samgongusliti, um samgonguflokkar fóru at atkvøða fyri uppskotinum at seta eina stjórnmálanevnd. VIÐ hesi ódemokratisku framferð gongur løgmaður partvís ímóti viljanum hjá sínum egnu veljarum, og partvís [...] Sambandsflokkin sjálvan og møguleikarnar at skipa eina samgongu eftir næsta val? UM flokkurin ikki loysir upp fastlæstu støðu sína frá 1974, verður hvørki møguligt at skipa eina borgarliga samgongu við Fólkaflokkin
føroyskar fyritøkur gera íløgur í oljufeløg. Sjálvandi skulu vit vera við í framtíðar menningini av hesi vinnu og fáa ágóðan av henni. Men her mugu vit standa saman við einum høvuðsarbeiðsgevara: almennu [...] karmarnar. Vit síggja einki skeivt í tí, at útlendsk feløg og føroyskt vinnulív royna at byggja nakað upp, men hetta má verða í tráð við tann almenna oljupolitikkin. TAÐ, sum her er komið fram, gevur orsøk [...] frá føroyskum vinnulívi um at virka saman í sambandi við komandi útbjóðingar! Er ikki vandi fyri, at hesi feløg, um so er, at eitt ávíst felag kann vinna sær fyrimunir í eini útbjóðing, tí tað arbeiðir saman
avtalurnar, tó við undantaki av avtaluni um undirgrundina frá 1992. NÝGGJA avtalan fer ivaleyst at rudda upp í ringu og turbulentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, og hon fer eisini at skapa tryggari [...] samráðingunum. Samanumtikið kann sigast, at ein breiður meirluti av løgtinginum kann taka undir við hesi avtaluni. NÚ henda avtala er gjørd er so spurningurin, hvussu verður við víðari viðurskiftunum millum
Hesi orðini hjá ribbaldinum í SvF seinastu vikurnar, Kára Cool, kunnu vit ikki annað enn taka til okkara. Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess [...] alt fyri eitt í geyma, og saman við serkønari hjálp uttan fyri húsið hava vit á Internetinum bygt upp fyrstu føroysku internetávísina. Síðani 4. september í fjør hevur Sosialurin verið dagførdur á Internetinum
føroyskum búnað eru ein partur av hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum. STEVNURNAR líkasum loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki [...] sín part av hesum dámi. Tær líkasum boða frá nøkrum góðum og livandi. Við teimum fer bráddliga alt upp at liva, sum hevði stórur partur av samfelagnum og fólkinum her ligið í dvala í longri tíð. STEVNURNAR
eigur einki at verða latið upp til tilvildina. Nú mugu landsstýrið og Uttanlandsnevnd viðgera málið í størsta álvara og gera tað skilabesta. Hvørvítt tað er at taka tað upp á politiskum stigi ella halda [...] viðurskiftunum, sum tó ikki eru minni týðandi og álvarssom fyri tað, so skal landsstýrið í næstum upp til sína fyrstu sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir. FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu [...] er so eitt stig á leiðini. Afturímóti at samráðast um bankaendurgjald og skuld hvør í sær, so verða hesi málini nú tikin undir eitt. Harumframt vil landsstýrið eisini hava blokkin uppí samráðingarnar, og
hevur tikið seg upp, nú landsstýrið einki hevur ímóti at tengja spurningin um bankaendurgjald og um skuldina saman. Tí nettup fyrrverandi løgmaður hevur alla tíðina greitt víst á, at hesi bæði tingini máttu
Vit hava ferð eftir ferð spurt, hvussu tað ber til, at ikki fólkafloksfólk taka til orðanna móti hesi ómenniskjansligu skriving. Nú hava vit so fingið váttað frá landsins hægsta leiðara og frá leiðara [...] fer at reka sosialistiskan almanna- og heilsupolitikk? Og tað er væl júst tað hon longu hevur lagt upp til í nýggja sessi sínum. Ja, tað verður spennandi at síggja, hvusus langt loyalitetur ÓBðs røkkur
hvussu manningarnar á tingi og í landsstýri fara at klára seg. Vónandi fer nýggja samgongan at liva upp til andan í stýrisskipanarlógini um at taka andstøðuna við í allari tí parlamentarisku prosessini. [...] hesar stovnar og starvfólkini har um koll - at tað fer at verða alneyðugt við størri játtanum til hesi øki. Og tá nýggi almanna- og heilsumálaráðharrin tosar um rationaliseringar og langtíðarætlanir innan [...] og sjálvstøðugar Føroyar, so ber ikki til at hava trý stór sjúkrahús og framhaldandi at útbyggja hesi. Tað eru rætt og slætt ikki pengar til tess. At nýggi fíggjamálaráðharrin haraftrat kemur úr Klaksvík
tjóðveldisflokkinum, á henda henda hátt verða niðurgjørdir og útspiltir! VIT hava oftani tikið spurningin upp, hvussu tað ber til, at leiðandi fólkafloksmenn góðtaka, at ein av teirra ovastu leiðarum, fremur [...] við. Vit hava ilt við at trúgva, at fólkaflokkurin í veruleikanum tekur undir við og løðir Óla B til hesi fúlu álop. Men var nakað format yvir komandi løgmansevninum, so átti hesin alment at biðið tjóðve [...] tykki so umráðndi at fáa eina hugburðsbroyting inn í føroyska politikk. At stýrisskiparnarlógin leggur upp til størri samstarv við andstøðuna er so eitt. Men hetta er ikki nóg mikið. Føroysk landsstýri eiga