Hagtølini

Gøtumenn hava hagtølini við sær, nú teir í fjórðu royndini gera eina roynd at koma á talvuna. Seinastu mongu árini hevur GÍ havt gott tak á í Vági, og fýra ár á rað hava teir gulu enntá tikið alt við sær av Eiðinum.
Hagtølini siga okkum eisini, at HB hevur havt ruddliga yvirvág móti TB, meðan ÍF ikki hevur vunnið á B36 í Fuglafirði seinastu tíggju árini, tó at tað mangan hevur gingið javnt á.