við í oddinum. Hetta hava tey eisini ásannað í Nes Sóknar Ítróttarfelag, og tískil verður tað nú arbeitt av øllum alvi at leggja lunnar undir eitt smápartafelag, ið skal reka 1.deildar fótbóltin í Runavík [...] ein veruleiki, so ivist eg heldur ikki í, at tað verður nógv hugaligari at arbeiða við fótbóltinum í Runavík, og at tað kemur at merkjast allan vegin niðureftir í deildunum. Og tað er nakað vit leggja stóran [...] er ætlanin? Jákup Mortensen er formaður í NSÍ, og vit spurdu hann hvussu og hví tey eru farin til verka: Vit hava sent kunningarskriv út til 62 vinnufyritøkur í økinum, har vit siga frá okkara ætlanum
Stóra felagsáhugan hevði Harry í fráhaldsrørsluni, hann var limur í losjuni Støt Viljen í Havn frá ungum av. Fyrst í barnalosjuni »Summardáin«, sum varð stovnað í 1933. Í Ungmannadeild N. I. O. G. T.s var [...] var fyrst í kjøthandlinum undir Sjómansheiminum, tey róptu »Esbjerg«, síðan í Sápufabrikkini, sum tá var í Tórsgøtu, har vaskaríið seinni var. So var hann í handlinum hjá Karl hjá Vágaheina í Steinagøtu [...] kunnleika og tað lá í honum, at alt hann hevði um hendi varð væl frágingið. Soleiðis var hann í felagsvirksemi, og hetta var eyðkenni hansara í dagliga starvinum. Harry giftist uppaftur við Emmy í 1965 og vit
ferðina, og í gjár fingu vit soljóðandi bræv. - Teir komu til Íslands. Ein lítil dagsferð, og í síðsta mánaði komu teir, ið eru eftir umborð á The Polar Passage Year 2000 Expedition inn á Hafnafjørð í Íslandi [...] tykkum at siga, fóru Anders og Frederik aftur í íbúðina, sum stóð teimum í boði frá bátaverksmiðjuni, ið hevði Olgu undir hond, og teir drukku burtur sorgirnar í Vodka og øli. Eina viku seinni komu lutirnir [...] Hugskotið aftan fyri hesa avgerðina var, at um teir tóku í botn, var tað betri um tað var við einum motori enn við tveimum. Harður streymur Eftir at hava sovið í tvær nætur, etið og hvílt, fóru Frederik og Anders
eftir álopsspælaranum í Sogndal, tá hann seinni í hesum mánaðinum fer at velja teir átjan spælararnar, sum fyrst í næsta mánaði skulu við til Kekkia at spæla síðsta landsdystin í hesari EM undankappingini [...] venjingarleguni í Kýpros í februar/mars í 1996. Sær væl út Sogndal er á fjórða plássi í næstbestu deildini. Tað eru fýra umfør eftir at spæla, men Sogndal hevur fimm dystir eftir at spæla. Longu í annað kvøld [...] hevði verið frammanfyri 4?0 í steðginum. Í 18. minutti skoraði hann til 2-0, tá hann kom framum málverjan og við høvdinum snittaði innleggið frá nýggja manninum á høgra vongverja í kassan, og minuttin seinni
BA (Bachelor of Arts) lidnan í vár, fara at taka tey seinastu fakini í heyst. Á Føroyamálsdeildini halda tey umleið 15, sum fóru undir grundnám í føroyskum í fjør, fram í eitt ár afturat og taka exam.art [...] enn teir nýggju: teir sum byrjaðu í fjør fara undir seinna árið í støðisútbúgvingini í stødd-alisfrøði og uppaftur aðrir studentar fara undir seinasta árið í BS-náminum í lívfrøði. Lestur er arbeiði Tey [...] Fróðskaparsetrinum er í tveimum, fyrra lestrarhálva er frá september til jóla og seinna lestrarhálva gongur frá endanum á januar til mai. Studentarnir fara til próvtøkur í desember-januar og í mai-juni. Undirvísingin
fløgu við 11 góðum rock/pop løgum, og er alt upptøkuarbeiðið farið fram norðuri í Klaksvík. Væntandi verður ljóðgóðskan heilt í topp, tí til at mixa fløguna hava teir fingið so frægan mann sum Óla Poulsen [...] bólkum. Fløgan, sum nevnist ?Eg hoyrdi einglasong?, verður væntandi at fáa kring landið einaferð í november mánaði.
Eftir ein longri summarsteðg, byrjar ummælarateigurin Útsjón aftur í innlegginum Hygg&Hoyr í Sosialinum. Í januar í ár løgdu seks ummælarar til brots við at ummæla útvarps- og sjónvarpssendingar hvørja [...] hesum tiltakinum. Í vetur vera ummælararnir fýra í tali. Trý av teim føstu farna vetur halda fram. Tey eru Oddvør Johansen, rithøvundur í Havn, Steintór Rasmussen, lærari og tónleikari í Klaksvík, og Annika [...] samskipari í Havn. Nýggi ummælarin er Eyðun Joensen, sálarfrøðingur í Havn. Hvør í sínum lagi fólk, ið duga skrivikynstrið, sum tora at hava og siga sína meining, og sum fylgja væl við í almenna kjakinum
Tað nýtist neyvan at verða sagt, at Føroyar í oktober mánaði fáa ein sera truplan dyst í Prag. Okkara brøður í Íslandi liggja sum nummar 49, og teir eru í løtuni 9 pláss frammanfyri Finland. Danmark er [...] verið. Bæði hesaferð og á seinasta styrkislistanum í síðsta mánaði gingið Føroyar aftur, men vit eru framvegis 15 pláss frammanfyri okkara støðu við árslok í fjør. Føroyar liggja nú sum nummar 110 av 202 londum [...] sum er í bólki saman við Føroyum, hevur vunnið allar sínar dystir í EM-undankappingini, og saman við góðum úrslitum farnu endaspøl ger tað, at Kekkia fór seks pláss fram og nú liggur sum nummar 2 í heiminum
og hevur í nógv ár leikt við í sjónleikum bæði í Havnar Sjónleikarfelag og í Grímu. Umframt var hon við í uttanduraleikinum Giu og Grana í SvF, hon hevur undirhildið børnum á bókasøvnum og í bókabilinum [...] Turið Kjølbro Síðani januar í fjør hevur dramaverkstað verið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum á Hallarheygi í Havn. Har eru børn og ung í aldrinum 9 til 20 ár komin á skeið, og síðani byrjan hava [...] r. Seinnu árini hevur hon fingið sær útbúgving innan leikstjórnan í Íslandi, umframt at hon hevur verið við á nógvum øðrum skeiðum. Í ár er hon farin undir at útbúgva seg sum barnaleikhúsleiðara. - Hugskotið
meirilutar í mun til fólkaatkvøður aðrastaðni, so vísir tað seg oftani, eitt nú í Danmark, at hevur tú havt ein stóran meiriluta í fólkatinginum, so hevur tú fingið ein minniluta í fólkinum. Í okkara føri [...] Løgmaður leggur nú upp til, at eitt breitt samstarv fæst í lag, soleiðis at trygd verður veitt fyri, at tað er breið undirtøka í Føroyum, bæði í løgtinginum og millum fólkið, tá landsstýrið fer til Danmarkar [...] leggja túsundtals ymsar møguleikar í hetta. Vit spurdu Anfinn Kallsberg, um Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin í veruleikanum ikki standa longur frá hvørjum øðrum í spurninginum um sjálvstýri og fullveldi