ES og USA eru samd um 15 prosent av tolli á bilum og heilivági

Evropeiska framleiðslan av bilum, heilivági og timbri fær ágóðan av handilsavtaluni, sigur ES-kommissarin.

Bilar og heilivág úr ES verða áløgd 15 prosent av tolli í USA.

Hetta stendur í felags yvirlýsing frá ES og USA, har nærri greitt verður frá um handilsavtaluna, sum tey samdust um í juli.

Tá varð sagt, at sum regla skuldi 15 prosent tollur rindast í USA á evropeiskum vørum.

Síðani hava partarnir samráðst um, hvussu handilssáttmálin skal síggja út, og hetta hevur nú givið eina 3,5 síður langa felagsyvirlýsing.

Handilskommiserurin í ES, Maros Sefcovic, varpar millum annað ljós á, at bil- og heilivágsvinnan fáa ágóðan av handilsavtaluni.

- Talan er um eina seriøsa, strategiska avtalu, og vit taka fult undir við henni. Eitt breitt úrval av vinnugreinum, eitt nú strategiskar vinnugreinar sum bilar, heilivág, hálvleiðarar og timbur, fáa gagn av tí, sigur hann.

Umvent hevur tað ikki eydnast at fáa eina semju um, at vín, sum er framleitt í ES, kundi sleppa undan tolli, sigur Sefcovic.

Men avtala um vín og brennivín kann koma seinni, sigur hann.

- Tað eydnaðist okkum tíverri ikki á hesum punkti. Men dyrnar eru ikki stongdar í allar ævir, sigur handilskommisserurin.

- Eg kann siga tykkum, at tað er ein greið ambitión í ES-nevndini at fáa tað á samráðingarborðið, sigur hann eisini sambært Reuters.

Talgildi geirin er heldur ikki partur av avtaluni, sum er lýst í felagsyvirlýsingini, leggur Maros Sefcovic afturat.

Í fráboðanini stendur eisini, at ES hevur bundið seg til at taka allan toll á amerikanskar ídnaðarvørur av.

Samstundis skal eitt stórt tal av matvørum, sum verða framleiddar í USA, hava betri atgongd til at verða seldar í ES, stendur í fráboðanini.

Í dag eru evropeiskir bilar undir tolli uppá 27,5 prosent í USA. Lægri tollurin á 15 prosent kemur ikki í gildi, fyrr enn ES kemur við ítøkiligari lóggávu, sum skal taka tollin av amerikanskum vørum, skrivar Reuters.

15 prosent tollurin á heilivági og hálvleiðarum kemur heldur ikki í gildi beinanvegin.

USA kannar í løtuni, hvørja ávirkan innflutningurin av heilivági og hálvleiðarum - sum verða nýttir í elektronikki - hevur á tjóðartrygdina í landinum.

Ikki fyrr enn hesar kanningar eru lidnar, fer USA at leggja toll á hesar vørur.

Verða tær framleiddar í ES, verður í mesta lagi ein tollur á 15 prosent. Í dag eru eingin ella bert avmarkaður tollur á heilivági og hálvleiðarum.

Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir hótt við at seta høgan toll á heilivág fyri at fáa fyritøkur at flyta sína framleiðslu til USA.

 

/Ritzau/AFP