10. partur
Kinna og eg giftust í Havnini í 1950. Hon var dóttur Elisabeth og Niels Mørk í Sandvík. Tað lá væl fyri at vit komu at hittast, tí tað var so nógv samband millum Dímun og Sandvík. Tey úr Sandvík komu nógv til Dímunar. Tað var eisini onkur úr Sandvík, sum var fastur ræningarmaður í Dímun. Vit komu eisini nógv til Sandvíkar.
Niels Mørk hevði ein leiklut í flaggmálinum, sum greitt frá í bókini hjá Niels J. Arge um Merkið.
Tað var í oktober 1922, at Niels Mørk hevði Merkið á stong, tá ið hann við motorbátinum Tórgrimi fór suður á Tvøroyri eftir brúður síni, sum var ættað frá Gjógv.
Niels helt, at hetta mundi vera fyrstu ferð, at eitt deksfar hevði føroyskt flagg.
Men leikluturin hjá Nielsi í flaggmálinum var ikki úti við hesum.
Hann slapp ikki til Grønlands í 1931 við sluppini »Vestmanna« hjá N.J. Mortensen. Orsøkin var, at hann hevði flaggað við Merkinum. Niels greiddi frá: »Nógvir skiparar høvdu hug at flagga við Merkinum, men tú mátti gera tær greitt, at øvrigheitin var eftir tær beinanvegin. Tað var ikki so lætt, tá tú ikki átti skipið sjálvur.
Hetta árið førdi Óla Johan Viberg, Viberg á Sevmýri, skonnartina »Honnu« hjá J. Mortensen. Kvøldið fyri, sum »Hanna« skuldi fara á Suðurlandið, komu vit ásamt um, at Viberg skuldi heysa føroyskt flagg, tá ið hann fór avstað, og vit skuldu heilsa honum við føroyskum flaggi, sum siður var tá í tíðini, tá ið skip fóru.«
Niels bað reiðaran um loyvi til at flagga, men fekk einki greitt svar. Hann spurdi tí hina gomlu, Josefinu Mortensen, einkjuna eftir Niels Juel. Hon bað hann bara flagga.
Men tá ið »Hanna« fór út eftir fjørðinum heysaði Óla Johan danskt flagg. Tað vildi Niels ikki, men knýtti tað føroyska flaggið í flagglínuna. Johan, pápi Steinbjørn B Jacobsen, motorpassarin, sum eisini var úr Sandvík, styðjaði Niels í hesum.
Sýslumaðurin, Christian Djurhuus, frætti um flaggið, og boð fóru straks til reiðaran Gudmund Mortensen um at taka flaggið niður. Gudmund sendi boð oman á »Vestmanna« til Niels, men hann helt, at tá hann ikki kom sjálvur, so mundi hann ikki meina so nógv við tað.
Sýslumaðurin sendi politistin Stóra Martin oman við boðum um at strúka flaggið. »Strúka flaggið,« sigur Niels, »tað kann eg ikki gera, tí eg havi einki strúkijarn umborð. So má tað fara heim til seymikonuna Mariu í Skorti at strúka!«
Flaggið bleiv tó hangandi uppi allan dagin.
Tá ið teir komu aftur úr Grønlandi fekk Niels at vita, at nú sluppu teir ikki aftur til Grønlands. Hetta mundi vera tøkkin. Hetta gjørdi ikki so nógv, tí teir gjørdu tað eins gott undir Íslandi. Vestmanna flaggaði tískil alt árið við føroyskum flaggi.
Hetta dámdi ikki yvirvøldini, og pápa Johan, Óla Jákupi, varð álagt ein bót. Men hann svaraði, at teir kundu seta seg í skansan, men bót rindaði hann ikki.
Annars førdi Niels skip heilt fram til seinna heimsbardaga. Tað lá væl fyri hjá honum. Kinna og tey vóru fimm systkin. Tað vóru fýra sum komu til. Tríggjar systrar liva eftir.
