VÍF fer í ár at luttaka í Europa-Cup hondbólti, eftir at føroysk feløg í fleiri ár hava latið hesa avbjóðing fara aftur við borðinum.
VÍF var í serklassa í hondbóltskappingini í fjør, og tað er skiljandi, at teir nú meta seg vera til reiðar til eina slíka risauppgávu, sum Europa-Cup er.
VÍF fer at luttaka í kappingini fyri meistara, og har er lutakastið frítt. Tað vil siga, at VÍF kann koma at møta hvørjum liði tað skal vera. Lutakastið er ikki býtt upp í øki, soleiðis at norðanlond eru fyri seg, og tí kann VÍF fáa mótstøðulið langt suðuri í Europa.
Av tí sama kann ferðin til útidystin gerast sera kostnaðarmikil, og vestmenningar ætla sær at savna pengar, so teir ikki standa á berum, tá teir seinni í ár skulu út at ferðast.
Leygardagin verður tí skipað fyri jóansøkubáli á sandinum í Vestmanna frá kl. 17.00. Kl. 18.00 fer Maria Hansen at halda røðu, og bálið verður tendrað kl. 18.30. Undir tiltakinum á Sandinum verður felagssangur og spælt verður undir. Pylsur verða grillaðar og okkurt leskandi verður eisini at fáa.
Seinni um kvøldið fer bólkurin Moonshot at spæla til dans í ítróttarhøllini í Vestmanna.
Tað er alneyðugt fyri felagið at hava pengar tøkar, tá teir skulu út at ferðast, tí í mun til fótbóltsfeløgini, fær VÍF ongar pengar fyri at luttaka í Europa-Cup.
So seint sum gjørligt
VÍF hevur verið við í summarkappingini í hondbólti, og har vunnu teir allar dystirnar, sum teir spældu. Hini liðini í kappingini vóru Neistin og Kyndil.
Og fyrireikingin til Europa-Cup dystirnar, sum vera seint í summar ella í heyst heldur fram.
Lutakastið verður 15. juli, og tað stendur feløgunum, sum hittast frítt at leggja dystirnar. Teir skulu bara spælast áðrenn 14. september.
Vit fara sjálvandi at royna at fáa dystirnar spældar so seint sum gjørligt, so vit hava góða tíð at fyrireika okkum ítróttarliga, sigur Ingi Olsen. Saman við Kára Durhuus tekur hann sær av venjingini hjá VÍF.
Tað er sera strævið at fara undir slíkt tiltak, tí umframt tað ítróttarliga, skulu vit eisini savna pengar og annars fáa alt við ferðing og annað í rættlag.
Leygardagin sleppa Ingi og hansara spælarar bókstaviliga talt í eldin, tá teir fara at skipa fyri jóansøkubáli.