Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík skulu eisini royna seg í undankappingini til Conference League.
Í fyrsta undanumfarinum skal Víkingur Reykjavík royna seg móti kosovska liðnum, FC Malisheva.
Fyrri dysturin verður leiktur í Kosovo 10. juli, og seinni dysturin verður leiktur á Víkingsvøllinum í Reykjavík 17. juli.
Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, KA Akureyri fer sum steypavinnari beinleiðis til annað undanumfarið. Í morgin fáa Jóan Símun og liðfelagarnir at vita hvørjum teir møta í øðrum undanumfarinum.
Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spælir sínar fyrstu dystir í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Í morgin fær AIK at vita hvørjum liði teir møta í øðrum undanumfarinum, ið verður leikt 24. og 31. juli.