Radnički 1923 úr Serbia vann KÍ seg í triðja umfar í Europa Conference Leauge. Í triðja umfari er tað bara Tórsvøllur, sum lýkur treytirnar fyri at vera heimavøllur, og tí fer KÍ í næstu viku at spæla á Tórsvølli [...] at heimadysturin hjá KÍ ímóti Neman Grodno úr Hvítarusslandi verður á Tórsvølli longu týskvøldið klokkan 19.45. Tað ber aftur við sær, at landskappingardysturin millum EB/Streym og KÍ, sum í skránni er ásettur [...] heimadystir í heimlandinum. Tí fara Neman Grodno og KÍ í aðru viku at spæla í Ungarn. Tann dysturin verður hósdagin í aðru viku. Sambært skránni fer KÍ undan fráferðini til Ungarn at spæla landskappingardyst
Dystarskráin hjá KÍ og NSÍ næstu 13 dagarnar Týsdagin 20. apríl KÍ – NSÍ Sunnudagin 25. apríl ÍF – KÍ B68 – NSÍ Mikudagin 28. apríl NSÍ – Víkingur KÍ – HB Sunnudagin 2. mai NSÍ – TB 07 Vestur – KÍ [...] krevjandi næstu vikurnar, og hjá KÍ og NSÍ ber útsetti dysturin við sær, at tað er uppaftur størri trýst á hesum feløgunum. Í morgin er 20. apríl, og fram til sunnudagin 2. mai skulu KÍ og NSÍ í 13 dagar fýra ferðir [...] Í gjárkvøldið avgjørdi FSF, at steypadysturin millum KÍ og NSÍ verður spældur týskvøldið. Talan er um dystin, sum var ásettur at vera í gjár, men sum dómarin avlýsti, tí vestara málið á vøllinum í Klaksvík
at KÍ sjáldan hevur eydnuna við sær, tá festligir karmar annars eru um ein dyst. Hesa ferð Summarfestivalurin, ið saman við bæði Norðoyastevnu og Sjómannadegi hevur roynst norðoyingum væl, men KÍ illa [...] frísparki til KÍ. Síðani hælaði Hanus bóltin í málið – og sá kanska bilsnari út enn nakar annar, tá hetta var viðurkent sum mál! Tóku ikki av Munurin, sum annars var á liðunum, var ikki stórur, men KÍ gjørdi [...] stigatalvan sigur… MYNDATEKSTUR: Hans á Lag gekk undan fyri HB í dystinum ímóti KÍ í gjárkvøldið, har Páll Klettskarð og hinir á KÍ-liðnum ofraðu seg – men til fánýtis Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
fagnaður í heimaleguni í Klaksvík. Í góða heystarveðrinum og fínu karmunum eydnaðist tað KÍ at vinna 3-1 ímóti B36. KÍ restar tríggjar dystir, men í kvøld er tað greitt, at klaksvíkingar hava vunnið FM í 2021 [...] bóltin inn ímóti nærra stólpa. KÍ spælið var hesa løtuna ikki so sannførandi, sum tað so mangan higartil í ár hevur verið, men so fór tað smátt um smátt at vísa seg, hví KÍ er so suverent topplið. Mikkjal [...] annar í bláu KÍ troyggjuni. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, varð Páll klappaður av vøllinum og avloystur av Dávid Langgaard. Tað var so sjálvsagt, at Páll var klappaður av vøllinum. Tá ið KÍ í 2019 vann
millum KÍ og GÍ í gjárkvøldið bendi einki á, at KÍ skuldi fara at tapa – og so als ikki við fleiri málum. Heimaliðið hevði munin fyrsta partin av dystinum, men GÍ hótti við onkrum mótálopum. Tá ið KÍ ikki [...] løtuni munin við 44 stigum. KÍ hevur 42 og GÍ 41. Tað, sum KÍ og GÍ helst leggja líka nógv í, er, at tað fremra liðið av teimum sleppur við í europeiskan fótbólt næsta kappingarár. KÍ spælir seinasta dystin [...] GÍ upp í 2-0. Hesaferð hevði KÍ-málmaðurin sín lut í málinum. Hann misti bóltin, og so endaði støðan við, at Sverri Jacobsen sendi flatt í málið til 2-0. GÍ avgjørdi dystin KÍ royndi at venda gongdini í
