skrivaði Javnaðarflokkurin. Men tað sum ikki samsvarar við henda pástandin er, at flestu uppskotini sum samgonguflokkarnir hava lagt fyri løgtingið, eru uppskot sum undanfarna landsstýri hevði fyrireikað [...] kallast “ein nýggj politisk kós”. Víðari skrivar Javnaðarflokkurin, at løgtingið júst hevur samtykt eina fíggjarlóg “við skili í”. Hetta sigur flokkurin, hóast talan í stóran mun er um sama uppskot, sum undanfarna [...] eingin politikkur í. Størstu broytingarnar sum eru gjørdar síðani í heyst eru á inntøkusíðuni. Millum annað hevur Bank Nordik gjørt av at býta út eitt vinningsbýti, sum gevur landskassanum 52,5 mió. krónur meira
pið Jákup B, sum nú hevur keypt Særif SH úr Íslandi. Reiðarin, Óli M. Lassen, sigur, at teir eru glaðir fyri keypið av bátinum, sum kemur í flotan fyri gamla eikbygda Líðhamar, sum er ein nógv størri bátur [...] ferð liggur um 10 sjómíl. Reiðarin sigur, at báturin er sera væl útgjørdur - eisini við nautiskari og aðrari útgerð, eins og hann hevur vælvirkandi stabiliseringstangar. Petur Joleif Svøðstein, sum hevur [...] hevur ført útróðrarbátin Líðhamar í fleiri ár, verður eisini maðurin, sum kemur at føra nýggja bátin. Óli M. Lassen væntar, at manningin verður fýra, og hann sigur, at nýggi báturin fer at gera styttri línutúrar
ð. Tí gerst tað upp aftur meiri hugvekjandi, um nøkur fáa eina tænastu, sum onnur, sum ynskja sær hana, ikki fáa. Her eigur ein fastur leistur at liggja til grund fyri, hvussu arbeitt verður við málmenning [...] eitt samskiftismál, sum ger tey før fyri at samskifta við onnur. Her verður eisini munur gjørdur á. Tann góða tilgongdin er ikki lóg Í Degi og viku 21. mars segði ein mamma, at tey sum foreldur eru heldig [...] øðrum orðum heitið autisma, sum gevur honum atgongd til ta góðu tilgondina. Tann góða tilgongdin er ikki lóg, men ein avtalaður samstarvsleistur millum viðkomandi partar, sum hevur til endamáls at samskipa
stuttu samanumtøka av eini ráðstevnu, sum vardi ein heilan dag, var loyalur í síni endurgeving av tí, ið var ført fram. Johnny gjørdi ein samandrátt av sjónarmiðum, sum blivu førd fram á ráðstevnuni, ikki [...] “fíggindamyndirnar, sum so javnan verða málaðar, eru skeivar og hava einki gott við sær.” Undirritaði veit ikki, um tað er samveran við teimum nærmastu hetta kvøldið, ella tað vóru orð Aksels, sum nomu við hj [...] løgtingsumboð úr øllum flokkum. Tað er at fegnast um. Loyvi mær at kom við hesi hugleiðing um tað, sum ein løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin hevur skrivað í tveimum almenn lesarabrøv um ráðstevnuna. Ella
Ein syrgilig tokvanlukka var í Niðurlondum um 03.30-tíðina síðstu nátt, tá eitt ferðafólkatok fór at sporinum. Hendingin fór fram nærindis býnum, Voorschoten, sum liggur millum Haag og Amsterdam. 50 fólk [...] eitt fólk lív, og fleiri tíggjutals fingu løstir. Í hendingini kom eldur í ein av tokvognunum, og á myndini er hetta vognurin, sum sæst liggja á liðini. Eitt talsfólk hjá sløkiliðnum veit at siga, at 19 fólk [...] fólki, sum búgva nærindis. Tey skaddu vórðu flutt á sjúkrahús í sjúkrabili og tyrlu. Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, hevur víst teimum raktu sín stuðul á sínum Tvitter-vanga. - Ein ræðulig
