MINNINGARHALD
Washington DC er ikki ein býur sum býir flest. Men USA er heldur ikki sum lond flest. Eitt tað fyrsta; eg legði merki til, var, at alt er stórt. Tað ger ikki mun, hvagar tú hyggur, so sært tú stór fólk, stórar bilar, bygningar, ja, sjálvt flogkyktini, kakkerlakkarnir og eiturkopparnir eru størri, enn eg eri von við. Tá tú keypir inn, fært tú ikki 1 litur av mjólk, men 2. Og tá tú ert á matstovu og etur, kunnu trý fólk bestilla ein rætt, og blíva mett. Men nú eri eg her, og í tí sambandi fari eg at greiða eitt sindur frá, hvat fyriferst heryviri.
Seinasti mikudagur var sum kunnugt 11. september, og eg væntaði, at tað fór at merkjast um allan býin, at so var. Dagurin byrjaði við, at vit í sjónvarpinum sóu, hvussu tøgn legði seg um allan New York bý klokkan 8.46. Hesa tíð í fjør rakti fyrsta flogfarið fyrsta tornið. Túsundtals eygu leitaðu til tað víðakenda ?New York Skyline?, har tað nú er eitt gapandi hol. Samstundis savnaðust familjurnar hjá teimum, ið lótu lív á ?Ground Zero?, har ið World Trade Center lá. Meðan tey løgdu blómur og tendraðu ljós runt um ?Circle of Honour? og syrgdu, bleiv tøgnin brotin av, at ymisk kend og ókend fólk lósu nøvnini á øllum teimum deyðu upp. Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudolph W. Giuliani, byrjaði við Gordon M. Aarmoth Jr, 32 ára gamal, ið starvaðist innan íløguvirksemi í eini lítlari fyritøku á 104. hædd. Síðani komu nøvnini á øllum hinum, lisin gjøgnum tann nógva vindin, útyvir eina tyngda mannafjøld. Knappliga hoyrdist ljóðið av einum flogfari nærkast. Fólk gjørdist óttafull og hugdu upp, men skjótt hvarv ljóðið aftur; eingin vandi á ferð.
Runt alt landið sótu fólk í tøgn og lurtaðu eftir nøvnunum. Mintust. Stemningurin var sera syrgiligur, og tú merkti veruliga, hvussu neyvt álopini høvdu rakt. Øll nøvnini gjørdust til veruligar persónar, og vóru ikki bara enn eitt offur fyri yvirganginum. Eg hoyrdi onkrastaðni, at 42% av íbúgvunum í New York kendu ella høvdu tilknýti til onkran av teim deyðu. Tað sigur eitt sindur í einum sovorðnum millióna-býi.
Sá í sjónvarpinum at tey tosaðu við ein fire-figther, brandmann, frá New York, sum var staddur á Hawaii. Hann greiddi frá, at hann barasta ikki kundi verða staddur í býnum henda dag, tí tað var alt ov hart. Hann og konan foru tí út til Pearl Harbour, har tey heiðraðu hansara fyrrverandi starvsfelagar við at tendra ljós við ein minnisvarða, ið stendur har til heiðurs fyri teimum deyðu undir krígnum.
Forsetin á ferð
Amerikanski forsetin, Georg W. Bush, hevði ein strævnan dag. Hann var um hetta leitið staddur í Washington, við Pentagon, og sat eisini og lurtaði eftir nøvnunum saman við 13.000 øðrum. Seinni fór hann víðari til Pennsylvania, til staðið, har tað eina flogfarið datt niður. Hann gav sær góðar stundir at tosa við fólk, og mong vóru tey, ið fingu eitt klemm og nøkur troystandi orð. Uttan at taka dagar ímillum hvørt førdi uttanríkispolitikkurin hjá stjórnini er tann rætti ella ei, so vísti Bush seg sum ein sera dugnaligan forseta í gjár. Hansara umdømi er uttan iva batnað millum fólk eftir 11. sept í fjør, og í gjár vísti hann enn einaferð, at hann hevur tekka fyri, hvat fólkið vil síggja og hoyra. Eftir vitjanina í Pentagon og Pennsylvania fór forsetin til New York til Ground Zero. Eisini her tók hann sær góðar stundir, og tosaði við tey mongu avvarandi.
Her í býnum ? Washington ? sást ikki so nógv til, at tað var júst 11. sept. Ein hevði tó eina kenslu av, at alt var steðgað eitt sindur, ferðslan koyrdi seinri, folk voru meira still, og sjálvt til arbeiðis var onki at gera. Vit koyrdu ein túr oman í býin, og rendu okkum beint í eina bilkø, ið komst av, at ein stórur kontórbygningur var í ferð við at bliva evakueraður. Tað var eitt sindur skelkandi, og vit sluppu okkum burtur sum skjótast. Hvat orsøkin var, hoyrdu vit ongantíð nakað um. Vit sóu tó serstakliga nógv politi á gøtunum, og fingu eisini at vita, at hernaðarbilar við missilum koyrdu runt í útjaðaranum av býnum. Til reiðar at skjóta flogfør niður, um tað gjørdist neyðugt.
Eitt sindur uttanfyri býin, úti í Pentagon, hildu tey tann 12. sept. minningarhald og jarðarferð fyri teimum, ið lótu lív í Pentagon. Av teim 184, ið lótu lív har, var jarðarferðin fyri fimm av teimum, ið ikki vóru funnin eftir hendingina, har í millum tann bert trý ára gamla Dana, ið var umborð á Flight 77. Hesi fingu sítt seinasta hvíldarstað í grøv teirra ókendu á Arlington kirkjugarðinum, ið liggur beint yvirav Pentagon.
