krónir. – At løgtingslimir ikki sleppa inn í tingsalin, og at Løgtingið ikki sleppur at hava orðaskifti um so umráðandi mál, er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt, heldur hon. Hon sigur, at tað er [...] Eitt er tað, at øll tingfólk vórðu ikki boðsend til fundar. Men nógv av teimum, sum møttu, sluppu heldur inn í sjálvan tingsalin – Tingfólk sluppu ikki at viðmerkja ella at spyrja, og at kalla ongin n [...] støðuni, men at tey duga at halda seg til málini, heldur Beinta Løwe. – Vit skulu ikki gloyma, at tað er Føroya fólk, ið ræður í Føroyum, og at Føroya fólk hevur valt 33 fólk í Løgtingið at stýra. Løgtingslimir
til, at heilsu-og landsmyndugleikar kring heimin taka so víðgongd stig fyri at avmarka smittuvanda og smittuspjaðing. Í hesum liggur eisini, at heilsuverkini skulu megna at fylgja við, soleiðis at tey ikki [...] krím. Fleiri fólk, sum hava havt sjúkuna, siga, at tey knappliga fingu høgan fepur, ilt í liðir og turran hosta. Seinni fingu tey trupulleikar við andaleiðini. Tað eru eisini fólk, sum hava fingið staðfest [...] korona, covid-19, sum slett ikki merktu, at tey vóru sjúk - og so eru tað upp aftur tey, sum í ringasta føri lótu lív. Men, tað er tíbetur undantakið. Heimsheilsustovnurin WHO metir, at covid-19 í umleið
fólk fóru at halda til hetta. Men, hvat fer so tað, sum hendir í samfelagnum í løtuni, at gera við fólk? - Tað er sjálvandi keðiligt, at tað skuldi ein hóttandi sjúka til fyri at fáa okkum at minka um ferðina [...] ella Várharra, sum hevur noytt okkum til hús at summa okkum. - Nú noyðast vit at steðga á - uttan, at nakar í løtuni veit, hvussu leingi og umfatandi hetta verður. - Eg hopi, at fólk, sum í hesum tíðum [...] skilagott, at øll taka nøkur atlit, nú støðan er, sum hon er. Eyðun Joensen vísir á, at óttin millum fólk fyri korona-virusinum øktist upp á onga tíð, og hetta sóu vit eisini í Føroyum. Tað var onkur, sum eitt
vísir á, at hundurin Max sleppur út í garðin av og á at avgreiða síni ting, og hann og konan skiftast um at fara út við honum. Tá ansa tey eisini sera væl eftir, at tey ikki koma nær fólk, sum ganga ella [...] teimum umstøðunum, sum tey nú eru noydd at fyrihalda seg til ta næstu tíðina. - Vit eru ikki komin har til, at vit keða okkum, tí tað er altíð okkurt, sum kann gerast - ella, ið vit sum húski kunnu finna [...] kommunu kann hann bara fegnast um, at tað hóast alt eru fólk í kommununi, sum hava yvirskot og dirvi at fara undir at byggja sær hús. - Nú um dagarnar er arbeiðið at byggja tvey nýggj hús í kommuni byrjað
allastaðni frá at arbeiða. Tað koma nógv fleiri til kommununa at arbeiða enn tey, sum fara úr kommununi, sigur hann. Tvey fólk í umsitingini Men hvussu bar tað til, at Jákup Frants Larsen longu sum 22 ára gamal [...] býnum, sum í sínari tíð varð bygdur sum eitt snikkaravirki, men sum nú í nógv ár hevur hýst umsitingini í kommununi. Aftanfyri skrivaraborðið hjá kommunustjóranum hongur ein málningur á vegginum, sum Frits [...] Jákup Frants Larsen. Ráðgeva væl – Mín uppgáva sum býráðsskrivari, sum tað æt fram til 1998, nú kommunustjóri, hevur verið at komið við so góðari ráðgeving sum møguligt. Bæði borgarstjóri, býráð, fíggjarnevnd
