koll av vælupplagda B36-liðnum, sum ikki hevði Jens Kristian Hansen á liðnum hesaferð. Men B36-hópurin er væl mannaður, og í hansara stað spældi Allan Manai úti í vinstru síðu. Og tað merktist als ikki [...] seinna hálvleiki, og tveir minuttir seinni fekk ungi B36-áleyparin sítt fjórða mál, tá hann fekk ein stikkning inn um TB-verjuna og sendi framvið Magna Hentze í málið til 6-0. Frá hesi løtuni og restina av dystinum [...] ikki at pynta um úrslitið. B36 vann 7-0, og sigurin kundi verið nógv størri enn tey sjey málini. Føroyameistararnir tykjast nú hava funnið stevið aftur, og tá bæði John Petersen og Jákup á Borg spæla væl,
rok í, tá HB og B36 næstseinasta fríggjadag spældu seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað byrjaði við, at Allan Mørkøre hjá HB við støðuni 2-1 til B36 gjørdi fríspark móti B36-málverjanum [...] um Egin Høgnesen, og tað loypti øði í mong, bæði á og uttan fyri vøllin. Ein av teimum, sum østi seg, var B36-venjarin Tomislav Sivic, sum fór av bonkinum og inn á vøllin, har hann eftir øllum at døma [...] Tað er sunnudagin 23. august, tá B36 og ÍF skulu spæla í Gundadali. Sostatt hevur Tomislav Sivic leikbann í átta dystir (tveir av teimum eru longu spældir ? móti B68 og TB ? tann fyrri áðrenn dómurin fall)
á Svangaskarði móti B68, og tann sigurin var so lítil sum gjørligt, nevniliga 1-0. Annars er tað blivið til ósigrar móti VB heima og NSÍ og HB úti, meðan heimadysturin móti KÍ og nú seinast útidysturin [...] málið hjá Leiftur, Símun Petur Justinussen spælir av egnum vilja nú við 2. deild, og John Petersen spælir nú við B36. Og at GÍ hevur trupult við at koma yvir missin av hesum trimum, sæst aftur á stigatalvuni [...] venjing er alt sum tað plagar, og geisturin er stórur, sigur hann og vísir á, at vongspælið heldur ikki hevur riggað sum fyrr. ? Vit hava ikki fingið vongspælið at koyra, og tað hevur jú verið tað, sum hevur
tíðliga í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur inn um B68-verjuna til Allan Mørkøre, sum sá út til at vera rangstaddur, men púra leysur við Magnusi Poulsen í B68-málinum skeyt Allan við síðuna av. Sum sagt, so [...] bólturin fer út um, kemur Fróði Benjaminsen hjá B68 og sparkar Jan ógvusligani, so at hesin fer um koll. Øði kemur í Jan, sum reisur seg og tekur í bringuna á Fróða og blakar hann niður í vøllin. Dómarin, Suni [...] Nógv fólk og nógvir bilar vóru á Svangaskarði sunnudagin, tá ið 1. deildarliðini hjá B68 og HB dystaðust. Tey, sum vóru komin at hyggja eftir dystinum, fara helst skjótt at gloyma fyrra hálvleik, tí at
vórðu tveir klaksvíkingar ? Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen ? riknir av vøllinum og eru teir tískil leikbannaðir í morgin. Og harafturat er liðskiparin og ein tann mest royndi á KÍ-liðnum, Kurt Mørkøre [...] KÍ er beint í hølunum á teimum við 12 stigum. Á triðja plássi hevur B36 11 stig, meðan NSÍ hevur 10. Um eitt nú HB vinnur í morgin, og B36 ikki vinnur í Runavík, er HB aftur klárt á odda í kappingini. Um [...] sjónvarpinum. Trý og fýra í Runavík Tað verður ivaleyst eisini nógv fólk til fótbóltsdyst í Runavík í dag, tá B36 kemur at spæla stevnudyst móti NSÍ. Hetta er dystur millum nummar trý og nummar fýra í kappingini
