Andreas Samuelsen, Bjørg Clementsen, Gunnvá Winther, Monika Hjelm Joensen, Rebekka Rafael: Pallhjálparfólk, næmingar, læknar, sjúklingar, heksir, tannagríslarar, dansarar og trummusláarar

 

Gunnhild Persson, framleiðsla og samskipan

 

 

 

Stuðlað verkætlanini hava

 

Almanna- og mentamálaráðið

 

Sinnisbati

 

Betri Trygging

 

MEGD

 

Fólkini handan verkætlanina vóna, at leikurin kann vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri til at tosa opið um at stríðast sálarliga.