t barn har mange navne”, verður ofta tikið til. Ivaleyst tí, at flest øll hava eina meining um staðarnøvn í tí umhvøri, tey eru partur av. Soleiðis er eisini við m.a. Djúpumýru.
28. apríl í 2022 samtykti Klaksvíkar býráð at broyta tvey staðarnøvn í Klaksvíkar kommunu. Talan var um ”Vøllin við Djúpumýru”, sum varð broytt til Djúpamýra og “Leikvøllurin á Másheyggi”, sum varð broytt til Másheygur.
Hóast hetta hevur verið galdandi í eina tíð, so verða hesi heiti brúkt í ymiskum útgávum. Bæði av miðlum og fólki í síni heild, skrivar klaksvik.fo.
Her eru nøkur dømi um, hvussu Djúpamýra og Másheygur eiga at verða bend:
Djúpamýra
Hetta er Djúpamýra! Leikvøllurin hjá KÍ
Dysturin verður leiktur á Djúpumýru
Kunning um ferðslu í samband við dyst á Djúpumýru
Másheygur
Hetta er Másheygur! Frælsur ítróttur og minni fótbóltskappingar verða leiktar her
Kappingin verður á Másheygi
Vit møtast á Másheygi