vinstru, men eftir VAR kanning kolldømdi dómarin fyri rangstøðu. Molde legði støðugt KÍ undir trýsti, og tað var sera torført hjá klaksvíkingum at spæla seg úr trýstinum. Og í 17. minutti eydnaðist tað Eriksen [...] longd leiktíð fyrireikað. Fyri KÍ var tað sera óheppið, at verjuskansin Odmar Færø noyddist skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu átta minuttir. Børge Petersen, sum hevur staðið seg væl í Europa í summar [...] stadion, har tað regnar og vøllurin tískil er vátur og hálur at spæla á. Molde legði øgiliga bragdliga fyri, og tað vóru fyrstu løtuna nógvar spentar støður í og frammanfyri KÍ brotsteigin. Molde fekk beinanvegin
tey 5.416 fólkini, sum hava teknað seg til ferð til Oslo til endaspælið í EM í manshondbólti í januar næsta ár. – Vit eru ovurfegin um stóra og positiva áhugan fyri at koma við okkum at stuðla okkara ungu [...] hann eisini arbeiðir við at skipa fyri flogferð til Oslo. So alt bendir á, nógir føroyingar fara til Oslo at stuðula manshondbóltsliðnum, um tað eydnast teimum at vinna seg í endaspælið. 62°N skrivar til [...] upplivingina – og gera hana enn betri, skrivar ferðaskrivstovan. Umframt túrarnar, sum 62°N skipar fyri, so umhugsar Smyril Line eisini at senda Norrønu til Oslo, har skipið so kann liggja við ferðafólki
níggjunda royndin av rakettskipanini, misti rúmdarfelagið tamarhaldið á rúmdarfarinum, sum fór at snúra seg um seg sjálvt í rúmdini. Undir sending av útsjótingini frá SpaceX varð eisini greitt frá, at rúmdarfarið [...] aftur í lofthavið á jørðini, men SpaceX hevur ikki samband við tað longur. - Bara fyri at staðfesta, so mistu vit sambandið fyri nøkrum fáum minuttum síðani. Tað merkir, at níggjunda royndarflúgvingin nú er [...] mikukvøldið. Tað siga tíðindastovurnar Reuters og AFP frá. Klokkan 00:36 okkara tíð lyfti rakettskipanin seg av uppsendingarplássinum í Boca Chica, sum liggur í amerikanska statinum Texas. Rakettskipanin er í
Anne-Elisabeth Hagen. Hjúnafelagin, Tom Hagen, er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp, men hann nøktar seg sekan í øllum ákærum og sigur seg einki sum helst hava vit málið at gera. Verjin hjá viðkomandi [...] viðkomandi reageraði ógvisliga, eftir at vitnið hevði úttalað seg um Lørenskog-málið í einari sending hjá VG, rópt "krimipodden". VG sigur seg hava skilt, at umrødda vitnið upplivdi telefonsamrøðuna sum [...] vitnið undir at vera orsøk til, at Tom Hagen er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni. Hetta skuldi vitnið sleppa at svíða fyri, hevur vitnið eisini fortalt løgregluni í avhoyringum.
fleksibul yvir fyri teimum, sigur hann. Nicolai stóð sostatt í teirri støðu, at hann skuldi velja millum at halda fram í starvinum, ella gera seg lidnan við sína bachelorritgerð, og kendi seg sostatt kroystan [...] innan stutt skoðbráð, sigur hann. Tá ið Nicolai skuldi fara undir sína bachelorritgerð, setti hann seg tískil í samband við 'operations' at vita um Atlantsflog kundi vísa eitt sindur av góðvilja afturfyri [...] fáa frí til uppgávuna. - Har var einki at gera. Eg fekk meira ella ein teldupost, har tað stóð 'takk fyri tína uppsøgn'. Sjálvandi hava tey rætt til at siga meg upp, tí tað brýtur við sáttmálan, men eg veit
tað alt meiri enn einum ári til ungu leikararnar at menna seg í. Men so kom óvæntað hjálp frá næstbesta liði felagsins, sum púra óvæntað spældi seg í steypafinaluna eftir at hava sent suverena oddaliðið í [...] H71 beint upp í loft, og er tað við til at skapa stóran spenning í hvør stendur seg sterkari leygardagin og kann króna seg steypavinnara 2012. [...] einaráðandi og myndað manshondbólt seinastu árini, har teir serliga í steypakappingini hava vunnið alt, ið fyri teimum hevur staðið. Soleiðis hevur eisini verið higartil í ár, og umvegis ein heldur tepran samanlagdan
dystur um vald og hvør skal varða av hvørjum. Serliga tá ið nýggir miðlar taka seg fram. Rópt verður varskó, tí onkur kennir seg hóttan og vil bjarga verðini frá undirgangi. Rópini eiga tey gomlu, undirgangin [...] miðil í landinum boðaði herfyri frá, at nú stongdu tey fyri nýggja sosiala samskiftismiðilinum Facebook, ið er næsti granni Googles. Veruleikin brýtur seg tó inn á heimliga miðilin, sum á egnari forsíða vil [...] ávaring, sum umvegis Kringvarpið verður løgd fyri óspilta føroyska brúkaran, serliga hinum unga, til áminningar. Spennandi at síggja hvussu miðlar fata seg sjálvar. Í hesi hending helt eg meg hoyra eitt
ein ósensurerað framsýning, ið ikki gevur seg út fyri at vera annað, enn júst tað. Fyrimunurin er, at her kunnu øll vera við, og er møguleikin fyri at renna seg í nýgg, ung og gávurík listafólk tess størri [...] fekk høvi at hugsavna teg um einstøku verkini. Fínt handverk Hetta merkti millum annað, at tú kanska fyri fyrstu ferð gav tær far um listafólk, sum annars ofta hava verið við á framsýningini fyrr. Ein av [...] skuggar í staðin, ið geva myndunum ein heilt øðrvísi dám. Heimurin steðgar upp Onkursvegna snýr list seg væl um at síggja heimin við øðrvísi eygum og fáa áskoðaran at undrast. Út frá einum slíkum mátistokki
Smalur hópur B71 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í farna kappingarár. Fótbóltsáhugaðu spáddu, at sandoyingarnir ikki fingu fleiri enn 10 stig, men tá avtornaði lógu teir oman fyri niðurflytingarstrikuna [...] í Streymnesi í gjár. Fleiri av yngru leikarunum hava gjørt vart við seg seinasta árið, men tað eru eisini nakrir, ið ikki standa seg í Formuladeildini. Men øðrvísi kann tað ikki verða. Málini EB/Streymur [...] men eydnan var ikki við framherjanum. Fyrst royndi hann seg úr ellivu metrum, men skotið var lítið sannførandi. Símun Rógvi Hansen tveitti seg til vinstru og hevði bóltin í føvninginum. Sekundvísarin
æmingar, ið hava áhuga fyri íløguspælinum hjá Kaupthing og Sosialinum. Tað er greitt, nú bert 3 dagar eru eftir til íløguspælið fer av bakkastokki. Mikukvøldið varð skipað fyri kunnandi tiltaki og hugnakvøldi [...] íløguspæli, tí teldur vóru settar upp, har ein kundi royna seg. Tiltakið vardi í umleið ein tíma. Í skrivandi stund hava umleið 850 meldað seg til íløguspælið, sum er á www.ilogur.fo. Eggja ungfólki at [...] Ivasamt er hinvegin, hvussu nógv tey yngru hugsa um eftirlønina, men tey hugsa kanska meiri um at læra seg at gera lønandi íløgur, tá tey í framtíðini fáa pening millum hendurnar. - Eg havi varhugan av, at