Í russiska álopinum á Ukraina í nátt varð pólska sendistovan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, rakt.
Tað upplýsir pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski.
Uttanríkisráðharrin skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at eingin fólkaskaði stóð av álopinum.
- Eg havi snakkað við sendimannin. Øll eru í tryggleika.
Radoslaw Sikorski leggur aftrat, at Ukraina tørvar meira loftverju fyri at verja seg móti russiskum álopum.