hvussu ónøgdur hann var við gongdina í samfelagnum. Undan rættarfundinum høvdu Kriminalforsorgin og ákærin tosað saman um revsing, og mett var, at best var við viðgerðardómi. Tað var tann ákærdi maðurin [...] ítrivsrúminum. Tá ið hann seinni um dagin skuldi fara inn hagar, var rúmið læst. Hugsan hansara tá var, at einki bar til, og at stongt var fyri honum. Tá ið maðurin varð handtikin, tók politiið alt frá honum [...] Í rættinum í gjár sat ein 31 ára gamal maður, sum dugdi væl at orða seg, og var sera politiskt tilvitandi. Tað var hetta politiska medvitið, sum meira ella minni beinleiðis fekk hann at fremja eina brotsgerð
stríddust um returbóltin, men tað var Páll A. Klettskarð við stóra máltevinum, sum var fyrstur á og skoraði. Fagnaðurin var øgiligur, og hóast HB tað mesta av tíðini leikliga var greitt omaná, so vóru møguleikar [...] Símun Samuelsen var stór. Símun Samuelsen var fleiri ferðir um reppið at gerast púra leysur, men aftur hesa ferð var tað fleiri ferðir soleiðis, at eitt hálvt skritt ov lítið ella ov nógv var á skránni. Rókur [...] til. Sannleikin í útsøgnini var størri tann tíð tað var, enn hann hevur verið seinnu árini, tá ið tað eru fleiri onnur, ið stríðast um fremstu plássini. Men sunnudagin var tað sum í gomlum døgum, tá ið
rokningin var til. Eitt krav var eisini frá TAKS, men hetta var kortini avskrivað, meðan sakførarin var stjóri í felagnum, hóast boðað var frá, at ágóðar vóru í felagnum. Meðan sakførarin var stjóri í felagnum [...] í juni 2007 var bankin ivasamur um gongdina í byggingini, sum serliga av tekniskum ávum gekk trupult, og støða var tí tikin til, at koyra stjóran frá. Talan var um sama mann, sum esini var stjóri í dó [...] ein krana, ið ikki var at finna í Føroyum, og tí varð avgerð tikin um at keypa ein slíkan. Saman við komandi kranaføranum fór ákærdi niður til Danmarkar, har kranin var keyptur. Hetta var gjørt í einum n
Fótbóltur Tað var tætt, tað var spennandi, og tá ið støðan alt seinna umfarið var 2-2, sigur tað seg sjálvt, at tað var ógvuliga spennandi. Úrslitið gjørdist 2-2. Havnarmenninir vóru farnir suður í vónini [...] n hjá honum var uppbrúkt. Tá ið eitt korter var eftir, sendi hann upp undir innaru síðuna av tvørtrænum, og bólturin var bæði á rygginum á HB málverjanum og á stólpanum, áðrenn vandin var av. Fimm minuttir [...] undir veingirnar, var sum ein køttur yvir bóltinum, setti ferð á og var kaldur, tá ið hann setti framvið HB málverjanum. Talan var um dyggan frammaná hjá HB, og lítla løtu seinni var støðan tvífalt so
Posin var so fínur, at tú fekk kanska eina stoppinál ígjøgnum meskarnar. Her skuldi alt koma í, uttan mun til, hvussu smátt tað var. Yngul var áhugavert. Trolað varð eftir tí beinanvegin, tað var blivið [...] úr tí, so nógv var í. Tá nógv var í, tá fluttu vit gjarna. Ofta vóru atfinningar, at vit tógaðu nær landi. Nógvir hildu, at vit royndu eftir botnfiski, men tað var tað ikki. Trolið var uppi undir vat [...] mistu vit línuna. Svabo var sum so eitt gott skip, men hann var óróligur. Upphaldsrúmini vóru ikki nakað serlig. Hann var ein gamal danskur ídnaðarfiskibátur, Jens Væver, sum var keyptur til hetta endamálið