høgru. – Høgravongurin bjóðar eitt alternativ, sum ger lívið súrt hjá okkum øllum, og skerjir veitingar og livibreyðið hjá teimum fátækastu. – Vit hava ein møguleika fyri at velja eitt betri alternativ [...] , segði forsætisráðfrúan. Í Finnlandi er tað vanliga tann flokkur, sum fær flestar atkvøður, sum fær forsætisráðið. Sambært seinastu veljarakanning frá sjónvarpsstøðini Yle hevur Savningarflokkurin stuðul [...] skuldini, sum er komin upp á 70 prosent av finsku bruttotjóðarúrtøkuni (bnp), síðani Marin kom til valdið í 2019. Sannir Finnar lova eisini sparipolitikk, men floksins fremsta mál er at minka tað, sum Riika
nýggi og snotuligi Eysturbúgvin, sum P/F Vørustíggjur hevur keypt úr Noregi, fyrstu ferð á Sand. Skipið er skrásett í Húsavík og kemur í flotan fyri gamla Eysturbúgvan, sum sakk á fiskileið fyri skjótt einum [...] einum ári síðan. Nógv fólk var og tók ímóti í heldur illsliga og gráa veðrinum, sum hevur verið í dag og sum eisini var hesa løtu. Tá skipið hevði lagt til bryggju, varð boðið til móttøku inni á fiskavirkinum [...] síggja skipið. Nýggi Eysturbúgvin, sum hevur tvey trolspøl og RSV-tangar, er útgjørdur til fiskiskap eftir bæði botnfiski og uppsjóvarfiski. Gulllaksavertíðin liggur nú fyri framman, og ætlanin er at fara
umráðandi, at eitt gott hotell liggur við flogvøllin at veita tænastu á hesum týðandi sambindingarliði til og frá útheiminum. Hotel Vágar liggur harafturat miðskeiðis í Vágum, sum er eitt frálíkt ferðamál í [...] eitt dótturfelag hjá Atlantic Airways, P/f Ognarfelagið matr. nr. 605b, Sørvágur. P/f Hotel Atlantic, sum frammanundan rekur Hilton Garden Inn Faroe Islands, fer eisini at standa fyri rakstrinum av Hotel Vágar [...] í sjálvum sær. Hetta stigið er tískil eisini ein liður í at menna ferðavinnuna og bjóða gisting uttan fyri høvuðsstaðin, sigur Niels Mortensen, nevndar-formaður í P/F Hotel Atlantic. Nevndarformaðurin
nakrantíð, og hetta er ein samlað verkætlan, sum eisini fevnir yvir nøkur ár. Ferð eftir ferð hoyra vit um almenna bygging í Føroyum, har kostnaðurin ikki heldur, men fer væl yvir tað, sum roknað hevur verið [...] eru bara endarnir á tunlunum, sum stinga undan jarðfrøðini. Tunnilsmunnin á Gomlurætt liggur bert fimm metrar yvir havinum, og tunnilsmunnin í Traðardali í Sandoynni liggur 50 metrar yvir havinum. Tað átti [...] r í P/F Eystur-og Sandoyartunlar er Bergur Poulsen, sum í fleiri ár var stjóri á P/F Havsbrún. Áðrenn Teitur Samuelsen sjálvur tók við starvinum sum stjóri fyri stóru tunnilsverkætlanini, var hann fíg
føroyingum væl, men í longdini er tað ikki sunt, at dúva upp á stuðul úr einum øðrum landi, sum einki arbeiði liggur aftan fyri í Føroyum. Hann tekur undir við, at ríkisveitingin verður niðurlagað so líðandi [...] burtur kunnu Føroyar og Danmark verðið upp aftur betri enn tað er nú, tí tá høvdu vit havt ein felagsskap, sum byggir á samstarv og felagsskap - ístaðin fyri at byggja á bundinskap. [...] in 100 milliónir minni enn hon er í dag. Tá verður ríkisveitingin 550 milliónir, og tá verður hon ein ógvuliga lítil partur av føroyska búskapinum. Men Sjúrður Skaale heldur, at tað er ikki sunt fyri føroyska