Í dag 26.januar 2023 fingu 18 næmingar prógv, sum heilsurøktarar á Heilsuskúla Føroya. Á myndini eru teir, aftara rað frá vinstru: Olga Dys Hansen Streymnes, Elisa Augustinussen Vágur, Irdi Elisa Andreasen [...] Andreasen Hósvík, Sonja Simonsen Fuglafjørður, Sissal Poulsen Vágur, Sissal S. á Bøgarði Kaldbak, Beinta Müller Vestmanna, Maibritt P. Á Regni Toftir, Andrea Jakoba Jensen Hvalba og Erika Joensen Strendur
Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari [...] Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna. Anna Maria Reinert [...] Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt. Hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari øll árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari
góðkenna, at valstað verður í Hoyvík-. Í Tórshavnar kommunu eru sjey valstøð. Størsta valstað er í Havn, og á løgtingsvalinum 8. desembur høvdu 13.482 fólk valrætt. Hini valstøðini í kommununi eru Argir, K [...] Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Kaldbak og Hestur. Hoyvík er ikki sjálvstøðugt valstað hóast tað eru 3.284 fólk í Hoyvík, sum hava valrætt. Tey skulu øll oman í ítróttarhøllina á Hálsi at velja og tað [...] valstað í Hoyvík. Varð Hoyvík skipað sum egið valstað, høvdu teir 3.284 veljararnir atkvøtt har, og tá hevði talið á veljarum við valrætti á valstaðnum í Havn, minkað úr 13.482 veljarum, niður í umleið
sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk. Fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan, tá borgarstjórin Heðin Mortensen loysti fyrsta flagið. Umboð fyri kommunalu [...] sum skal gera arbeiðið, sum skal verða liðugt á sumri í 2024. – Kaldbaksfólk hava verið sera spent uppá høllina, sum verður eitt savningarstað í bygdini, sum bæði skal brúkast til ítrótt og onnur tiltøk
fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november í ár í mun til somu tíð í fjør. Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar [...] sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum. Trendurin vísir, at deyðatalið, sum higartil í ár hevur ligið um 45 í miðal mánaðarliga, nú liggur um 35 í miðal mánaðarliga. Fólkatalið í kommunum [...] Sumbiar og Skálavíkar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Sørvági og í Skálavík. Tilsamans 53.552 54.159 607 1,1 Fugloyar
fólk stilla upp á løgtingsvalinum í dag. Talan er um 100 menn og 69 kvinnur. Soleiðis halda allir flokkar tilsamans seg innan fyri ásetingarnar í javnstøðulógini um, at í minsta lagi 40 prosent av hvørjum [...] eru 59,2 prosent menn og 40,8 prosent kvinnur. Tað er flokkunum loyvt at stilla upp 43 valevni hvør. Í løgtingsvallógini er ásett, at flokkar kunnu stilla 10 fólk fleiri upp, enn tað kunnu veljast á ting [...] Trongisvágur 159 4 Frank Jacobsen, lærari, 100 Tórshavn 160 5 Jann Johannesen, sølumaður, 180 Kaldbak 161 6 Jenis av Rana, lækni, 100 Tórshavn 162 7 Jóhanna Niclasen, tolkur, týðari, Klaksvík 163
vøruprísum og rentuni í huga. Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 78,2 mió. kr, ella 6,7%, upp í 1.240,3 mió. kr í mun til inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2022 uppá 1.162 mió.kr. Kommun [...] høvuðsstaðarkommununi er enn í stórum vøkstri. Fólkatalið í Føroyum er d.d. 54.111 og veksur støðugt. Størsti vøkstur í tali er í Tórshavnar kommunu. Nú búgva umleið 23.000 fólk í kommununi, svarandi til 42,5% [...] landinum. Íløgan í Tórshavnar havn í 2023 er 20 miljónir. Umframt hesi nevndu eru aðrar íløgur, eitt nú íløgur í bæði parkeringstunnil og parkeringshús, umframt íløgur í fleiri útstykkingar. Úrslit Í fyriliggjandi
ganga í kirkju her, eisini á ungum árum, tá tað kanska var tungt at vakna ein sunnumorgun og fara í Harrans hús. - Jú, mær dámdi væl at ganga í kirkju, og tað geri eg enn. Tað er altíð gott at sita í kirkjuni [...] til dekn, tí at eg gekk regluliga í kirkju her, greiðir hon frá. - Her havi eg í roynd og veru altíð følt meg væl. Tað var í roynd og veru ein ”starvsfelagi” hennara í kirkjuni, deknurin Carl Johan Petersen [...] at vera deknur í kirkjuni, var Carl Johan eisini handilsmaður í ”Eldhús” á Sandi. Og tann eina dagin komu tey í prát, tá Fridrikka var farin til handils. - Hann spurdi, um eg var áhugað í at gerast deknur
Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð. Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera [...] tilboðnum. Málið varð endaliga avgreitt á býráðsfundi 29. september í ár. Fyrradagin varð so sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak undirskrivaður. Á ovastu myndini síggjast f.v. Karstin Vang, b [...] byggifrøðingur og stjóri á ÁTS spf., Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
000 tons í 2030 í Føroyum. Harafturat ætla vit at framleiða 900.000 tons aðrastaðni í verðini, sigur Ólavur Gregersen. Ólavur Gregersen Føddur 1968 Cand.merc. við sergrein í altjóða handli Stjóri í sp/f Ocean [...] gjørdar av, hvussu innihaldið í taranum broytist við árstíðini, og hvussu vøksturin á teymunum kann mennast. Í 2017 keypti Ocean Rainforest eitt framleiðsluvirki í Kaldbak. Í dag hevur felagið umleið 150 [...] leggur teg eftir at koma í fremstu røð. Tað krevur, at tú samstarvar við tey bestu, bæði í Føroyum og uttanlands. - Tað hevur týdning í breiðum føroyskum høpi, at vit byrja at koma inn í hetta. Landið rindar