Fiskimannafelagnum. Óli Jacobsen sigur, at tí er hann púra sannførdur um, at arbeiðarafeløgini fáa onki burturúr at fara í verkfall uppá hetta málið. Heldur enn at arbeiða so destruktivt, sum tey gera í hesum [...] reytt oyra. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum heldur, at hóttaninar frá arbeiðarafeløgunum um at fara í verkfall, fáa fiskimenn serligan skattalætta, eru tað bera »bluff«. Tí tað verður rís til [...] Annars samtykti tingið herfyri, at skipini í mesta lagi kundu avreiða 25% uttanlands. Og nettupp hetta kundi verðið ein trumfur hjá arbeiðarafeløgunum, fara tey í verkfall uppá skattalættan til fiskimenn
Fyrrapartin leygardagin var stóri dysturin í Englandi hetta vikuskiftið. Anfield Road í Liverpool var ramman um ein dyst millum mest vinnandi liðini í Englandi í nýggjari tíð. Hóast Liverpool hevði fyrimunin [...] seinna hálvleiki javnaði Liverpool við brotssparki eftir at ungi álopsspælarin Michael Owen var rendur um koll í United-brotsteiginum. Robbie Fowler royndi seg móti Schmeichel, og hann skoraði ósvikaliga trygt [...] só fingu heimaáskoðararnir enn ein framman á. Hesaferð var tað David Beckham, sum legði United fram um 2-1 við einum framúr frísparki úr 18 metrum. Bert fáar minuttir gjørdi Andy Cole tað til 3-1, eftir
hildu vestmenningar, sum eru vanir við, at teirra lið er við í stríðnum um meistaraheitið. Eftir tveir ósigrar á rað, var fjáltur um at koma á viðhaldsfólki hjá VÍF, og leygardagin segði Ingi Olsen við [...] reytt kort 8 minuttir inn í seinna hálvleiki. Hetta fekk hann, tí hann var í so harðligur við Áka Olsen, og hóast áskoðararnir av Strondum hildu talan vera um harðan dóm, var eingin vegur aftur. Jónleif [...] bróðrinum Áka, vóru hesi mál grundarlagið undir sigrinum. Hjá StÍF var John Petersen aftur við á liðnum. Hetta var fyrsti dysturin hjá honum í hesum kappingarárinum, og tað sást, at frálíki spælarin ikki er toppformi
við okkum um eitt so stórt álvarsmál fyri alla arbeiðarastættina. Hon heldur, at hetta vísir, hvussu lítla virðing, politisku flokkarnir hava fyri verkafeløgunum. Vit eru øll feløg samd um, at tað er [...] til fundar hóskvøldið at hoyra teirra sjónarmið um ætlaða skattalættan til sjófólk, og fyri at teir kundu hoyra, hvat arbeiðarafeløgini í Føroyum hildu um sama mál. Men fundurin fekk langt ífrá tað vekt [...] fyri lógini, sigur Ingeborg Vinther Ingebrog Vinther leggur dent á, at hetta er ikki vent ímóti fiskimonnum. At siga, at hetta er vent ímóti fiskomonnum, er at venda málið á høvdið. Vit unna saktans
fiskimonnum, soleiðis sum tey gera í málinum um ætlaða skattalættan. Tí hetta er vent ímóti fiskimonnum, hvat ið so verður sagt. Óli Jacobsen sigur, at hetta er eitt mál, hini feløgini einki hava við at [...] tiltøkum, sum hava verið ætlað at bøta um korini hjá hennara limum. Tí liggja teir, sum teir liggja. Letur seg ikki hótta Ingeborg Vinther er sjálv besta prógvið um, hvussu lítið fæst burturúr at hótta [...] Jacobsen er púra sannførdur um, at verkfallshóttanin er tað bera ³bluff3. Tað fer bara at skaða teirra áhugamál. Tí sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum, verður frávik gjørt í lógini um, at skipini kunnu avreiða