einsamallur og skapti heldur ikki nógv sjálvur. Og við eini óvanligari verju og einum útispælara í málinum gjørdust toftamenn eisini grammari, og teir vóru eisini meira nærlagdir framman fyri málinum. B68 fekk [...] ta vikuskifti tapti TB 0-7 í Havn móti B36, og leygardagin var aftur galið, tá B68 vann 5-0 á Sevmýri. Eydnan hevur ikki hildið við tvørámonnum higartil í ár, og teir vóru aftur óhepnir hesaferð. Frálíki [...] fyrra hálvleiki. Men tað var B68, ið fekk einasta málið, sum kom fyrstu 45 minuttirnar. Magni Hentze vardi fyri einum skoti, men bólturin fór út aftur í spælið. Fyrst ein og síðani ein TB-ari hevði tíð
í ár, hava heldur ikki havt neyðugu eydnuna við sær, og nú eru ósigrarnir blivnir stórir. Sunnudagin fingu teir aftur ein mann riknan av vølli, og harafturat mistu teir málmannin. KÍ, sum undan vikuskiftinum [...] við javnleikum í hesum døgum, og um fuglfirðingar ikki skjótt lata seg í vinnaraskógvarnar, kann tað enda við 2. deildarfótbólti í 1999. GÍ fekk trý hart tiltrongd stig og tók seg upp úr botninum. Men tað [...] seglini og er nú bert tvey stig frá silvurplássinum. Komandi leygardag fáa vágbingar nakað annað at hugsa um, tí tá trína teir inn á europeiska leikpallin í Hvalba. Sunnudagin vann VB 2-0 á Sumba, og fyri
Gundadal, og tað kann gerast ein rættiliga áhugaverdur dystur, tí meðan GÍ-ararnir kanska vóru eitt sindur mettir í fjør, man svongdin vera komin aftur nú. Tá B36 og GÍ spældu í Havn í fjør, vann B36 5-2, [...] verjurnar, sum koma nær teimum fýra málunum hjá HB, eru B36 og B68, sum hava latið sjey mál fara inn í skeiva endanum higartil í ár. Á veiku síðuni liggur TB, sum hevur tapt 26 mál í sjey dystum ? tað er [...] í botninum, og fyri hvønn dyst sum gongur uttan sigur, verður tað tyngri og tyngri. Tað verður heldur ikki lættari við øllum leikbannunum, sum regna oman yvir TB-liðið. Í dystinum móti B68 seinasta vikuskiftið
Marek og Jan Joensen vóru sera leysir á KÍ miðvøllinum, og stórspælandi John Hansen og Harley Bertholdsen í borðunum komu ferð eftir ferð ígjøgnum, eftir at toftamenninir vóru lagdir afturum. Og viðhvørt [...] omingini í vinstru, og ein av miðverjunum hjá B68, Jákup Djurhuus, stýrdi bóltinum í málið. Tað sá út til at vera mønustingurin, tá KÍ bara tveir minuttir seinni økti til 3-0. B68 verjan var fullkomuliga [...] seingini. Mikukvøldið í steypafinaluni var nógv frægari, og á Svangaskarði sunnudagin vóru teir á toppinum aftur, og tað sýntist sum teir væl og virðiliga høvdu tváað vónbrotið um tapið í steypakappingini
Albinus, og tað setti meira ferð á álopsspælið hjá tvørámonnum. Og bert tveir minuttir eftir hesa útskiftingina legði TB seg á odda. Eitt hornaspark í høgru síðu varð sent innfyri, og millum vinir og fíggindar [...] vart og uttan málmann, men í staðin fyri at skjóta beinanvegin valdi Sasha at reka eitt sindur longur inn í brotsteigin, og tá hann so skuldi skjóta, vóru fleiri NSÍ-arar komnir aftur at verja, og skotið [...] ein TB-ari inni í 5-metrinum og rópti av pínu. Dómarin sá ikki hendingina og fór út til linjudómaran, sum hevði flaggið uppi. Endin varð, at Kári Hansen fekk gult kort, og so hendi ikki meir. TB-ararnir