Mette Frederiksen vil menna ríkisfelagsskapin

Vit skulu menna ríkisfelagsskapin til ein sterkan og modernaðan felagsskap

Tað skrivar Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar á Facebook, áðrenn hon fór úr Føroyum fyrr í dag

– Vit hava havt tveir góðar dagar í Grønlandi. Og síðani ein góðan ríkisfund her í Føroyum.

Bæði Grønland og Føroyar hava ein sterkan vilja at menna hvørt sítt samfelag. Upp á egnar fortreytir og eftir egnum siðum. Tað hava eg stóra respekt fyri.

Tað er mín sannføring, at vit skulu menna ríkisfelagsskapin til ein sterkan og modernaðan felagsskap.

Um tað skal eydnast – og tað skal tað – so skulu vit hava vilja at geva hvør øðrum meira pláss til hvønn annan hvør sær. Og lurta eftir ynskjum hvør hjá øðrum. Tað kann kanska ljóða paradoksalt. Men bara upp á tann mátan kunnu vit standa tættari saman.

Takk fyri nakrar góðar dagar. Og týdningarmiklar tingingar um, hvussu vit best styrkja trygdina í økinum.

Nú gongur leiðin til Danmarkar, skrivar Mette Frederiksen, áðrenn hon fór úr Føroyum.