tá eg læs í »Søfart«, um tvey føroysk fraktskip, sum vóru afturhildin av Port State Control í Skotlandi, vegna ov vánaliga útgerð. Søfart skrivar »en lang række alvorlige mangler«. Hetta er ikki góð reklama [...] sleppa ikki undan IMO krøvunum, skulu teir halda fram við at sigla. Tey bæði afturhildnu skipini lúkaðu ikki SOLAS ella STCW krøvini. Tað eru óiva fleiri skip undir føroyskum flaggi, sum ikki lúka IMO [...] nógv hægri enn í Føroyum, haraftrat kemur so øll endurútbúgving (kursus), og QA/SMS sum kostar nógvan pening - kunnu føroyingar eisini. Ella er tað bert løtuvinningur tað snýr seg um í Føroyum? Vónandi
Eg havi sæði í bløðum, at tað verður skrivað t.d. »Týskarar sukku skip á Bankanum í 1917«. Eg eri nú ein eldri maður, eg havi aldri hoyrt ella lisið annað enn, at skipini sukku, men at tey vórðu søkt. [...] skrivað, so kundi tað verið gjørt av misgávum, men hetta varð gjørt fleiri ferðir. Vónandi verður hetta ikki aftur at síggja.
kommunurnar í tveimum oyggjum at standa saman, so vísti tað seg longu tá, at hetta var ikki møguligt. Tað var nevniliga ikki møguligt at fáa Tvøroyri við í tað fyrireikandi arbeiði, sum hann tá fór undir. Í dag [...] fáa ein dialog í gongd, sum í síðsta enda kann hava við sær, at vit - ístaðin fyri at fara í eitt niðurbrótandi stríð móti hvørjum øðrum - so heldur í felag semjast um, hvar besta plássið í landinum er til [...] at fáa hesar tænastur at liggja í Føroyum heldur enn í Skotlandi ella í Noregi. -Vit kunnu ikki bara krevja, at øll tænasta skal verða veitt úr føroyskari havn, um vit ikki samtíðis gera okkum út til at
Eg havi sæði í bløðum, at tað verður skrivað t.d. »Týskarar sukku skip á Bankanum í 1917«. Eg eri nú ein eldri maður, eg havi aldri hoyrt ella lisið annað enn, at skipini sukku, men at tey vórðu søkt. [...] skrivað, so kundi tað verið gjørt av misgávum, men hetta varð gjørt fleiri ferðir. Vónandi verður hetta ikki aftur at síggja. Málvinur
tað ikki er ov seint. Við hesa gongd, sum nú hevur verið eina tíð í tí donsku fólkakirkjuni, kann hon næstan ikki verða nevnd kristin kirkja. Har verður alt møguligt loyvt, sum ikki hoyrir heima í eini [...] skal okkara bispur hava, fyri at hann noktar at taka við hasum, sum danskir kirkjumenn ætla at fáa inn í okkara kirkju. Kirkjufólk
Kósavirkinum í Klaksvík í heilt fáum orðum. Johan Páll Joensen, stjóri á Kósavirkinum, sigur, at tað hevur gingið upp og niður síðani síðani tey keyptu Kósavirkið seint í 1993. Hann sigur, at bæði í 1993 og [...] 700 tonsum. Ikki rætta gongdin Hetta er heilt avgjørt ikki rætta gongdin, sigur stjórin á Kósavirkinum. Men vit hava so kortini betalt alt tað, vit hava skula betalt, og tað er í grundini ikki so galið [...] veit hann ikki. Vit hava raksturin, sum einki gevur, avskrivingarnar, sum ikki røkka langt og so eginognina Hvaðani teir annars skulu útvega pengar, veit hann ikki. Men hann sigur, at hann hevur í hvussu
Í hesum døgum er ein íslendskur kongur í Føroyum og vitjar. Ikki ein rættiligur kongur. men ein tónleikakongur. Tað er íslendski tónleikarin við klingandi navninum, Johnny King, um er í Føroyum. Tonleikurin [...] Country- kongur fer at spæla í Havn, á Tvøroyri og aðrastaðni við, hesar dagarnar, hann er í Føroyum. Møguliga verður hann at hoyra á Vestanstevnu. Men tað, sum liggur fast, er, at í annaðkvøld, og leygarkvøldið [...] leygarkvøldið, fer hann at spæla í Hollywood í Havn. Og tað liggur eisini fast, at hann fer at spæla á Jóansøku á Tvøroyri. Tað verður í klubbanum og tá fær hann báði Sólvu og Bergmenn at hjálpa sær. Eina fløgu
spældir. Í teimum deildum, har kappingin verður umskipað í summarsteðginum, skal FSF hava fingið allar dómaraseðlar í seinasta lagi 4. juli. Dómaraseðlar, sum koma seinni enn hetta, kunnu ikki roknast við [...] trupulleikar við at fáa allar dómaraseðlarnir í yngru deildunum inn, so at støður kunnu gerast upp, og kappingin leggjast til rættis víðari. Í ár er einki undantak í so máta, og FSF hevur sent rundskriv til [...] við at verða tiknir við í uppgerðina av fyrru hálvu og tilrættaleggingini av seinnu, sigur FSF í rundskrivinum, sum er sent øllum feløgunum í Føroyum.
VÍF fer í ár at luttaka í Europa-Cup hondbólti, eftir at føroysk feløg í fleiri ár hava latið hesa avbjóðing fara aftur við borðinum. VÍF var í serklassa í hondbóltskappingini í fjør, og tað er skiljandi [...] til dans í ítróttarhøllini í Vestmanna. Tað er alneyðugt fyri felagið at hava pengar tøkar, tá teir skulu út at ferðast, tí í mun til fótbóltsfeløgini, fær VÍF ongar pengar fyri at luttaka í Europa-Cup [...] við í summarkappingini í hondbólti, og har vunnu teir allar dystirnar, sum teir spældu. Hini liðini í kappingini vóru Neistin og Kyndil. Og fyrireikingin til Europa-Cup dystirnar, sum vera seint í summar
VB um frágreiðing, eftir hendingar í dystunum millum KÍ-GÍ og B36-VB sunnudagin. Í báðum dystunum var nakað av roki í, og tilsamans tríggir spælarar fingu reytt kort. Í Gøtu fekk Allan Mørkøre tvey gul kort [...] og frágreiðingina sum dómarin Oddmar Andreasen hevur skrivað um hendingina. Í Gundadali var rok millum spælarar hjá VB og B36 í endanum av dystinum, og serliga var tað spælandi venjarin hjá B36, Tomislav [...] FSF hevur fingið svarini frá KÍ, B36 og VB verða málini viðgjørd í kappingarnevndini, sum so tekur sína avgerð. Hetta verður helst fyrst í komandi viku, men koma svarini frá feløgunum inn beinanvegin, er