Meet me on my homepage?!

Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð, og Internetið er vorðið ein týðandi liður í blaðarbeiðinum

Hesi orðini hjá ribbaldinum í SvF seinastu vikurnar, Kára Cool, kunnu vit ikki annað enn taka til okkara.


Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess at skilja orðini.


Kári Cool sipar til tøkniligu menningina, sum við rúkandi ferð gongur yvir høvdi okkara. Á føroyskum høvdu orðini ljóðað: »Vit hittast á heimasíðu míni!« - altso á Internetinum.


Tað eru nú gott og væl tvey ár síðani, at føroyingar í Føroyum fingu høvi at »surfa« á internetinum, ella »at rógva út«, sum málfrøðingarnir vilja hava okkum at siga.


Røddir hava verið frammi og ávarað móti avleiðingunum av heimsumfatandi vevi - internetinum, har tú hevur møguleikan at »ferðast« kring allan knøttin uttan nakað hóvasták og uttan nakað eftirlit.


At Internetið var ein risastórur miðil, løgdu vit okkum alt fyri eitt í geyma, og saman við serkønari hjálp uttan fyri húsið hava vit á Internetinum bygt upp fyrstu føroysku internetávísina. Síðani 4. september í fjør hevur Sosialurin verið dagførdur á Internetinum hvønn dag - og allar greinarnar liggja á einum stórum dátabása, ið kann lesast, hvar í heiminum tú enn ert, og greinarnar eru um 5.000 í tali higartil.


Tað eru sjálvsagt fleiri bløð undan okkum, sum hava fingist við internetútgávu. Í Danmark eru tey fleiri, men har eru tey komin eftir, at hetta ikki er tann stóra inntøkukleldan hjá bløðunum - men heldur ein tænasta til lesaran.


Men hjá einum føroyskum blað er øðrvísi: Ein føroyingur, sum býr uttan fyri landoddarnar - og ikki at tala um, býr hann uttan fyri Norðurlond - frættir einki heiman.


Men ein føroyingur, sum heldur Internet-Sosialin, hann kann lesa alt tilfarið í blaðnum - áðrenn prentaða blaðið er á gøtuni.


Hetta er kynstrið hjá einum føroyskum blað á Internetinum. Og hetta var eisini kynstrið hjá Jerusalem Post, ið soleiðis nær sínum stóra lesaraskara í USA.


? Vit hittast á heimasíðuni hjá Sosialinum. Adressan er: www.sosialurin.fo