á ársins G! festivali. Ongin ivi er um, at hetta er ein konsert, sum plagar at samla sera nógv fólk. Seinastu árini er Eivør á onkran hátt vorðin ímyndin av G! “Hetta er tað tættasta vit hava uppá eina [...] Føroyum” sigur ein av teimum mongu áskoðarunum, sum er møtt upp til konsertina. Við sangum sum “Hugsi bert um teg”, "Í Tokuni" og “Gullspunnin”, fær tann lokala sangarinnan bæði ung og gomul í ein heilt serligan
er eitt gott dømi um, hvussu væl Lyon skrivar. Hann tekur eina serføroyska (og serbygdasliga) søgu um at skiljast á farstøðini og gevur henni eksistentielt flog við rámandi myndum um lív og deyða, sum [...] bluesbeiggja-kendir. Undirspældir, tryggir og musikalskir. Hetta er biltúrmusikkur, sum koyrir beint eftir landavegnum, og Lyon meistrar hetta tónleikaliga staðið, har tað amerikanska hittir tí bygdasliga [...] stigvíst fyltist, og hetta speglaðist eisini aftur í Lyoni, sum ordiliga raknaði við tað seinasta korterið av konsertini. Hann tóktist mær kanska eitt sindur trekur at byrja við, sum at hetta bert var ein konsert
oyggjaleikirnar: - Besta golfúrslit nakrantíð Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum eru nú um at vera av, og stundir eru at hugleiða um hvussu tað hevur gingist føroysku golfleikarunum, sum hesa vikuna hava kappast [...] í liðkappingini her. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava havt fleiri kvinnuligar leikarar við til oyggjaleikir. Pláss er fyri fýra kvinnum á oyggjaleikaliðum, so gott hevði verið, um fleiri kundu bjóða seg [...] av hepni vóru góðir møguleikar fyri at hann kundi enda í topp-10, men tað eydnaðist ikki hesaferð. Hetta er tann besta plaseringin nakrantíð hjá einum føroyskum golfspælara. Líggjas Jógvansson var næstbestur
tiltøkini eru veikari, enn stúrt hevur verið fyri, veit The Guardian at siga. - Um hetta er alt, sum amerikanski forsetin hevur at siga um Ukraina, so hevur stúranin fyribils verið yvirdrivin, skrivar leiðarin [...] slagnum, Patriot. Hann segði eisini, at USA fer at seta í verk handilstiltøk við sera høgum tolli, um Russland ikki innan 50 dagar gongur við til eina avtalu, sum kann steðga krígnum í Ukraina. Fráboðaðu [...] Slutski, finst at útsagnunum hjá amerikanska forsetanum. Sambært tíðindastovuni Tass heldur hann, at um Donald Trump vil hava framgongd í Ukraina-spurninginum, átti hann at vent nevanum móti Volodymyr Zelenskyj
hálvleiksstøðuna 13-11 til Niðurlond. Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar og skiftist liðini um at hava leiðsluna. Føroyska verjan stóð hampuliga væl, tá hon var komin uppá pláss saman við Gyltu [...] eyðsýnd við góðum, ágangandi presspæli og Silja Eystberg við langskotum. Stígur kom tó í hjá Føroyum um miðjan hálvleik. Okkara gjørdu alt ov nógvar villur, sum kostaðu við løttum málum í hinum endanum. [...] royndu seg við 7 móti 6, men lítið bøtti, og vóru Niðurlond frammanfyri við 4, áðrenn okkara minkaðu um munin beint fyri hálvleik til 13-11. Hvørgan liðið byrjaði seinna hálvleik serliga væl. Einki mál kom
kømrini fara at standa liðug og klár at flyta inn í um stívliga eitt ár ella so. - Men, ætlaðu útbyggingarnar her á Mølini eru enn meira umfatandi enn hetta, tí vit fara eisini at byggja ein bygning í trimum [...] ar frá øllum teimum, sum vitja her í Skálavík - antin tað er til mat ella gisting, og hetta eru vit sera fegin um. Martin Karl Olsen sigur, at tey hava eini 10-12 fólk á lønarlista, harav eini sjey av [...] - Hetta er ein veggur, sum nú verður stoyptur í samband við verkætlanina at byggja 16 nýggj kømur í tveimum lonum - ella átta kømur í hvørjari lon. Tað sigur Martin Karl Olsen, sum saman við konu síni
og um eg hevði skulað lýst hann við einum orðið, hevði eg brúkt orði “Lívligt”. Fólk eru altíð glað og við uppá tað. G! er veruliga ein festivalur sum kann samla nógv ymisk fólk. Hvat heldur tú um G! skránna [...] Hevur tú verið á G! fyrr? - Ja, hetta er faktiskt mítt triðja ár á G! Hvat fekk teg at koma á G! í ár? - Fyri meg er tað at fara á G! blivið ein sjálvfylgja. Eg elski stemningin, bæði til konsertinar og [...] skránna í ár, í mun til hini árini? - Um eg sjálv skal siga tað, so haldi eg at skráin í ár kundi verið munandi betri. Hini árini hava tað verið stór føroysk nøvn, sum t.d Swangah, RSP og Byrta, ið hava
nettoognin í 2023 stavaði í stóran mun frá fíggjarligu feløgunum (sí brúnu stabbarnir í mynd 2). Hetta er í ein stóran mun pensjónsuppsparingin hjá fólki, sum føroysku pensjónsfeløgini og peningastovnarnir [...] at útlond hava skuld til Føroya. Mynd 2 Kapitaljavnin ##med3## Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.
50 prosent toll á vørur, sum USA keypir úr Brasilia, og hetta kunngjørdi Donald Trump hin 9. juli. Tá segði amerikanski forsetin eisini, at hetta verður sekt til Brasilia fyri tað, hann rópti heksajaktina [...] Brasilia fer at brúka allar lógligar møguleikar til tess at verja búskaparligu viðurskifti landsins. - Um neyðugt, fara vit at brúka allar løgfrøðisligar møguleikar at verja okkum, sigur hann í røðuni. Amerikanski
Tað siga ónevndir diplomatar við tíðindastovurnar Reuters og AFP. Hetta er 18. pakkin við revsitiltøkum á rað. Fráboðanin kemur, eftir at forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, í gjárkvøldið segði