móti StÍF. Seinastu vikurnar hevur pílurin hjá verjandi meistarunum nevnliga peiggjað beint uppeftir, meðan tær av álvara hava funnið meistaraspælið fram, og hinvegin hevur tað gingið beint øvugt hjá StÍF [...] at flyta bóltin skjótt sínamillum komu fleiri óneyðug bólttap, og móti VÍF er hetta ikki nakað, sum mann ger órevsaður. Við nøkrum málum á rað kom mest sum alt fyri eitt munur ímillum liðini, og so skuldi [...] stórvegis í oddinum á stigatalvuni. VÍF er nú í kraft av betri málmuni frammanfyri VB á talvuni, tó at VB hevur ein dyst tilgóðar. Tað er tó einki at ivast í, at sum støðan er í løtuni, so skal VÍF vinna dystirnar
skránni. Hjá Kyndli man lagið hinvegin vera gott, nú liðið loksins tykist gerast partur av hondbóltsoddinum aftur. Enn er ikki rættiligt samband upp til VB og VÍF, men sum kappingin hevur verið í ár, er tað [...] Ileana Manolescu 3, Heidi Maria Akselsen 3, Ann Mari Wang 2, Jensia Petersen 2 StÍF: Asta Petrauskeine 10(2), Anna B. Danielsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 3, Alina Olaru [...] nógvar mátar gjørdist munandi torførari, enn hon nýttist at vera. Ikki minst tí StÍF í nógvar mátar hevur eitt nógv betri kollektiv enn Kyndil. Eitt kollektiv, sum tó fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin
køkuni stendur: Hevur svomið í 25 ár. Hon er sera vøkur at líta á. Maria sigur, at hon hevur givið køku tvær ferðir um árið hvørt ár, síðani hon byrjaði at svimja. Tann dagin hon hevur føðingardag og so [...] Brekku. Svimur tá tað er opið ? Eg svimji hvønn dag, tá høllin er opin, greiðir Maria frá. Hon hevur eitt brek, sum hevur havt fleiri skurðviðgerðir við sær, og hon heldur sjálv, at tað er gott fyri seg [...] øðrum, sigur Maria, sum annars má styðja seg til onnur, tí hon megnar ikki at ganga sjálv. Mamma Mariu, Fanny Olsen, hevur verið trúføst við henni í svimjihøllini øll árini. Síðani Maria flutti inn í nýggja
Vollanum. - Hann hevur langt brúnt hár, sigur Adina Martinsdóttir Dam. - Nei, hann hevur langt hvítt hár, og hárið hjá honum er ikki cool, sigur Brynhild Maria Haraldsen. - Jesus hevur hálvlangt hár, sigur [...] Oddvør. - Jesus hevur ikki ordilig klæðir. Hann hevur eitt lak, sigur Steffan á Smið. - Ongin í verðini hevur so langt hár sum Jesus. Jú ein postmaður sum gongur her Inni á Gøtu. Hann hevur langt og krúllut [...] Man fær ræðuliga ilt, tá man blívur smíðaður á krossin og man doyr nakrar dagar av tí, sigur seks ára gamli Bogi av Vollanum úr Kalbak. Hann fer í skúla eftir summarfríðtíðina og nú gongur hann í skúlabólki
ikki sagt, at hann ikki hevur havt góðan hug og hevur góðan hug til sjógvin. Neyvan nakar man hava flotið so nógv á og út frá Borðoyarvík sum Otto umborð á Kallanesi. Hann hevur verið óførur at skjóta fugl [...] síggjast ofta ganga túrar. Heimið hevur verið eyðkent av gestablídni og gudsótta, og tey eru mong, sum dagliga detta inn á gólvið, og njóta ein góðan drekkamunn frá Elini. Otto hevur altíð verið íðin í urtagarðinum [...] fugl og nísur, hann hevur verið íðin grindamaður, og hann kennir hvønn blink og hvørt mið. Í nógvum av fiskikappingunum, sum hava verið fyriskipaðar í Klaksvík, hevur Otto verið fiskikongur. Seinast í