bólkinum. Tað plássið eigur KÍ, hóast teir taptu tveir teir síðstu dystirnar í bólkaspælinum. VB kom á odda í fyrra hálvleiki, tá Milan Kuljic fekk fatur á einum bólti stutt uttanfyri KÍ-brotsteigin. Hann gjørdi [...] smekkaði til. KÍ-málverjin hevði ringt útsýnið, og áðrenn nakar visti av, hevði bólturin smoygt sær í málið. Bæði liðini vóru annars nær við at skora fleiri mál í fyrra hálvleiki. Ungi KÍ-miðvallarin, Símun [...] Miðframherjin hjá KÍ, Ovi Nysted, javnaði, tá eitt korter var eftir at spæla. Arnold legði inn fyri úr høgru, og so var Ovi fyrstur á bóltinum og stútaði hann í málið til 2-2. Eftir hetta trýsti KÍ fyri at vinna
stútara KÍ á odda 1-0. Odmar Færø, sum var eyðsýndur bæði í miðverjuni, og tá ið hann bjóðaði seg fram í álopsspælinum, átti fínu framleggingina úr høgru. Frá fyrsta bríksli og í ein tíma var KÍ greitt [...] Næstu løtuna vóru teir leikliga omaná, og tað vóru spentar støður í og kring KÍ brotsteigin, men tað var ongantíð soleiðis, at KÍ málverjin noyddist at vísa, hvussu stinnur hann er. -Vit áttu at havt vunnið [...] spell, at vit ikki øktu um leiðsluna, sigur ein av heilt stinnu KÍ spælarunum, Odmar Færø, í samrøðu við Kringvarpið. Og Magne Hoseth, KÍ venjarin, var nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. -Hetta var enn
Vestur hevði vitjan av KÍ, og har vindurin darvaði. KÍ hevði vindin undan í 1. hálvleiki, sum klaksvíkingar vunnu 2-1, og heimaliðið vann 2-1, tá ið 07 Vestur hevði vindin undan. KÍ legði bragdliga fyri [...] uppflytingina, at 07 Vestur vann stig, og hetta var fyrsta ferðin síðani uppflytingina, at KÍ misti stig. 07 Vestur-KÍ 3-3 (1-2) Dómari: Petur Reinert 1-0: Henning S. Joensen 24. 1-1: Nenad Stankovic 29. 1-2: [...] steðginum legði høgri vongverji hjá KÍ Rudolf Eliasen framum, eftir at hann var spældur innanfyri vinstra vongverjan hjá heimaliðnum. Tað er kalt, og lotið er frískt. KÍ hevur havt lotið undan. Tað eru nógvir
KÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1) KÍ var á odda stutt fyri leiklok og hevði í seinna hálvleiki fleiri møguleikar at økja leiðsluna, men fimm minuttir fyri leiklok javnaði EB/Streymur til 2-2, sum var úrslitið av [...] vandi stóðst av hesum. Einu ferðina kom Halldórur Joensen leysur inn í brotsteigin, men KÍ-málverjin vardi fyri KÍ hevði onkur nask álop, men tað nærmasta teir komu at skora, var tá Eyðun Klakstein stútaði [...] brotsspark, eftir at linjuverjin helt, at ein KÍ-verjuspælari hevði brúkt hondina. Knút Vesturtún skjeyt brotssparkið trygt í málið til 1-0 til EB/Streym. KÍ vendi dystinum Í seinna hálvleiki var tað heimaliðið
KÍ-NSÍ Tá ið KÍ og NSÍ fara á vøllin í Klaksvík í dag, kenna báðir partar seg hava nógv at spæla fyri. NSÍ hevur framvegis møguleika at røkka bronsukrónunum, men so skal tað ganga framúr væl. - Vit hava [...] týdningarmiklan til. Oddbjørn Joensen fer fyri seinastu ferð at hava ábyrgdina av KÍ liðnum. Ábyrgdina fekk hann, eftir at KÍ móti NSÍ í Klaksvík 1. mai hevði verið á odda 2-0 og kortini tapti 3-2. Tað var [...] Oddbjørn Joensen ikki skal venja KÍ næsta ár. Kennir tú ikki tað sum misálitisváttan? - Eg havi valt at fokusera upp á uppgávuna, sum eg fekk. Hon var at hava ábyrgdina av KÍ í ár. Liðið var illa fyri, tá