Nú eru vit 54.150 fólk í Føroyum

54.150 búðu í Føroyum í november — vøksturin er 1,1%

 

Stívliga 54.150 fólk búðu í Føroyum 1. november. Tað eru góð 600 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá hann var 1,5%.

Seinasta árið er vøksturin í fólkatalinum minkaður úr 1,5% niður í 1,1%. Minkingin kemur serliga av burðaravlopinum, sum hevur verið óvanliga lítið seinasta árið. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 124 fólk og eini nettoflyting á 483 fólk. Í talvuni niðanfyri sæst millum annað, at nettoflytingin var eitt sindur minni enn í undanfarna tíðarskeiði, og at burðaravlopið minkaði við meira enn helvtini.

Mong flyta frá — fleiri flyta til

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Eftir tað vaks fráflytingin lutfalsliga skjótt, og síðani fram til síðst í 2021, og hevur síðani ligið um í miðal 117 fólk mánaðarliga. So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.

Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi fram til juni mánaða í ár, og hevur síðan ligið um 160 fólk í miðal mánaðarliga. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið.  

Færri verða fødd — færri fella frá

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at burðartalið er minkað nakað seinastu tíðina og liggur nú beint yvir 50 børn í miðal mánaðarliga.

Deyðatalið, sum hevur verið óvanliga høgt í nøkrum av seinastu mánaðunum, tykist nú at minka aftur. Hetta sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum. Trendurin vísir, at deyðatalið, sum higartil í ár hevur ligið um 45 í miðal mánaðarliga, nú liggur um 35 í miðal mánaðarliga. 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november í ár í mun til somu tíð í fjør. 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar og Skálavíkar kommunu. 

Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Sørvági og í Skálavík.

 

Tilsamans53.55254.1596071,1
Fugloyar kommuna383912,6
- Hattarvík101000
- Kirkja282913,6
Viðareiðis kommuna354346-8-2,3
- Viðareiði354346-8-2,3
Hvannasunds kommuna41542051,2
- Depil275250
- Hvannasund252246-6-2,4
- Múli000-
- Norðdepil15816463,8
- Norðtoftir3300
Klaksvíkar kommuna5.3985.440420,8
- Klaksvík5.0275.055280,6
- Árnafjørður7766-11-14,3
- Norðoyri1321552317,4
- Ánirnar5351-2-3,8
- Mikladalur242514,2
- Trøllanes1318538,5
- Svínoy3129-2-6,5
- Húsar343400
- Syðradalur, Kalsoy7700
Kunoyar kommuna14614600
- Haraldssund6766-1-1,5
- Kunoy798011,3
Fuglafjarðar kommuna1.6111.627161
- Fuglafjørður1.5991.615161
- Hellurnar121200
Eysturkommuna2.2402.272321,4
- Leirvík1.0181.030121,2
- undir Gøtueiði3433-1-2,9
- Gøtugjógv5057714
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400
- Norðragøta64965891,4
- Syðrugøta48549051
Nes kommuna1.4471.487402,8
- Nes, Eysturoy36136871,9
- Saltnes14515385,5
- Toftir941966252,7
Runavíkar kommuna4.2714.334631,5
- Oyndarfjørður134133-1-0,7
- Elduvík1215325
- Funningsfjørður6261-1-1,6
- Æðuvík110108-2-1,8
- Glyvrar432465337,6
- Lamba15916563,8
- Rituvík316331154,7
- Runavík590586-4-0,7
- Saltangará1.1021.10420,2
- Skipanes4956714,3
- Søldarfjørður381362-19-5
- Lambareiði109-1-10
- Skála733755223
- Skálafjørður13413400
- Funningur475036,4
Sjóvar kommuna1.1391.191524,6
- Innan Glyvur878700
- Kolbeinagjógv3332-1-3
- Morskranes3534-1-2,9
- Selatrað404112,5
- Strendur944997535,6
Eiðis kommuna779807283,6
- Eiði699722233,3
- Ljósá363600
- Svínáir4449511,4
Sunda kommuna1.8231.818-5-0,3
- Norðskáli334327-7-2,1
- Oyrarbakki16316853,1
- Oyri16716810,6
- Gjógv2125419
- Haldórsvík11211865,4
- Langasandur474924,3
- Tjørnuvík4847-1-2,1
- Saksun111100
- Hvalvík255253-2-0,8
- Nesvík000-
- Streymnes329328-1-0,3
- Hósvík336324-12-3,6
Tórshavnar kommuna22.68123.0203391,5
- Kollafjørður82782700
- Oyrareingir4440-4-9,1
- Signabøur15015553,3
- Argir2.4322.506743
- Tórshavn13.77713.9581811,3
- Kaldbak253248-5-2
- Kaldbaksbotnur98-1-11,1
- Mjørkadalur000-
- Sund1100
- Hvítanes101100-1-1
- Hoyvík4.4934.571781,7
- Norðradalur101000
- Syðradalur, Streymoy98-1-11,1
- Kirkjubøur8878-10-11,4
- Velbastaður241264239,5
- Hestur171700
- Koltur000-
- Nólsoy22922900
Kvívíkar kommuna600598-2-0,3
- Kvívík380392123,2
- Leynar119111-8-6,7
- Skælingur131300
- Stykkið3833-5-13,2
- Válur5049-1-2
Vestmanna kommuna1.2511.269181,4
- Vestmanna1.2511.269181,4
Vága kommuna2.1562.178221
- Sandavágur9821.005232,3
- Miðvágur1.1311.13320,2
- Vatnsoyrar4340-3-7
Sørvágs kommuna1.2521.241-11-0,9
- Sørvágur1.1531.140-13-1,1
- Bøur717322,8
- Gásadalur1312-1-7,7
- Mykines151616,7
Skopunar kommuna455469143,1
- Skopun455469143,1
Sands kommuna529524-5-0,9
- Sandur529524-5-0,9
Skálavíkar kommuna138125-13-9,4
- Skálavík138125-13-9,4
Húsavíkar kommuna109105-4-3,7
- Dalur3734-3-8,1
- Húsavík6361-2-3,2
- Skarvanes910111,1
Skúgvoyar kommuna4135-6-14,6
- Skúgvoy3130-1-3,2
- Stóra Dímun105-5-50
Hvalbiar kommuna677669-8-1,2
- Hvalba606601-5-0,8
- Sandvík7168-3-4,2
Tvøroyrar kommuna1.7681.765-3-0,2
- Froðba28628820,7
- Trongisvágur530518-12-2,3
- Tvøroyri86687260,7
- Ørðavík2928-1-3,4
- Ørðavíkslíð575923,5
Fámjins kommuna8478-6-7,1
- Fámjin8478-6-7,1
Hovs kommuna10010333
- Hov10010333
Porkeris kommuna318333154,7
- Porkeri318333154,7
Vágs kommuna1.3761.38040,3
- Vágur1.3761.38040,3
Sumbiar kommuna356340-16-4,5
- Lopra8877-11-12,5
- Sumba253250-3-1,2
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1513-2-13,3
     
 

Viðm.:

 
    
Uppgjørt fyrst í mánaðinum    
Kelda: Hagstova Føroya