Sosiala deildin í kommununi helt hugskotið vera gott, og kom tí við í ætlanina. Haraftrat vóru pedagogar og foreldur við í arbeiðinum. Skipað varð fyri bussferðum til dansistaðið. Børnini vóru í fínasta pussi [...] læra at vera saman í størri felagsskapum, har harðskapur og rúsevni eru bannað. Tað sigur Súsanna Martinsdóttir, frítíðarpedagogur, í sambandi við harðskapin og rúsevnismisnýtsluna í Føroyum. Hon vísir [...] drekka, tá tey koma í tann aldurin, at áhugin fyri dansi vaknar. Tá eru tey mong, ið ikki tora upp á gólv. Og tá kann fyrsti rúsurin vera kærkomin, sigur hon. Tá hon starvaðist í Leksand í Svøríki (býur á
kaffisøla í skótahúsinum. Í skúlanum verða ymsar framsýningar, ið Fornminnisfelagið og Bygdarsavnið í Kollafirði skipa fyri. Hesar framsýningar umfata fotomyndir av gomlum kollfirðingum, staðarnøvnum í Kollafirði [...] stevnubingo verður í bygdarhúsinum. Fríggjakvøldið klokkan 18.00 fer stevnuteitið av bakkastokki. Stevnuteitið verður ført fram í bygdarhúsinum. Seinni um kvøldið verður so dansur í bygdarhúsinum, har [...] Tinggarðinum. Í hesum sambandi hevur Fornminnisfelagið mat- og køkutombola í skúlanum. Umframt hesar framsýningarnar verða húsini hjá Peri opin, har fólk fara at tøta. Eisini verður ein listaframsýning í skúlanum
Týsklandi, 13% í Belgiu og Hollandi, 14% í Fraklandi, 20% í Italiu og Spaniu, 22% í Grikkalandi og Bretlandi go 26% í Portugal. Danmark skarar framum við einans 6%. AV EU børnum 16 ár og undir vóru 20% í fátækum [...] hvørjum 6 húsarhaldum er í fátækradømi. 17% av øllum í EU ella 57 milliónir livdu í fátækt í 1993. Tey best støddu 20% høvdu 7 ferðir størri inntøku enn tey 20% verst støddu. Í USA hava tey 20% best støddu [...] einstaklings meðalársinntøku í einstaka limalandinum. Hetta inntøkumark rakk frá 14.976 mark í Týsklandi til 510.960 escudos (um 18000 kr.) í Portugal árliga. USA ásetti í 1995 fátækramarkið til 7.763
Í gjár kom í gildi nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins. Av Strandferðsluni verður sagt, at talan er um smávegis broytingar samanborið við ta gomlu ferðaætlanina frá 26. juni 1996 - broytingar [...] hesar broytingar: Í samband við at flogleiðin hjá Mærsk flogfarinum, sum kemur úr Keypmannahavn, hevur broytt komutíðina og fráferðina ein tíma, eru leiðirnar 100 (Tórshavn-Vestmanna) og 300 (Oyrargjógv-Bøur) [...] aðalmálsetningur í samband við ferðaætlanina 1997/1998 verður at gera minst møgulig frávik - burtursæð frá, tá m. a. veðrið og teknisk brek forða fyri tí. Annars upplýsir Strandferðslan, at tey í løtuni arbeiða
spurningurin, um tey pedofilu, ið hevur fingið ilt í Hera Eysturlíð. Í einum lesarabrævi í Sosialinum og Dimmalætting spyr Heri Eysturlíð, um Uni Næs er í ørviti. ?Góði Uni! Sum prestur ert tú almennur persónur [...] gifta samkynd³. Tað er heitið á grein í Føringinum herfyri. Í greinini tosar Dánjal Højgaard við fleiri føroyskar prestar um evnið at gifta samkynd. Niðurstøðan í greinini er, at stórur meiriluti av føroysku [...] kortanei at gifta samkynd pør. Ein teirra, ið úttalar seg til Føringin, er Uni Næs, sóknarprestur í Vestmanna. Hann vísir á, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Kirkjan stendur á einum álvarsomum
