Í kvøld var íslendski stórsteypadysturin í hondbólti hjá monnum leiktur. Á íslendskum verður dysturin nevndur: "Meistari meistaranna".
Stórsteypadysturin í Lambhagahöllinni í Úlfarsárdali var samstundis ein føroyingauppgerð millum liðið hjá Jóhannes Bjørgvin, Stjörnuna og liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, Fram.
Stjarnan gjørdist stórsteypavinnari við teprum 29-28 sigri. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Staðfestast má, at Dánjal fekk eina góða byrjan í sínum fyrsta kappingardysti fyri Fram. Dánjal gjørdist nevnliga toppskjútti hjá Fram við sjey málum.
Jóhannes skoraði tvey mál fyri Stjörnuna, men hann kann nú smílast mest, tí lið hansara vann íslendska stórsteypið.
##med2##