tað, at tað ikki gongur býráðnum so mikið á møti, at ein nútímans umvæling kann fra fram, soleiðis at vegurin kann setast í ein tílíkan stand, at hann kann bera ta ferðslu, sum tað kann ætlast, at hann [...] sagt, at hann er ein sonn deyðsfella. Løgtingsins verkfrøðingar siga vegin at vera vánaligan, men kortini ikki so, at ikki er koyrandi á honum. 23. august hevur býráðið sagt landsstýrinum frá, at vegurin [...] september veit at siga, at løgmaður hevur sent fjarrit til Tórshavnar býráð, har hann sigur, at til várs (1963, red.) verður farið undir at gera hálvan annan km av Oyggjarvegnum oman fyri grótbrotið í
fari eg at greiða eitt sindur frá, hvat fyriferst heryviri. Seinasti mikudagur var sum kunnugt 11. september, og eg væntaði, at tað fór at merkjast um allan býin, at so var. Dagurin byrjaði við, at vit í [...] tey fóru, søgdu tey tó, at tey vóru sera takksom fyri tiltakið, og at tað hevði stóran týdning fyri foreldur teirra, tí tey vóru komin ?av bygd? inn til Washington fyri at vera við í minningarhaldinum [...] ikki so nógv til, at tað var júst 11. sept. Ein hevði tó eina kenslu av, at alt var steðgað eitt sindur, ferðslan koyrdi seinri, folk voru meira still, og sjálvt til arbeiðis var onki at gera. Vit koyrdu
á vegnum, og tó at málverjin hevði hondina á, so var hetta ikki nóg mikið at forða útjavningini. Mistu heiðursmerki Eftir øllum at døma, so bara javnleikurin við sær, at B36 nú fer at standa uttan heiðursmerki [...] Fótbóltur Vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, at fyri bæði EB/Streym og B36 var galdandi , at teir sunnudagin skuldu royna at fáa fótbóltslagið upp, eftir at gongdin seinnu umførini hevði verið eitt sindur [...] eina greiða yvirvág á Eiði sunnudagin. Frá fyrsta bríksli royndu teir at leggja eitt stórt trýst oman móti heimamálinum, og tó at eingir beinleiðis opnir møguleikar spurdust burturúr, so lúrdi vandin alla
atlit drigin fram til at grundgeva fyri hesum, og nógv eru leikfólkini, ið tveita um seg við bíbliuørindum fyri at grundgeva við hesum. Onkuntíð mugu tulkingarnar sigast at vera bókstaviligani sæð sum [...] gloyma, at hetta er ikki tað, málið skal byggja á, óansæð um skil er í ella ikki. Vit tosa um eina verdsliga lóg, har fólk skulu fara oman á kommunuskrivstovuna at skrásetast i parlag fyri at fáa nøkur [...] nógv í Kána, at vínið gjørdist uppi. Skrásett parlag er eitt reint verdsligt mál, og eigur man ikki at blanda átrúnað upp í henda sjálvsagda rætt hjá samkyndum at vinna sær nøkur rættindi. At so onkur tekur
men tá toftakvinnurnar skuldu royna seg í Klaksvík, mundi tað vera lítið sannlíkt, at B68 fór at yvirhála. Til tess kravdist eisini, at B36 setti stig til móti HB, men tann ivan sópaðí B36 sjálvar av borðinum [...] sum allan dystin var betra liðið. Frá fyrsta bríksli løgdu tær eitt stórt trýst oman móti HB-málinum, og tó at HB royndi at muta nakað ímóti, so var greitt, hvønn vegin tað bar. Farast skuldi tó um miðjan [...] Fótbóltur Tað var mest sum staðfest longu undan seinasta umfarinum, at silvurið í kvinnudeildini fór at enda hjá B36. Gaman í var bert eitt stig millum B36 og hitt árstalsfelagið undan dystinum, B68, men
