Jóannes Bjartalíð fekk lut í stóru uppliviningini, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad spældu fyrra Play Off dystin um rættin at vinna seg í deildarspælið í Conference League.
Talan var um søguligan dyst á Selhurst Park leikvøllinum í London, har Crystal Palace tók ímóti Fredrikstad. Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Crystal Palace í einari evropeiskari kapping fyri felagslið. Jóannes slapp á vøllin í 76. minutti, og við fýra minuttum løgdum aftrat fekk hann 18 minuttir á vøllinum í kvøld. 23.000 áskoðarar vóru til dystin.
Hóast stóra yvirvág, bæði í spæli og í málmøguleikum vann Crystal Palace bert 1-0. Teir raktu træverkið hjá Fredrikstad nakrar ferðir, og vóru eisini nær við í øðrum støðum.
Seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, tá Jean-Philippe Mateta skoraði søguliga málið fyri Crystal Palace.
Komandi hósdag klokkan 17 - klokkan 18 norska tíð - verður returdysturin leiktur á leikvøllinum í Fredrikstad. Crystal Palace er framvegis favorittur til at vinna ein samlaðan sigur, men Fredrikstad hevur við tepra ósigrinum á Selhurst Park givið sær sjálvum ein møguleika.
HER ber til frá Channel 5 at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Crystal Palace og Fredrikstad:
##med2##