Ein ættargrein hjá Kinnu gongur aftur til Barbaru Simonsdatter f. 1799, sum giftist inn í Barbustovu í Syðrugøtu. Barbara var ættað av Blankskála, dóttur Simon Poulsen, sum doyði ungur.
Blankskálamenn vóru farnir í torranum á Skallarnar við seksmannafari í 1803. Tað kom illveður, og teir fingu harðan andróður til lands. Teir høvdu 27 tímar til Viðareiðis.
Tveir av teimum doyðu av overving, eftir at teir vóru komnir til lands. Hetta vóru brøðurnir Poul, 30 ár og Símun Poulsen (45 ár.) Sagt varð, at hesir vóru teir raskastu av monnunum.
Símun doyði frá seks børnum, og tey fóru í ymiskar ættir. Tríggjar døtur komu til Gøtu, Barbara var so ein av teimum. Tvær døtur hennara giftust til Gjáar.
Poul og Símun eru tískil við á minnisvarðanum í Syðradali K.
Ein fastur Símun, Barbara Simonsdatter, Cathrina giftist við Ole Jacobsen í Tjørnustovu í Norðragøtu, sum eg sjálvur eri ættaður frá. Pápi Cathrinu, Simon Poulsen f. 1695 av Blankaskála er tískil felags ættarfaðir hjá mær og Kinnu
Ættarfólkini hjá Kinnu var nógv og ferðaðist í Dímun. Esther, systir hennara, greiðir frá, at hon hevur hildið jól í Dímun. Døtur hennara Elisabeth og Torgerð greiða eisini frá, hvussu stuttligt tað var at koma út hagar.
Ravmagn
Viðvíkjandi ljósi høvdu vit petroliumslampur sum øll onnur. Men vit fingu ravmagn í 1949. Hetta var við motori og javnstreym. Hetta var í hvussu er fyrr enn nógv staðni í landinum. Tað kom av teirri grund, at vit høvdu radio og telefon, sum varð drivið av akkumulatori. Hesir máttu sendast av oynni at løðast upp. Hetta var eisini eitt stríð. Jógvan Skýlindal, kendur telefonmaður av Eiði, var tann, sum ferðaðist mest til Dímunar at hyggja at telefonini. Hann bjóðaði sær til at skaffa okkum motor og battaríir, um vit vildu. So skuldi telefonverkið orðna restina.
Soleiðis fingu vit ravmagn. Tá slapp mann eisini undan at senda akkumulatorar av oynni. At fáa ravmagn var eitt framúr framstig hjá okkum sum hjá øðrum.
Ikki var motorurin stórur. Hann var sum ein kaffimylla. Vit keyptu hann frá Radio Karl. Motorurin koyrdi uppá bensin. Vit brúktu kanska einar tvær tunnur av bensini um árið.
Nú hava vit ein størri motor, sum verður rikin av SEV.
Fremmandafólk
Tað komu nokk so nógv fremmandafólk til Dímunar. Tað mesta eg minnist var ein dag seinast í 40-unum, tá komu umleið 170 fólk. Tað komu fimm bátar ymsastaðni frá, líka frá Tvøroyri, Havnini og Vágum.
Janus Djurhuus plagdi at koma til Dímunar. Helst ta seinastu ferð, hann var haruppi, hugleiddi hann soleiðis um Dímun:
Á Føroya prúðu bringu søgutímin
teg festi sum eitt prýði, Stóra Dímun,
í tínum brekkum jótra júgurtungar kýr,
í tínum skorum bjargaseyður býr,
teg prísar Atlantshav við villum urgutónum
í samljóði við fuglamilliónum-
- men nornan stranga høgt frá Øssursdrangi
- sum áður – boðar enn frá feigdarfeingi
Ein fastur gestur, sum kom á hvørjum ári var Carl Johan Bech, djóralækni. Tað var kanska eins nógv av hugi enn sum djóralækni, hann kom. Men vóru tá nakrir »sjúklingar«, so tók hann sær sjálvandi av teimum.
