Síðsta sunnudag vann HB 7-2 ímóti ÍF Í Fløtugerði í Fuglafirði. Í dag hittast hesi bæði feløgini aftur, og í dag er tað í Gundadali.
Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson framvegis skaddur. Nýggjur á miðvøllinum í dag sammett við í Fuglafirði er veteranurin Tróndur Jensen, sum avloysir Emil Berger. Samuel Johansen Chukwudi er framvegis skaddur, og Heðin Hansen, sum seinastu vikurnar hevur verið skaðadarvaður, er í dag á beinkinum.
Hjá ÍF er miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard leikbannaður. Miðverjin Tóri Nolsøe Olsen er tøkur aftur efir leikbann. Ruben Møller Nielsen er leikbannaður, og Elvio Gelmini er tøkur aftur eftir leikbann. Vongverjin Pól Jákup Lundsbjerg er skaddur. Dánjal á Lakuni var burturstaddur sunnudagin. Í dag er hann á beinkinum.
Dómari er danski Jacob Tornbjerg Rasmussen úr Aarhus, sum er fastur dómari í næstbestu deildini í Danmark.
HB – ÍF: Jacob Tornbjerg Rasmussen kl. 18.00.