Petur, Jóhann, Eyðun og lítli Heini. Petur var fyri tí stóra missi at konan, Maria, doyði fyri fýra árum síðan. Petur hevur verið sera trúfastur móti familjuni, foreldrunum og okkum systkjunum. Stór er [...] Í 1969 fór Petur við familju niður til Keypmannahavnar, har hann tók maskinmeistaraprógv. Tá mátti man til Danmarkar at taka ta endaliga maskinmeistaraprógvið. Familjan flutti heim aftur til Føroya og keyptu [...] sum maskinstjóri. Hann sigldi har í nøkur ár, til hann legðist upp á land fyri 24 árum síðan. Hann hevur verið lærari við Tekniska Skúlan í Havn. Um summari hjálpir hann til á summarlegunum á Zarepta á
at senda drunn í Føroyum er í dag er helst horvið. Hvør skal bjóðast? Gamalt var at man ikki fór við einum skipi, um man ikki var boðin. Somuleiðis var tað eisini fyrr við brúðleypinum. Í dag bjóða mong [...] Fram kom spurningur um hvør hevur goldið brúðleyp í Føroyum? Jóan Pauli helt fyri, at føroyingar vildi ikki tosa um tað. Onkur annar helt, at vanligt var, at verfaðuri hevur goldið. Men helt Jóan-Pauli [...] ikki so nógv um. Nær helt man brúðleyp, spurdi onkur? Allar dagar uttan fríggjadag. Nú er tað altíð leygardag, var svarið. Ein spurningur var um gávur? Har vóru fleiri siðir. Man kom ikki við gávuni fyrr
har plagi eg at fiska í fiskibrunninum. Rutsjibanin er stuttligast. Man fer bara niðan ígjøgnum trappurnar, gongur yvir, og so rutsjar man niður, sigur seks ára gamli Símun, sum er ein av teimum, sum gongur [...] sæst á gólvinum, at í dag hava tey klipt og límað í langar banar. Maria er sjey ár. ? Eg veit ikki, hvat eg plagi at gera, sigur Maria, men tá vit spyrja eitt sindur, kemur meira burturúr henni. ? Fiska [...] sindur illfýsið í dag. Nógv regn, og tey hava verið úti allan fyrrapartin, so meginparturin av teimum hevur fingið karm, so nú er tað ordiliga deiligt, at sita inni og hvíla seg eina løtu. ? Eg havi ongantíð
hareftir, men í vertskapi líktist A. C. Evensen heilt ørðrum ungdómi, skrivar Maria Mikkelsen í Skúlablaðnum. Víðari sigur Maria Mikkelsen um hann, at hann var eitt sindur stirvin í medferð og stygdi hann [...] doyði 27. juli í 1904. Formaður Føringafelagsins Uppvaksin lutvíst á Viðareiði, í Hvalba og á Nesi, hevur ungi Andreas Christian Evensen gingið í skúla í áttatiárunum ? um sama mundið, sum tjóðskaparrørslan [...] tvørturímóti, at »Móðurmálið gjørdist tænari kirkjunnar«. Á flatlondum var A. C. Evensen sum vera mann íðin limur í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, har hann eisini var formaður. Hóast nógv varð kjakast
venja og venja og aftur venja til tess at koma eitt stig víðari. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? - Hann hevur havt og hevur ómetaliga nógv at siga. Fyri alla kreativa hugsan. Fyri hugsanarliga menning [...] fløgur heima. Hvør er tín yndisfløga? - Nei, tað hevur skift og tær eru so nógvar. Einaferð var tað Jesus Christ Superstar og Gasolin 3. Síðstu árini hevur tað mest verið føroyskur tónleikur. Og har er so [...] Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? - Ja, tað kann mann kanska siga. Tá eg var tólv ára gamal, arvaðu foreldrini eitt flygel frá langommu míni, sum var pianistur. Pápi mín spældi klaver sum yngri, men