Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum

Leygardagin verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra í Klaksvík.

Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík.

 

Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00.

 

Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum t.d. á troldekkinum, kanningarstøðunum, har umhvørvi og fiskur verða kannað, og upp á brúnna. Á fabrikkini verður víst, hvussu fiskamátiskipanin umborð virkar.

 

Full skrá fyri Føroya Sjómannadag er at finna her.