Tað koma framvegis nokk so nógv fremmandafólk til Dímun, og hetta er partvíst fíggjarliga grundarlagið undir Dímun. Nú eru eisini skipaðar útferðir, og fólk kunnu støðga nakrar tímar.
Allar atkvøðurnar til javnaðarflokkin
Inntil fyri nøkrum árum síðani var Dímun eitt valstað. Mong val fóru allar tær 5 atkvøðurnar til javnaðarflokkin, so tað kundi ikki sigast at vera nakað serliga loyniligt val, tí hetta vóru almenn tøl, sum komu í bløðini. Seinni er Dímun sum valstað lagt saman við Skúvoy, og tað er samlaða talið fyri sóknina, sum kemur alment fram.
Tað var annars ikki fyrr enn mitt í 40-unum, at vit sluppu at velja í Dímun. Áðrenn tað máttu vit fara til Skúvoyar at velja, men eg minnist einki til, at tað varð gjørt. Tað kundi sikkurt havt verið valt við brævatkvøðu, men tað varð heldur ikki gjørt.
Fingu eplir
fyri hvølpar
Vit royndu at velta epli, men tað fruktaði illa. Vindur gjørdi altíð meira ella minni fortreð. Slokkarnir toldu ongan vind. Vit keypti eisini nógv eplir av Sandi.
Vit høvdu hundar, og vit lótu nógvar hvølpar til seyðahundar, serliga til Sandoynna. Prísurin var ein sekk av eplum fyri hvølpin. Tað var bíligt. Hvølpar verða framvegis seldir, men nú er tað kontant.
Vit høvdu eisini altíð hønur og gæs. Gæsnar vórðu turkaðar, og so fingu vit turra gás. Hetta var fastur morgunmatur, tá ið gásin var tornað í februar og mars og úteftir. Turr gás við heitum drýli, tað var gott. Um summarið fingu vit rómastamp til morgunmatar saman við nýbakaðum drýli.
Um veturin kundi vera til morgunmatar saltaðir havhestaungar, turr gás, gásarístur, garnatálg ella fløt, altíð drýl afturvið. Til døgurða var oftast saltaður lundi ella annar fuglur við eplum.
Tað vóru eisini serligir kjøtdagar. Høgtíðsdagar var altíð kjøt, fyri tað mesta neytakjøt. Tað, sum ikki kundi etast feskt, varð saltað. Vit fingu eisini seyðakjøt, men tað mesta av seyðakjøtinum varð selt.
Nátturðin var ofta súpan, bótin var seyðaføtur og kjøtbein út á mjøl og grýn. Um heystið fingu vit eisini seyðarhøvd.
Allir tarvskálvar vórðu settir við, og teir vórðu dripnir trý ára gamlir. Teir vórðu seldir feskir av oynni sum fjórðingar. Teir vóru dripnir sama dag, sum mann slapp av við hann, feskari kundi tað ikki vera.
Goymdu
jólatræið
Høgtíðir royndu vit altíð at halda. Vit høvdu jólatræ og fingu tað vanliga úr Skúvoy. Tá so jólini vóru farin, var jólatræið vanliga goymt, sjálvt um nálirnar duttu av. Fekst so einki jólatræ tey komandi jólini, so var tað gamla tøkt. Gjarna átti mann gips. Tað varð so smurt uppá træið, so tað gjørdist hvítt.
Tað var fast, at vit ótu skinsakjøt um jólini. Vit høvdu altíð einar 4-5 seyðir, sum vit lótu ganga til jólaseyð. Teir blivu dripnir ikki seinni enn 14 dagar undan jólum. So varð kjøtið kókað og hongt í hjallin. Tá fekk kjøtið ein serligan smakk.