Hækkaða tilbúgvingin
Sjálvt um dagurin var ein minningardagur í sær sjálvum, so hekk ein skuggi yvir tí heila. Stjórnin hevði økt tilbúgvingina dagin fyri, so tað var farið frá at verða gult til appelsingult. Eftir 11. sept í fjør varð ein skali gjørdur, ið skal vísa á, á hvørjum støði vandi er á ferð, um man so kann siga. Hildið varð, eftir ávaringum frá loyniløgregluni, at vandin gjørdist størri um hetta leitið. Hvat tær nágreiniligu orsøkirnar hava verið, er mær eitt sindur ógreitt. Hetta gjørdi eisini, at tú tann 11. sept. ikki sást varaforsetan, Dick Cheney nakrastaðni. Hann var ?goymdur? eitt trygt stað, soleiðis at um nakað nú skuldi hent forsetanum, so var varaforsetin til reiðar at taka yvir. Hetta tykist rættiliga paranoid í okkara eygum, men er logikkur fyri amerikanararnar. Tann hækkaða tilbúgvingin gjørdi eisini, at nógvar amerikanskar ambassadur runt um í heiminum vóru stongdar tann 11., serliga í Miðeystri og suðureystur Asia. Á amerikonsku ambassaduni í Keypmannahavn høvdu tey móttikið brøv við einum hvítum pulvuri, ið sjálvandi varð hildið at verða miltbrand-sporar. Hetta vísti seg tíbetur ikki at verða satt.
Til minnist um tey deyðu
Týskvøldið var eg við til eina minniskonsert á donsku ambassaduni. Kendi danski bassspælarin Niels Henning Ørsted Pedersen spældi saman við amerikanska Mulgrew Miller, og varð konsertin skipað so, at Danmark sum formansland í ES kundi verða við til at heiðra teimum deyðu í yvirgangsatsóknunum. Nógvar familjur hjá teimum deyðu í Pentagon vóru bjóðaðar, og eg prátaði eitt sindur við eina av teimum. Tey høvdu mist dóttir og systir sína. Eg hevði ætlað biðið tey greitt frá tí vanlukkudegi síðsta ár, men hetta var nógv torførari enn eg hevði væntað. Vildi ikki verða átrokandi, so vit sótu bara og prátaðu um leyst og fast. Tey høvdu ongantið hoyrt um Føroyar, so tað kann man altíð fáa eitt gott prát burturúr. Áðrenn tey fóru, søgdu tey tó, at tey vóru sera takksom fyri tiltakið, og at tað hevði stóran týdning fyri foreldur teirra, tí tey vóru komin ?av bygd? inn til Washington fyri at vera við í minningarhaldinum í Pentagon. Tað hjálpti teimum at hugsa um okkurt annað eina løtu, tí tað var ein sera torfør tíð hjá teimum.
Eftir 11.
Í døgunum eftir 11. vóru ymisk forvitnislig innsløg í tíðindunum. Allan dagin tann 11. hevði CNN sendingar frá teimum ymisku minningarhaldunum, og ímeðan rullaðu nøvnini á øllum teimum deyðu yvir botnin á skíggjanum. Hetta førdi við sær, at ein kona sá sítt navn á skíggjanum, ið sjálvandi ikki var deyð. Hon skundaði sær at gera vart við seg, men myndugleikarnir eru enn ikki vísir í, at tað er sama kona. Tað er tó ein rættiliga løgin tanki, at síggja navn sítt koyra yvir skíggjan, og at verða hildin at verða deyður.
Tann 12. vóru lotto-tølini í New York 9-1-1. Hvussu hetta kann bera til, er ein stór gáta. Tað er tilvildarligt, sjálvandi, men heilt erligt? Næstan ov tilvildarligt.
USA og útheimurin
Tann 12. var eisini dagurin, har Bush forseti talaði til Aðalstjórnina hjá ST. Talan var væntað at verða ein bøn um stuðul til álop á Irak, og tað var hon eisini, men samstundis ein lemjandi ábreiðsla til ST, tí at ST ikki hevur hildið fast um sínar egnu viðtøkur viðvíkjandi Irak tey seinast árini. Spurningurin er, um Irak, hóast eina nýggja ST viðtøku, ikki vil lata vápnaeftirlitsmenn koma inn í landið, hvørjar skulu avleiðingarnar so verða? ES-londini eru komin ásamt um, at avleiðingarnar skulu verða konsekventar, og danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur nevt eina tíðarfreist uppá tvær vikur. Bush sjálvur hevur nevnt fýra. Eg hoyrdi eina útvarpssending, har fólk kundu ringja inn og siga sína hugsan um førda politikkin hjá Bush. Fleirtalið av lurtarunum søgdu, at í teirra eygum er Saddam Hussein ein terroristur, og USA er í kríggi móti yvirgangi, og eigur tí at leypa á Irak! Sum útlendingur kann ein bara undrast og rista við høvdinum, tí um tú roynir at fáa tey at grundgeva meira nágreiniliga, so kunnu tey ikki á ein sannførandi hátt greiða frá hesi tankagongd. Tað tykist sum um tey bara svølgja rátt alt tað, tey hoyra forsetan siga í fjølmiðlunum, og ikki seta spurnartekin við nakað.
----------
Frá tí, at tøgnin legði seg yvir New York, og tey byrjaðu at lesa nøvnini upp, gingu tveir og ein hálvur tími til tey vóru liðug. Seinasta navnið var Igor Zukelman, ein 29 ára gamal tilflytari, ið arbeiddi við teldum á 97. hædd. Hann hevði ein fýra ára gamlan son.
Frá Aamoth til Zukelman ? 3.025 nøvn. . .