fiskivinnumálum um hetta mundið. Seinastu árini hava partar av vinnuni og fleiri politiskir flokkar verið av teirri áskoðan, at høvuðsvinnan skal koyra uttan almennan stuðul, og eisini er hetta sett sum ein [...] Føroyum við einum frádrátti uppá 15 prosent av inntøkuni. Um hetta verður gongdin kemur føroyski flotin at liggja vegna manningartrot. Annars er at siga um skattapolitikkin hjá Anfinni Kalsberg og fólkaflokkinum [...] ein bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar, skuldi koma um eitt ár. Síðani hava vit onki hoyrt aftur um bruttuskatt fyri B-skattgjaldarar. Hetta var bara eitt bluffnummar frá fólkaflokkinum. Tað varð sagt
umstøðum eigur at ganga yvir skattalógina. Hava ávísir bólkar ábøtur fyri neyðini, so skal hetta gerast uttan um skattalógina. Í øðrum lagi mótmæla vit harðliga, at ávís sjófólk ikki eru tikin við í lógini [...] er, at tá myndugleikarnir geva skattaábøtur, so eiga hesar ábøtur at verða fyri allar lønarbólkar. Hetta uppskot er eftir okkara hugsan ikki annað enn ein fjaldur studningur til reiðararnar, sum undir ongum [...] til § 25 a, stk. 7, og § 25 b, stk. 2, har tað beinleiðis verður undirstrikað, at lógin ikki fevnir um tey sjófólk, sum sigla undir føroysku skipaskránni, t.d. manningarnar á vaktarskipunum Magnus Heinason
Fyri fiskivinnuna kann hetta føra við sær broytingar í bygnaði og skipan. Ein spurningur, sum verður tikin upp í hesi verkætlan, er kappingin millum fiskivinnu og oljuvinnu um arbeiðsmegi. Hugt verður [...] Týsdagin 9. desember fer Fróðskaparsetur Føroya at skriva undir eina avtalu við norska Saga Petroleum um eina granskingarverkætlan, ið skal greina og lýsa tær búskaparligu avleiðingarnar, sum ein møgulig [...] oljuvinna fer at hava fyri fiskivinnuna í Føroyum. Saga Petroleum fíggjar verkætlanina, sum kostar um 1/2 mió. kr. Fróðskarsetur Føroya stendur fyri verkætlanini og tekur sær av øllum tí umsitingaliga
Tveir dystir í kvinnudeildini vóru hetta vikuskiftið, og teir høvdu við sær, at GÍ tvífaldaði sítt stigatal, og at Kyndil legði seg tvey stig fram um næsta liðið í oddinum. GÍ og Stjørnan, sum saman við [...] seg beinanvegin fram um liðið úr Klaksvík. Stjørnan nærkaðist onkuntíð GÍ, men tær fingu ikki heimaliðið aftur. Í hálvleikinum vóru tvey mál á muni, og hesa leiðslu helt GÍ fast um í seinna hálvleiki. Sigurin [...] Sigurin hjá GÍ gjørdi, at tær tóku seg tvey stig fram um VB og Stjørnuna, sum hava spælt ein dyst færri enn GÍ. Hesin dysturin, sum liðini mangla at spæla, er júst ímóti hvørjum øðrum, so onkur, kanska
merkir m.a., at hetta eru flokkarnir, sum fáa flestu nevndarsessir, sigur Finnbogi Arge. - Tú hevur áður sagt, at tú ikki stillar upp aftur. Merkir hetta, at tú stillar upp aftur? - Nei, hetta merkir ikki [...] hevur gjørt uppskot um valbólk, har somu flokkar og áður eru umboðaðir, við undantaki av KrF og Finnboga Arge, uttanflokkatinglim, sum koma inn í staðin fyi Sjálvstýrisflokkin. Spurdur, um Finnbogi Arge nú [...] málið. Møguleikar eru fyri at fáa upplýsingar í nevndum, sum eg ikki visti um áður, sigur Finnbogi Arge. Hann leggur dent á at hetta stigið ikki hevur annan týdning enn at fáa ávirkan, nú tað líður móti endanum