gomul. Hon var úr Suðuri og var ein av teimum, sum hevði verið send til Dímunar og bleiv verandi alt lívið. Gott kornpláss Dímun var eitt gott kornpláss, tí tað var góður sólargangur. Tað var eisini velt [...] í Dímun innan tvey ár um ta tíðina, eg var føddur í 1924. Pápi var tann síðsti. Ein mánað, áðrenn eg var føddur, doyði ein skúoyingur Johan í Jógvanstovu, sum var gamal drongur, og so ein tey kallaðu Lisa [...] síðsta vit veltu korn, var í 1943. Tað, sum annars er kent um kornvelting aðra staðni í Føroyum, var undir fyrra veraldarbardaga, tá ið korntrot var. Men eg minnist kortini, tá ið eg var óviti í Skúgvi, at
bert »Borgin«, sum var eitt størri skip fekk meira. Nakað sama mynd var í 1951. Men at koma við »Yvonnu« var ein heilt onnur verð. Yvonna var ein skonnart og tók meira. Afturat tí var hon tá umbygd. »Norðfarið« [...] partur av kommununi Meðan Eiði var ein tann fremsta bygdin í Eysturoynni, so var tað strævið at búgva við Ljósá. Handil var eingin við Ljósá. Skuldi farast til handils var at fara til gongu til Eiðis ella [...] mastrini, og hann plagdi eisini at skjóta úr tunnuni. Tað var ein kvota á kópi. Tá ið hon var veidd, var farið á hákellingaveiðu, har endamálið bert var at fáa livrina, sum er ein stórur partur av allari vektini
áðrenn tað sløknar aftur. Sigvald var ikki pátrúgvin, og hann var sannførdur um, at har var okkurt, sum var á vási. Hann kundi havt hug at kanna hetta nærri, men tað var bølamyrkt og eitt sindur av lívi [...] lá betur fyri at vera meira heima. Hetta var aftaná, at fiskimarkið varð flutt út, og tað var so nógvur fiskur at fáa. Fyrstu árini var tað ein vansi, at tað var so trupult at sleppa av við fiskin. Men [...] antin bert fimm sekund fyrr ella seinni, so var einki hent. Har, teir komu uppá Kellingina, var ein góð hella, men hon var ikki eitt blívandi stað. Hetta var á fjøru, og teir vistu, at tá ið tað fløddi
til tónleikin. Men tað var ikki fyrr enn Suspekt var á skránnið at festival økið veruliga byrjaði at fyllast, fólk streymaðu oman á sandin og tað vardi ikki leingi áðenn sandurin var fyltur við fólkið. Dagurin [...] Dagurin sum heild var av teimun heldur friðaligu, veðri var gott, meðan stemmningurin var deiliga avlsappandi og góður. Út á kvøldið fyltist tó meira við fólkið. Sí myndirnar frá degnum her : [...] avslappaði og høvdu góðar stundir at njóta tónleikin, familjuna og nærveruna. Serliga var tað spæliðplássið, ið var karmur um mangar hugnaligar løtur við fangandi tónleiki, sum fekk fólk at støðga á eina
belti í jiu-jitsu, so tað var við stórum eygum at føroysku áhugaíðkararnir hugdu at. Hesi sloppu tó eisini at royna seg. Kappingin var serlig eftirsum at einasti máti at vinna var, at fáa mótstøðufólki at [...] at geva seg. Sostatt var teknikkurin í hásæti. Eisini var sermerkt at kvinnur og menn kappaðust í sama bólki. Í vektbólkinum undir 82 kg vann Jonas Troest Petersen undir eyknavninum "Duracell". Á øðrum [...] triða plássi komu ávikavist Gunnar Magnussen on Rene Wiberg. Kappingin yvir 82 kg var eitt sindur øðrvísi skipað, og endin var at Martin Golightly vann kappingina eftir eitt bólkaspæl.