VÍF fer í ár at luttaka í Europa-Cup hondbólti, eftir at føroysk feløg í fleiri ár hava latið hesa avbjóðing fara aftur við borðinum. VÍF var í serklassa í hondbóltskappingini í fjør, og tað er skiljandi [...] til dans í ítróttarhøllini í Vestmanna. Tað er alneyðugt fyri felagið at hava pengar tøkar, tá teir skulu út at ferðast, tí í mun til fótbóltsfeløgini, fær VÍF ongar pengar fyri at luttaka í Europa-Cup [...] við í summarkappingini í hondbólti, og har vunnu teir allar dystirnar, sum teir spældu. Hini liðini í kappingini vóru Neistin og Kyndil. Og fyrireikingin til Europa-Cup dystirnar, sum vera seint í summar
12. mann?, sum tað verður sagt í tíðindaskrivi. Og tað má so fara at hava við sær, at limirnir í felagnum fara at verða meiri sjónskir. Felagið heldur, at tað hevur gingið í so striltið at fáa fólk at melda [...] Sørvági, Vestmanna og úr Havnini. Tað ber til at tekna seg til ferðirnar á kunningarstovunum kring landið. Tær eru í Klaksvík, Havnini, Fuglafirði og á Tvøroyri. Tey ætla at koma á Svangaskarð í góðari tíð [...] sjónligari á Svangaskarði, enn tað var, tá Malta vitjaði. Felagið skipar fyri bussferðum á Svangaskarð, og í bussunum verður møguleiki at keypa atgongumerki til landsdystin fyri hundrað krónur. Harafturat verður
Tað fer helst at tátta í eini 80 til 100 fólk úr Føroyum, sum vera hjástødd, tá altjóða oljuframsýningin Offshore Europe 97 verður í Aberdeen sett týsdagin. Tað verður sostatt størsta føroyska luttøkan [...] eini slíkari framsýning. Vit vóru fyrstu ferð á oljuráðstevnu í 1995. Nøkur ár frammanundan var ein stór føroysk sendinevnd á oljumessuni í Aberdeen fyri at vita, hvat henda fyri føroyingar nýggja vinn-an [...] kunnu koma eitt týðandi stig víðari í royndunum at fyrireika seg til eina komandi føroyska frálandavinnu. Hann vísir á, at longu á seinastu messuni vóru tað virki, sum komu í samband við útlendskar fyritøkur
vit at síggja, hvussu langt vit røkka í teimum dystunum, sigur Ingi Olsen. Forsølan av atgongumerkjum til Europa-Cup dystirnar er byrjað í Shell-støðini í Vestmanna. [...] Um vikuskiftið var 1. manslið hjá VÍF á ferð í Danmark, har teir spældu tríggjar venjingardystir. Hetta var liður í fyrireikingini til Europa-Cup dystirnar móti Dynamo Bukarest, sum vera komandi vikuskiftið [...] liðið hjá felagnum, so komu til dystin, bar ikki til at fara skeivur í hvat teir hildu um føroysku mótstøðuna. Men teir fingu vátan vøtt í andlitið, tí VÍF spældi avbera væl, og løgdu seg beinanvegin langt
Dagurin nærkast, tá VÍF skal spæla Europa-Cup hondbólt, og í Vestmanna er spenningurin við at koma í hæddina nú. Nógv verður prátað um dystirnar, sum verða leygardagin og sunnudagin, og væntast kannat [...] ikki so nógv av í venjingini hesa vikuna. Teir hava vant í langa tíð, og eru væl fyri. Hesa vikuna hevur løtt og taktisk venjing verið á skránni, og seinasta venjingin undan dystunum verður í kvøld. Tá dystirnir [...] aftur. VÍF hevur fingið fleiri fyrispurningar um at spæla annan dystin í Havn, men teir hava tikið avgerð um at spæla í Vestmanna bæði leygardagin og sunnudagi, og tann avgerðin stendur við. Báðir dystirnir