Bretska herleiðslan hevur gjørt av, at Harry prinsur skal ikki til Irak fyribils. Sambært blaðnum The Sun hevur herleiðslan útsett ferðina, tí Harry og felagar hansara í deildini skulu fáa betri stundir [...] garnar. Ein irakskur uppreistrarbólkur hevur hótt við at gera seg inn á Harry, kemur hann til Irak sum bretskur hermaður, men tað er ikki greitt, at hetta hevur nakað samband við avgerðina um at útseta
Tí hevur slaturin gingið um, at Bellamy leitar sær eftir nýggja felag, og at Liverpool eru áhugaðir at selja, og nú tykist tað vera greitt, at Bellamy er ávegis til West Ham. West Ham hevur eftir øllum [...] felagið. Bellamy fer helst at kosta West Ham knappar 100 mió. kr., og í árinum, sum hann hevur spælt fyri Liverpool, hevur hann skotið sjey mál.
Eyðun, so nógvar røddir, hevur fingið sera góða móttøku, ummælarin hjá Sosialinum gav fløguni avbera gott ummæli, og lagið Hvønn dag hevur verið nógv spælt í útvarpinum, og hevur seinastu vikurnar avbjóða [...] avbjóða í toppinum á 15 teimum bestu. Men hesa vikuna hevur Eyðun munin, og er farin framum øll onnur. Tað er í stóran mun ung fólk, ið vitja heimasíðuna hjá 15 teimum bestu, og eftir øllum at døma er Eyðun
niðurflyting í donsku superliguni, men Balling hevur verið ein av størstu grundunum til, at Vejle enn hevur ein møguleika at yvirliva í Superliguni. Hann hevur skotið 7 mál, og nú hava hann og Vejle valt [...] sáttmálan við tveimum árum. – Vit eru sera glaðir fyri at hava longt um sáttmálan við Balling, tí hann hevur verið ein av okkara týdningarmestu leikarum í ár, sigur Henrik Tønder, stjóri í Vejle.
árini hevur GÍ havt gott tak á í Vági, og fýra ár á rað hava teir gulu enntá tikið alt við sær av Eiðinum. Hagtølini siga okkum eisini, at HB hevur havt ruddliga yvirvág móti TB, meðan ÍF ikki hevur vunnið [...] vunnið á B36 í Fuglafirði seinastu tíggju árini, tó at tað mangan hevur gingið javnt á.
frá. Løgreglan hevur tosað við mannin, og hann hevur viðgingið seg sekan. Seinni sama morgun var rok uttan fyri ein øl klubba í býnum. Tveir mans fóru til hendurs, og annar bløddi illa í andlitinum. Hesin [...] Løgreglan í Havn hevur ikki fingið nógvar fráboðanir um harðsskap og herverk í vikuskiftinum. Ein maður breyt leygarmorgunin ein rút í Kommunuskúlanum. Eitt vitni sá tilburðin og boðaði løgregluni frá [...] Hesin varð so fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan veit, hvør hevur framt harðsskapin, sigur vakthavandi.
, Claus Bech Jørgensen, hevur gjørt tvey ára sáttmála við enska 1. deildarfelagið Bradford. Claus hevur farnu tvey árini spælt í 2. deildarfelagnum Bournemouth, har hann hevur staðið seg sera væl. Claus [...] ensku fótbóltsdeildini. Claus Bech Jørgensen kann spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum, men hann hevur ongantíð fingið fyrispurning um hetta úr Føroyum.
lesarunum kanska hevur lagt til merkis, so lýstu vit í serblaðnum, Fótbóltur 2002, við, at ein kapping um eina fótbóltsferð skuldi byrja í Sosialinum týsdagin, 7. mai. Verkfallið hevur tó viðført, at útberingin [...] útberingin av bløðunum kring landið hevur verið heldur óreglulig, og tí hevur verið bíðað við kappingini. Nú er verkfallið tó liðugt. Strandfaraskipini sigla aftur við fullari ferð, og komandi týsdag fer
álvarsligt, at West Navion mátti hála borin upp og fara til Noregs við skaddu tyrluni. Hetta hevur gjørt, at tað hevur ikki verið borað í fleiri dagar. Sosialurin skilur, at boringin verður uppafturtikin og [...] , tá tað borar. Einki er komið fram um boringina annars. Onkur fuglur hevur sungið um enn eitt turt hol á Atlantsmótinum. BP hevur ongar viðmerkingar.
Teitur Birgarson Johannesen, Tórshavn, hevur 16. 11.1999 lokið yrkisútbúgving innan heildarfyrisiting. Lærupláss: Noma-Tek í Tórshavn. Heri Næss Rasmussen, Tórshavn, hevur 31.07.1999 lokið yrkisútbúgving innan [...] Johnsdóttir Mouritsen, Sørvági, hevur 31.07.1999 lokið yrkisútbúgving innan smásølu (matvøruhandil). Lærupláss: Føroya Keypssamtøka í Miðvági. Gunnvá Mørkøre Joensen, Miðvági, hevur 15.07. 1997 lokið yrkisútbúgving