Hógvarnir stinga undan

Fyrr segði fólkaflokkurin skattalætta fyri lønarniðurskurð. Nú hava teir bara vent byttuni og siga øvugt. Nevniliga lønarniðurskurð fyri skattalætta. Tá úlvurin letur seg í seyðaskinnið er øll orsøk til at vera sera varin

1984 var eitt satt rokár til fiskiskap. Umleið 140.000 tons komu upp á land tað árið. Men kortini fingu føroyskir reiðarar meira enn eina hálva milliard úr landskassanum sama ár. Tað var Anfinn Kalsberg úr fólkaflokkinum, ið sat sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum um hetta mundið.

Seinastu árini hava partar av vinnuni og fleiri politiskir flokkar verið av teirri áskoðan, at høvuðsvinnan skal koyra uttan almennan stuðul, og eisini er hetta sett sum ein treyt frá donskum myndugleikum í sambandi við umfígging av føroysku uttanlandsskuldini. Men hóast hetta, so hevur fólkaflokkurin gjørt fleiri royndir, við tí fyri eyga, at fáa stuðulin inn aftur gjøgnum bakdyrnar.

Seinasta royndin var, at geva løntakarafeløgunum - eisini fiskimonnum, tað tilboð at gingu teir við til ein lønarniðurskurð, so skuldu teir fáa skattalætta aftur fyri. Tað vil siga, at landskassin og kommunurnar á hendan hátt, skuldu veita føroyskum reiðarum og arbeiðsgevarum ein óbeinleiðis stuðul. Men ongin beit á skøtuagnið hjá Anfinni Kalsberg og fólkaflokkinum. Men líka mikið. Fólkaflokkurin vil, at vinnulívið skal hava slangu niður í landskassan, antin so ella so. Tað er tað stutta av tí langa.

Nú er so borðreitt av nýggjum. Hesa ferð verður tað gjørt meira snildisligt. Fólkaflokkurin hevur vent byttuni og sigur skattalætta til fiskimenn. Onki annað. Eg eri vísur í, at hesin filmurin, eins og teir flestu, hevur tvær aktir. Tann seinna aktin kemur beint aftaná ta fyrru. Í tí seinnu aktini fer Føroya Reiðarafelag at siga sáttmálan upp við øll manningarfeløgini. Kravið verður eitt munandi lægri hýruprosent, vísandi til, at fiskimenn nú hava fingið eina so lagaliga skattaskipan. Soleiðis fer hesin »skattalættin« hjá fólkaflokkinum beint niður í lumman hjá føroyskum reiðarum.

Tað er heilt týðuligt at grundgevingarnar hjá fólkaflokkinum eru falskar. Tá skattalætti varð boðin fyri lønarniðurskurð, var grundgevingin tann, at kostnaðarstøðið í føroyska samfelagnum var alt ov høgt. Men nú hoyra vit onki um kostnaðarstøðið. Nú er grundgevingin tann, at ein skattalætti til fiskimenn, skal lokka føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum heimaftur á klettarnar. Og tí fær ein hug at spyrja, hvussu lokkandi gamla tilboðið frá fólkaflokkinum um skattalætta fyri lønarniðurskurð, hevði verið fyri føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum?

Tá eitt lækkað hýruprosent kemur í kjalarvørrinum á skattalættanum, kunnu vit rokna við, at eitt uppaftur størri tal av føroyskum fiskimonnum leitar sær hýru uttanlands. Men tað leggur fólkaflokkurin onki í. Endamálið er ikki at fáa føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum heim. Endamálið er sjálvandi at lækka kostnaðarstøðið. Tað gerst millum annað við at fáa hýruprosentið hjá føroyskum fiskimonnum niður. Onnur lokabrøgd verða helst nýtt seinni fyri at fáa løntakarar á landi sama veg.

Tað kann henda, at fólkaflokkurin og reiðararnir gera rís til egnu rumpu, um hýruprosentið verður lækkað. Tað er góður politikkur, at selja har ein fær mest fyri framleiðsluna, og at keypa vørur og tænastur, har tær eru bíligast. Um føroyskir fiskimenn fara at ganga eftir hesi meginreglu, kunnu vit rokna við, at teir fáa sær hýru við útlendskum skipum, har hýran er hægri, men velja at gjalda skatt í Føroyum við einum frádrátti uppá 15 prosent av inntøkuni. Um hetta verður gongdin kemur føroyski flotin at liggja vegna manningartrot.

Annars er at siga um skattapolitikkin hjá Anfinni Kalsberg og fólkaflokkinum, at hann er ein sannur hurlivasi, sum onki rætthugsandi fólk kann fáa skil á. Fyri einum ári síðani var alt um at gera, at fáa eina bruttoskattaskipan fyri allar A-skattgjaldarar. Nú skal ein partur av hesum A-skattgjaldarunum, hava ein frádrátt, sum svarar til 15 prosent av inntøkuni. Fyri einum ári síðani varð sagt, at ein bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar, skuldi koma um eitt ár.

Síðani hava vit onki hoyrt aftur um bruttuskatt fyri B-skattgjaldarar. Hetta var bara eitt bluffnummar frá fólkaflokkinum. Tað varð sagt fyri at fáa tingmenn at taka undir við eini bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar. Støðan er sostatt tann, at A-skattgjaldarar hava mist allar sínar frádráttir, meðan B-skattgjaldararnir framvegis hava sínar frádráttarmøguleikar.

Samanumtikið má haldast, at hógvarnir stinga so langt undan, at allir føroyskir løntakarar, bæði á sjógvi og landi, hava alla orsøk til at vera sera varnir. Tað er nevniliga ikki gamansleikur tá úlvurin letur seg í seyðaskinnið.


Tann 6. desember 1997

Vilhelm Johannesen