Tað er ruðuleiki í Teheran

Eftir at Donald Trump, forseti, heitti á íbúgvarnar í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, um at fara úr býnum, er hetta lættari sagt enn gjørt, tí fólkinum vantar bæði brennievni, mat og vatn

Sambært útlendskum miðlum er stór flýggjan út iranska stórbýnum og høvuðsstaðnum, Teheran, soleiðis sum viðheftu myndir vísa.

 

Eftir fimm dagar við kríggi, vantar fólkinum bæði brennievni, mat og vatn. Fólk royna at sleppa sær burtur, men tað er trupult at fáa fatur í brennievni.

 

Tað var hin 13. juni, at Ísrael leyp á Iran.

 

Ísrael sigur, at álopini eru vend móti royndunum hjá Iran at framleiða kjarnorkuvápn, móti vápnagoymslum, vápnaframleiðslu og hernaðarligu evnunum hjá Iran.

 

Iran hevur svarað aftur við rakettálopum á Ísrael, og sivilfólk eru deyð, bæði í Iran og Ísrael.

 

- Støðan í Teheran er kaotisk. Milliónir royna at sleppa sær burtur úr býnum, og tað eru langar bilrøðir um tað heila.

 

Soleiðis sigur tíðindaleiðarin á sjónvarpsstøðini, Iran International, Aliasghar Ramezanpoor.

 

##med2##

 

- Iran International hevur sína høvuðsskrivstovu í London, og sjónvarpsstøðin verður rikin av iranum, sum eru rýmdir úr landinum, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.

 

Tíðindaleiðarin vísir á, at tað er ruðuleiki í Teheran. Her eru stórir trupulleikar við el-veitingini, og fleiri staðni í býnum vantar matur og vatn.

 

- Alt, sum hevur við privatøkonomi'in hjá fólki at gera, er stongt. Eingin gongur í skúla, og samfelagið er lukkað niður, sigur Aliasghar Ramezanpoor.