og vísir seg at vera væl egnað til endamálið. Har er nógv áhugavert at síggja, eisini har var fólk, ið greiddu frá tí, ið inni var. Við havnarlagið í Leirvík var so reint og ruddiligt, at tað kundi eingin [...] Hugsa sær til, at tá hesi húsini vóru bygd, vóru tey næststørstu hús í Føroyum, einans Amtmannsborgin var størri. Inni har fingu vit nógv at síggja og vita, blíðskapurin var góður, oman á fingu vit kaffi [...] bygd, tað er hon eisini. Tá man sær alt tað slættlendi, ið har er, er væl hugsandi, at menn, ið hava havt hug til at velta upp úr nýggjum, hava búsett seg har. Lendið hevur verið dragandi á so mangan hátt
hetta gevur trupulleikar hjá sílum at sleppa niðan. Annars er at siga, at í mínum ungu árum bleiv áin grivin av ungdóminum. Hetta komst av, at spælipláss var á sandinum oman fyri Mølheygarnar, so tá ið áin [...] »keðiligt« ístaðin fyri at taka og grava ánna, tá stóðu síl uttan fyri og bíðaðu eftir at áin skuldi renna; men tey apaðust ikki upp á nakran aliring. Síðan hendi tað, at tá ið áin fór at renna, breyt hon sær [...] harrans ár, enn at ymsar kanningar eru gjørdar av Sands vatni, tí ongi síl hava verið í vatninum. Og nú skal tað knappliga vera ein aliringur, sum liggur langt úti á Sands vág, ið forðar sílum í at koma niðan
Tilhaldinum og niðan til Hoyvíkar, har tey sluppu at síggja Kirkjubøstólarnar. Karin Poulsen sigur, at hetta hildu tey vera avbera áhugavert. Harfrá gekk leiðin oman í Tinghúsið, har ein kvinna tók ímóti teimum [...] frá. At enda fór ferðalagið við bussinum niðan í Norðurlandahúsið. - Tað er eitt hús, sum vit føroyingar skula vera glaðar fyri, heldur Karin Poulsen. Tey fingu ein bita at eta, áðrenn tey fóru at lurta [...] greiðir frá, at tey vóru so sera blíð og vinarlig í Tilhaldinum. - Har bjóðaðu tey temunn og lekra ananaskøku aftur við, umframt deiligar smákøkur, sigur Karin. Ferðalagið fekk eisini høvi til at síggja húsið
hjá teimum, sum eru har leingi. ? Ætlanin er, at framyvir skulu tey, sum eru leingi á hotellinum, hava tvey rúm at vera í, eitt rúm at sova í og eitt at vera í . Hetta eru tvey kømur við hurð ímillum, sigur [...] til 2020 og tað kann koma at kosta landinum nógvna pening at siga sáttmálan upp, uttan so at útleigarin misrøkir sáttmálan. ? Harafturat tekur tað tíð at finna og flyta í hóskandi hølir so í løtuni eru [...] vatninum og, hvussu ofta. Bill Justinussen sigur, at ein orsøk til,trupulleikan við legionella , var, at hitin á tí heita vatninum var ov lágur. Málingar vístu, at hitin í heittvatnstangunum vóru ímillum 35 og
Fyri at økja um áhugan fyri hesi ítróttagrein, nú stundar til Oyggjaleikir, bjóðar FTF stovnum og feløgum at senda bestu ítróttafólk síni til kappingina. Fyri ikki heilt at ræða fólk, er avgjørt at stovnar [...] stovnar og fyritøkur kunnu vera við sum lið t.v.s. at ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða fyritøkuna. Best er sjálvandi um allir íðkararnir eru frá somu fyritøku, men hetta [...] verður so seint á árinum, er umráðandi at íðkararnir eru væl klæddir, tí er veðrið ikki til vildar, kann túrurin gerast møðsamur og ógvuliga kaldur, so best er at binda um heilan fingur.