merkist eisini hjá løgregluni, at samfelagið so at siga liggur lamið, og fólk fyri tað mesta halda seg innandura. Skeinkistøðini hava latið aftur, og tað merkist hjá løgregluni, sum leygar- og sunnumorgnar ofta [...] tí har er einki náttarlív. Upp á tann mátan er minni at gera. Tað sigur seg sjálvt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, sum annars eisini vísir á, at avmarkaða ferðslan um morgnarnar eisini merkist hjá [...] Ferðslan minkar, og so eru færri ferðsluóhapp. Vit hava onga morgunmeldurtíð í mun til tað, sum tað plagar at vera, og tað merkja vit sjálvandi eisini. – Alt samfelagið er farið niður í gear, og tað merkja
øll tey ungu og eldri, sum hava roynt at fingið sær tónleikin til sonevnt livibreyð, sigur Georg eystan Á. - Eigur ikki onkur felagskapur ella kanska Føroya Tónleikarafelag at koma hesum til hjálpar, [...] felags stev og vísa myndleikanum á, at eisini her í Føroyum, er ein fakbólkur, sum er við at detta niður ímillum. Fleiri av teim yngru hava valt sær tónleikin sum lívsleið, og frá politiskari síðu er fyri [...] politikarar hava í huga at gera hesum viðvíkjandi. Eisini Georg eystan Á, tónleikari, eftirlýsir politiskari støðutakan. - Tungur er tigandi róður verður sagt, og satt at siga, so kennist tað so, tí einki
tíma ella ein tíma. Vit royna at fáa tað upplýst til teir kundar, sum vit hava, og samstundis royna vit at hava ein kontaktpersón, sum kann taka ímóti spurningum. Um onkur til dømis vil keypa einar kovboybuksur [...] Müller veit ikki at siga, um tað eru serligar vørur, ið fólk leggja seg eftir at keypa á netinum í hesum koronadøgum, og Høgni Zachariassen metir, at vøran endurspeglar tann vanliga tørvin, sum fólk hava. Hjá [...] størri og størri, sum dagarnir ganga. Og tann einasti platformurin, sum vit kunnu operera á beint nú, hann er á netinum, sigur Lars Müller, stjóri í Skálki. Nethandilin hjá Skálki, sum hevur verið aktivur
Tað er at kalla eingin vandi fyri, at fólk kunnu vera smittað við korona av mati, tey eta, ella fáast við annars. Tað staðfestir danska matvørueftirlitið. Tey siga, at skuldi onkur, sum er smittaður við [...] Starvsstovan leggur eisini dent á, at tað er ikki líka gott at reinsa við spritti, sum tað er at vaska sær við sápu og vatni. Eru hendurnar vátar, ella dálkaðar tí at tú hevur fingist við mat, ger spritt [...] við korona, ført smittuna yvir á matvørur, eiga fólk ikki at stúra fyri at tað kann bera smittuna víðari. Orsøkin er, at koronavirus smittar ígjøgnum andaleiðina og ikki ígjøgnum vælindi og magan. Hesa
aftrat, at tað er framvegis púra trygt at geva blóð. Ístaðin fyri at koma inn gjøgnum vanligu dyrnar í neðra, koma donorarnir nú gjøgnum høvuðsdyrnar, og annars tekur blóðbankin øll tey atlit, sum skulu [...] á sama stað. – Tað koyrir sum vanligt, men tað eru ikki so nógvir donorar inni í senn sum vanligt. Fyrr høvdu vit onkuntíð fýra til seks donorar í senn, men nú er so at siga bert ein til tveir donorar [...] blóði í hesum døgum, nýtist ikki at óttast, at steðgur kemur í blóðlatingina, tí hóast koronavirus hevur lagt stórar partar av samfelagnum lamnar, so virkar blóðbankin sum vant, og nokk er av blóði. – Standurin