11. september er knýttur at yvirgangi og deyða. Og tað hevur hann verið nógv longri enn tvey ár. Dagurin var eisini søguligur í gomlum døgum, tá Kili var stavað við C. 11. september 1973 visti forsetin í [...] borgarligum samgongum. Í 1958 var Allende bert 30.000 atkvøður frá at gerast landsins forseti. Arbeiðarafjøldin í Kili var væl samskipað og hevði verið tað í nógv ár, tí var sigurin í 1970 ein sigur, sum [...] veruleikin var nóg syndarligur og syrgiligur. 11. september 1973 var Jose Quiroga farin til arbeiðis á sjúkrahúsinum, men var beinanvegin biðin um at koma á forsetaborgina, tí eitt kvett móti forsetan var í gongd
skrivaði t.d. um framførsluna hjá Heina Lützen: “tað sum hugtók meg allarmest, var ein tung útseting av einum Kingosálmi. Sálmurin var gjøgnumsúrgaður av pínu, og var hetta ein so sterk løta, at eg næstan gloymdi [...] ljóðmynd inni í salinum. Sostatt vóru karmarnir inni í Kelduni heilt góðir. Stóri pallurin á graslíkisvøllinum aftanfyri kelduna hýsti teimum størru bólkunum, og eisini hetta riggaði væl. Tað var serliga [...] hæddarpunktið var fyri flest øll, tá høvuðsnavnið Tait fór á pall uttan fyri Kelduna. Tá bólkurin hjá fyrrverandi DC Talk oddamanninum, Michael Tait, spældi DC klassikaran Jesus Freak, var alt á gosið.
einari viku síðani eydnaðist tað ikki gentunum umborð á Fípuni Føgru at vinna barnaróðurin. Tær høvdu annars vunnið bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum, men í Vági var tað Pílur hjá Knørrafelagnum, sum [...] Fagra var næstfremst. Í dag varð kappast á vestanstevnu í Sørvági, og nú eydnaðist tað Fípuni Føgru aftur at vinna. Aftur í dag stóð kappingin um fremsta plássið millum Fípuna og Píl, og Fípan var ein skut [...] skut undan bláa bátinum úr høvuðsstaðnum. Tað var hálvonnur bátslongd aftur til Sílið, Frúnna, Strípuna og longri afturi vóru hinir bátarnir. 1 Fípan Fagra 02.54.22 2 Pílur 02.55.02 3 Sílið 03.00.07 4
fatur á manninum og fingu hann upp á turt. Harafturímóti tók tað nógv longri tíð at finna kvinnuna, og ikki fyrr enn 25 minuttir seinni eydnaðist tað kavarunum at fáa hana upp turt. Sambært fjølmiðlunum hevði [...] Ein 27 ára gomul kvinna var so óheppin at detta í Peblinge-vatnið í Keypmannahavn tíðliga í morgun. Ein maður, sum var saman við henni, leyp eftir henni. Bæði eru íslendingar, og bæði vóru drukkin. Jens [...] fólk, sum komu framvið, hoyrdu mannin rópa, og tey ringdu alt fyri eitt til løgregluna. Av tilvild var ein bjargingartyrla á Ríkissjúkrahúsinum, og hon varð alt fyri eitt send avstað. Samstundis komu kavarar
materialinum. Tað er ein heilt serligur stemningur yvir tónleikinum hjá Enekk, sum ein og hvør veit, ið hevur lurtað eftir honum. Tað er sum eitt etniskt rák gongur aftur í stílinum, um tað so er eitt skjaldur [...] dirvið hjá Enekk at ganga plankan heilt út. Tað er torført at seta fingurin á nakað negativt við konsertini, uttan so at hon var einar 20 minuttir forsinka. Men tað eru vit føroyingar so vanur við. Aftaná [...] rosinan í pylsuendanum Kári Sverrisson akk. guitar og sang. Tað er Kári sum myndar bólkin úteftir og sum skapar mesta tilfarið hjá Enekk, sum tað skilst í samstarvi við Óla. Men eisini vórðu løg hjá Óla og
syrgt fyri, at viðurskiftini kring liðið og á liðnum eru meiri føst, og tað var eftir, at hann var komin við hugsanini um, at tað var neyðugt, at kappingarárið varð longt, at vit broyttu steypakappingina [...] Simonsen, sum tá var venjari hjá Vejle. Allan var áhugaður í starvinum og kom fyrstu ferð til Føroya í februar 1994. ? Hann var góður íblástur. Vit vóru í úrslitaligum aldudali, og Allan var við til at lyfta [...] venjarastarvið. Men tað er greitt, at um vit vilja hava ein toppvenjara úr útlandinum, og at hann skal búgva í Føroyum mest sum alla tíðina, so skulu vit væl longri niður í lumman, enn tað higartil hevur verið
U-landsliðunum. Á U21 landsliði okkara hevur Poul higartil útmerkað seg við einum máli í tveimum dystum. Tað var í dystinum móti Rumenia, tá Poul Ingason javnaði til 2-2 í evstu løtu. Poul hevur gjørt sáttmála [...] vinnuútbúgving, skrivar hb.fo. HB fingið sín áleypara HB hevur í longri tíð leitað eftir einum framherja. Arnbjørn Hansen hevur í longri tíð verið heitasta nanvið í høvðusstaðarfelagnum, men hann hevur [...] skumpaður út á vongin, tá Páll Guðlaugsson tók við í TB. Ikki heilt óvæntað Tað hava í seinastuni gingið fleiri søgur um, at Poul Ingason var á veg til HB, men at millum annað fíggjarligt viðuskiftið gjørdu, at
on byrjaði inni á vøllinum í Streymnesi, og tá vit fingu orðið á hann í gjárkvøldið var hann ein fegin maður. – Vit lógu defensivt, vóru kompaktir og valdu at bíða eftir EB/Streymi. Tað var uppleggið frá [...] frá byrjan, og tað helt eisini, greiðir Hanus Thorleifsson frá. – Eg meti eisini, at sigurin var uppiborin. Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur, men so verða teir noyddir at satsa fram eftir. Hetta gav
63 m og Guðrið 18,26 m. So var kúlustoyt á skránni. Her var tað bara Lydia, sum hevur valt kúlustoyt sum sína fyrstu grein, ið royndi seg. Hon legði varliga út, men kom longri út fyri hvørt umfar inntil [...] kappingina. - Fyrsta greinin var hamarkast, og her royndu Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska seg. Hamarkast er primera greinin hjá Guðrið, og tað sást beinan vegin, tí hóast [...] eisini var við. Her legði Helena, sum hevur diskuskast sum sína fyrstu grein, út við at kasta 1 kg tunga diskin heilt út á 26,05 m, sum er bólkamet. Næstu kastini spenti upp, og tí kom hon ikki longri hesaferð
frá slíkum, tí tað er stóur vandi fyri at vera yvirkoyrdur, tí at síggja fólk til gongu inni í einum tunli, er nokk eitt tað síðsta, bilførarar vænta. Løgreglan sigur, at annars er tað merkisvert, so [...] ein persónur var farin til gongu ígjøgnun Árnafjarðartunnilin. Eingi ljós eru í tunlinum, sum harafturat er ógvuliga smalur. Og viðkomandi, sum gekk í tunlinum hevði einki endurskin, so tað loypti rættiliga [...] rættiliga hvøkk á bilførarar, sum komu koyrandi, at síggja fólk mitt inni í tunlinum. Løgreglan sigur, at tey vóru á staðið og fingu viðkomandi upp í bilin, og úr tunlinum, og til húsar. Løgreglan sigur, at