Kurt klárur hjá Allani Simonsen

Fótbóltur: Fyrrverandi skarprættarin hjá KÍ skoraði tey mál, tá Sogndal styrkti um sína støðu í uppflytingarstríðnum

Allan Simonsen og Jógvan Martin Olsen hava báðir fingið boðini frá Kurt Mørkøre, og tað er sera væl hugsandi, at landsliðsvenjarin fer at senda boð eftir álopsspælaranum í Sogndal, tá hann seinni í hesum mánaðinum fer at velja teir átjan spælararnar, sum fyrst í næsta mánaði skulu við til Kekkia at spæla síðsta landsdystin í hesari EM undankappingini.

? Umstøðurnar hjá mær eru heilt øðrvísi nú, enn tá eg rak mítt egna bakarí í Klaksvík. Eg havi góðar stundir, og satt at siga so kenni eg tað sum ov nógv av tí góða, nú eg eri fulltíðar yrkisspælari, sigur Kurt Mørkøre úr Sogndal. Hann býr framvegis á hotelli, men seinni í hesi vikuni fer hann at flyta í íbúð, og hann vónar, at tað verða umstøður til nakrar tímar um vikuna at fáast við okkurt annað enn at spæla fótbólt.

? Vit venja so at siga hvønn dag, og eg venji eyka eisini. Venjarin, málverjin og eg arbeiða við royndunum móti málinum fleiri tímar um vikuna, so tað hevur ongantíð verið so nógv venjing á skránni, sum tað er akkurát nú, sigur Kurt Mørkøre úr Sogndal. Men hóast nógvu venjingina heldur hann seg ikki vera so væl fyri, sum hann heldur at hann kann blíva:

? Tað eru fimm dystir eftir at spæla, og eg taki hetta sum tað upplivilsi, sum tað er. Komandi ár fái eg heilt frá byrjan møguleika at venja eins nógv, sum hinir á liðnum gera, og tá skuldi tað verið uppaftur betri, enn tað er nú.


Góða reklamu

fyri sær sjálvum

Kurt Mørkøre gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum sum møguligt landsliðsevni, tá Sogndal sunnudagin hevði vitjan av L/F Hønefoss, sum varð sent til hús við 5?1 tapi, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri 4?0 í steðginum.

Í 18. minutti skoraði hann til 2-0, tá hann kom framum málverjan og við høvdinum snittaði innleggið frá nýggja manninum á høgra vongverja í kassan, og minuttin seinni skoraði hann eitt typiskt miðframherja mál, tá hann var á rætta staðnum røttu løtuna og setti fótin undir flata innleggi frá sama manni, sum hevði lagt upp til fyrra málið.

Julian Johnsson var allar 90 minuttirnar á miðvøllinum hjá Sogndal, og ? sum vanligt ? so arbeiddi hann alla tíðina sum ein hestur. Kurt Mørkøre varð tikin av vøllinum, tá tað restaðu tjúgu minuttir:

? Tað var lýtt, og eg var pøstur, tá eg varð tikin út. Vit spældu við góðari ferð í 1. hálvleiki, men eftir steðgin fór luftin úr okkum, og tá fingu vit bara eitt mál. Høvdu vit megnað at hildið konsentratiónini, so ivist eg ikki í, at vit høvdu havt møguleikan at vunnið stórt, sigur Kurt Mørkøre, sum hevur verið 26 ferðir á landsliðnum, og sum ikki hevur spælt á landsliðnum síðani á venjingarleguni í Kýpros í februar/mars í 1996.


Sær væl út

Sogndal er á fjórða plássi í næstbestu deildini. Tað eru fýra umfør eftir at spæla, men Sogndal hevur fimm dystir eftir at spæla. Longu í annað kvøld skulu teir spæla á útivølli móti botnliðnum úr Clausenengen, og um teir megna at vinna, so eru teir bara eitt stig frá triðja plássinum, sum ber endaspæl um eitt pláss í bestu deildini við sær.

? Tað verður mett av fleiri, at vit eru betri fyri, enn fleiri av teimum, sum vit kappast við. Oddaliðini hittast innanhýsis í fleiri dystum. Vit eiga Lyn, sum er á triðja plássi, á heimavølli, og tað verður ikki minst í tí dystinum, at lagnar hjá okkum verður avgjørd, sigur ein væl upplagdur Kurt Mørkøre úr Noregi. Sjálvandi frøir tað hann at frætta, at tað skarst væl hjá gomlu liðfeløgunum í KÍ í vikuskiftinum.

Kongsvinger, sum Julian Johnsson spældi við, áðrenn hann í summar flutti til Sogndal, er næstaftast í bestu deildini, og sum tað fer at líða longri út á heysti kann tað væl fara at vísa seg, at Sogndal fer at flyta upp í bestu deildina, meðan Kongsvinger fer at flyta niður í næstbestu deildina.