Man keddi seg ikki at eta tað sama dag um dag. Jólaaftan var tað fast at eta høvdini av jólaseyðinum. Tjógvini vórðu steikt.
Ofta fingu fólk jólagestir aðra staðni, men tað var ikki vanligt hjá okkum. Tað hevði vist eisini verið ov óhøgligt.
Mann kundi hugsa sær til, at lívið í Dímun var einsligt, men tað kom okkum als ikki til hugs. Sjálvt ta ferðina, vit einki samband høvdu við útheimin í 13 vikur, hugsaðu vit ikki um tað.
Jarðarferðir
Sum ískoyti til frásøgnina um kirkjuna kann eg greiða frá, at tað vóru tríggjar jarðarferðir í Dímun innan tvey ár um ta tíðina, eg var føddur í 1924. Pápi var tann síðsti. Ein mánað, áðrenn eg var føddur, doyði ein skúoyingur Johan í Jógvanstovu, sum var gamal drongur, og so ein tey kallaðu Lisa Magnussen. Hon doyði í 1922, 81 ára gomul. Hon var úr Suðuri og var ein av teimum, sum hevði verið send til Dímunar og bleiv verandi alt lívið.
Gott kornpláss
Dímun var eitt gott kornpláss, tí tað var góður sólargangur. Tað var eisini velt nógv korn í Dímun. Roynt var at hava eina tunnu av korni til hvørt vaksið fólk, men tað eydnaðist ikki altíð. Kom vindur um heystið, slaktaði hann akurin niður, og so fekst lítið burtur úr.
Tað síðsta vit veltu korn, var í 1943. Tað, sum annars er kent um kornvelting aðra staðni í Føroyum, var undir fyrra veraldarbardaga, tá ið korntrot var. Men eg minnist kortini, tá ið eg var óviti í Skúgvi, at korn varð velt har.
Vit høvdu sornhús, og kornið varð malið til mjøl. Abbi hevði fingið sær maskinur bæði til at rafsa kornið við, tá ið tað var turkað, og so eina hondmyllu til at mala tað til mjøl. Hetta hevði hann fingið frá Thomsen, tí upprunaliga einahandlinum á Tvøroyri.
Filmsbrúdleyp
í Dímun
Eg minnist eisini svenska filmsmannin Steen Nordenskiøld, sum gjørdi filmar úr Føroyum. Hann var sera nógv í Skúvoy, har hann hevði nógv samband við Johan Hentze. Nordenskiøld var eisini í Dímun í 1929-30 og tók film upp. Hann gjørdi eisini film um eitt par úr Dímun, sum giftist. Brúdgómur var Johan Hentze. Tá ið parið kom til Dímunar eftir víglsuna stóð pápi brúðgómin, spældur av Óla Jákup, pápa Johan, á helluni og tók ímóti.
Nordenskiøld var eisini í Dímun og ferðaðist eftir, at eg var tilkomin. Honum dámdi so væl í Føroyum.
Hann var tvær ferðir giftur við somu konu. Men hann skiltist eisini tvær ferðir frá henni.
Nordenskiøld hevði ynskt, at øskan av honum skuldi stroyðast í hagan í Skúgvi, men hesum loyvdi prestur ikki. Tá gjørdist tað til, at øskan fór til sjós. Tá fór kanska okkurt av henni at reka á land í Skúvoy og kanska eisini í Dímun!
Sum fyrr greitt frá, var nógv samband millum brøðurnar Kjartan og Johan Hentze og okkum í Dímun. Nú mánadagin fór Thomas Krogh til gravar. Hann var tann seinasti í teirra ættarlið. Thomas var giftur við systir teirra Jensiu.
Í komandi og seinasta parti
um Stóru Dímun broytist lívið fullkomiliga. Nú kemur tyrlan! Síðan verður ein partur um, tá ið ein skipsmanning lá skipbrotin Lítlu Dímun í 17 dagar