serliga áhugaðir í at leypa á, men at tað heldur snúði seg um at hava nógv fólk aftanfyri bóltin við tí í huga, at tað man fara at ganga um eina viku á heimavølli. KÍ var meiri á bóltinum, og klaksvíkingar [...] 119 ára føðingardag á Tórsvølli. Tað endaði 1-1, og tað er einki at siga til, at tey í heimaleguni iðra seg. Patrick da Silva legði tíðliga í 2. Hálvleiki og við fínum stútara KÍ á odda 1-0. Odmar Færø [...] tá ið KÍ legði seg á odda, og løtu seinni var møguleikin risastórur at økja um leiðsluna. Aftur var tað Odmar Færø, sum átti framleggingina úr høgru, og mitt fyri málinum var Jákup B. Andreasen púra leysur
skrivar Havstovan á hav.fo. Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan [...] makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark. Í ár vóru úrslitini fyri sild
Patrick Da Silva verður á vinstra vongbakkinum, ella verður fluttur fram á vinstra miðvøllin, har hann millum annað hevur spælt onkrar løtur í seinastuni. Latif Ahmed hevur spælt á vinstra bakki í seinastuni [...] Kassi verður fluttur frá álopinum og aftur á miðjuna, men Sivert Gussiås fær kjansin sum fremsti maður. Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen verða helst mitt á miðjuni, meðan Árni Frederiksberg verður í [...] spælarar blíva skaddir. Tað er líkt til, at skaðar koma at seta eitt sindur av dámi á dystin í kvøld. Hallur Hansson kom aftur á vøllin eftir langan skaðasteðg, tá KÍ vann 3-0 í Ungarn móti Ferencvaros. Síðani
lætta um atgongdina til hjálp í sambandi við harðskapin , er grundað á eitt ynski frá nógvum av hoyringarpørtunum, sum vísa á tørvin á at skipa “inngongdina” til harðskapsøkið í eina Hjálparlinju/hotline-skipan [...] 2023-2028 verður handað. Tilgongdin við hesi nýggju heildarverkætlan hevur meira enn eitt ár á baki. Hon byggir á eftirmeting av arbeiðinum av heildarverkætlanunum: Harðskapur í parlagi og nærsambondum fyri [...] og mentamálum, Sirið Stenberg, tók tó alt fyri eitt fatur aftur á hesum arbeiði, og fekk í februar undirtøku í samgonguni til at halda á við arbeiðinum. Fýra av stjórnarráðunum hava staðið fyri arbeiðinum
so kundu vit havt eitt stig við okkum úr Gundadali, sigur Jákup á Borg í samrøðu við ítróttarsendingina hjá Televarpinum. B68 hevði nýtt andlit á liðnum í kvøld. Áki Johannesen, sum leingi hevur verið skaddur [...] stig. Men vit vístu, at tað er nógv at byggja á, og vit halda fram við góðum hugburði, og vit rokna við, at tað fer at gleppa, sigur B68 venjarin Jákup á Borg. https://in.fo/news-detail/myndir-b36-b68-3 [...] kortið á lofti. Lítla løtu undan steðginum fekk B36 hol á. Taufee Skandari sneiddi seg snilt leysan stutt frammanfyri miðstrikuna í høgru, og tá ið hann legði innfyri, var Valerijs Sabala fyrstur á og stýrdi
var á B36 liðnum, og sum aftur í kvøld verður innanfyri girðingina í Gundadali, er Jákup á Borg. Ta ferðina var núverandi B68 venjarin millum spælararnar hjá B36. Einasti maður, sum ta ferðina var á B68 [...] Kroatia takkaði fyri seg í Europa á hesum sinni, fær vitjan av B68. B36 plagar at hava takið á B68, og støðutalvan sigur, at heimaliðið er greiður favorittur. B36 er á triðja plássi við 40 stigum. Tað eru [...] Boubacar Dabo, sum undan summarsteðginum bað B68 farvæl, er nú aftur á Svangaskarði. Fyrr í ár hevur B36 vunnið 2-0 á heimavølli og 1-0 á útivølli ímóti B68. Í fjør vann B36 allar tríggjar dystirnar ímóti
leitað sær í eitt Guds hús. Tó so, her á heimasíðuni hava vit við millumbilum tosað við slík trúgv kirkjufólk á so ymiskum støðum sum í Kunoy, Kirkju, Æðuvík og heima á Sandi, bara fyri at nevna nøkur. Ein [...] høgtíðarløtur. - O, ja, tá ið eg skal berast út á seinasta sinni, vil eg altso berast út frá Havnar kirkju, slær hon fast. Hon minnist í hesum sambandi aftur á eitt, ið Zacharias Sørensen, yvirlærari og deknur [...] er tað hetta, at fáa sær góðar vanar, vísir Effie Campbell á. Altíð í kirkju Tá tosað verður um kirkjulig viðurskifti, kemur prátið ofta inn á tey mongu fólkini, sum ár um ár, dag um dag gera sína trúføstu
landið, og hevur hann vakt áhuga millum fólk fyri tí søguliga. Hann hevur sett lív í gamla kirkjugarð í Havn við sínum áhugaverdu greinum, sum allar eru at fínna á heimasíðu hansara og undir [...] hevur altíð okkurt áhugavert at práta um og hevur stóran áhuga fyri sínum medmenniskjum. Hann veit alt um fólk og familjur. Tá nýggj fólk koma í húsið, er hann beinanvegin áhugaður í hvørji [...] verið nógv fátækari sum tjóð hvat tí mentanarliga og søguliga viðvíkur. Óli varð føddur í Kalundborg á Sælandi í 1943. Í 1950 flutti hann við foreldrum og systkjum til Norðagøtu at búgva. Átta ár seinni
Gelmini smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin sat í netinum aftanfyri HB málverjan. HB hevði lagt seg á odda, tá ið stórur hálvur tími var farin. Talan var um fínt álop, sum endaði við, at Áki D. Samuelsen [...] Tað var eftir horna, og tá ið fleiri spælarar tókust og skumpaðust, at dómarin bríkslaði og peikaði á 11 metra blettin. Adrian Justinussen umsetti úr 11 metrum og til 2-1, og í tíðini, sum dómarin legði [...] tað 80 teir fyrstu minuttirnar bara at skora eitt mál. Ein av orsøkunum til hetta var eisini, at Jákup Jónsson Olsen í ÍF málinum fleiri ferðir bjargaði meistarliga væl.
Elvio Gelmini er tøkur aftur eftir leikbann. Vongverjin Pól Jákup Lundsbjerg er skaddur. Dánjal á Lakuni var burturstaddur sunnudagin. Í dag er hann á beinkinum. Dómari er danski Jacob Tornbjerg Rasmussen úr [...] er tað í Gundadali. Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson framvegis skaddur. Nýggjur á miðvøllinum í dag sammett við í Fuglafirði er veteranurin Tróndur Jensen, sum avloysir Emil Berger. [...] Chukwudi er framvegis skaddur, og Heðin Hansen, sum seinastu vikurnar hevur verið skaðadarvaður, er í dag á beinkinum. Hjá ÍF er miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard leikbannaður. Miðverjin Tóri Nolsøe Olsen er tøkur