TB eyðmýkt í Gundadali

Fótbóltur: B36 stóð fyri størsta sigri higartil í landskappingini, tá teir sendu TB suður um aftur við einum 7-0 tapi

B36 gjørdi skjótt av móti TB í Gundadali sunnudagin. Dysturin var ikki eldri enn eitt korter, tá støðan var 4-0 til havnarliðið, og tá avtornaði, skulu tvørámenn vera fegnir um, at endaligi sigurin ikki bleiv til meir enn 7-0.

Dysturin var bert fimm minuttir gamal, tá Carl Høgnesen sendi innfyri úr høgru síðu til John Petersen, sum stútaði B36 á odda 1-0. Fimm minuttir seinni royndi Mikkjal Thomassen seg við skoti, sum Magni Hentze bjargaði framúr væl. Hann kláraði tó ikki at halda bóltinum, sum endaði beint hjá Jákupi á Borg, sum hevði lætt við at økja til 2-0. Og bert tveir minuttir eftir hetta fekk B36 fríspark beint uttan fyri TB-brotsteigin. Tað varð tikið skjótt, meðan TB-verjan fekk sær ein blund, og púra leysur kundi Jákup á Borg leggja heimaliðið á odda 3-0.

Og fýra minuttir seinni var tað Allan Manai, sum við eini vakrari detalju, har hann lyfti upp um ein TB-leikara og smekkaði í málið, økti til 4-0.

So var linjan av álvara løgd, og TB-liðið, sum var nógv skert til dystin, var longu runnið fullkomiliga um koll av vælupplagda B36-liðnum, sum ikki hevði Jens Kristian Hansen á liðnum hesaferð. Men B36-hópurin er væl mannaður, og í hansara stað spældi Allan Manai úti í vinstru síðu. Og tað merktist als ikki, at landsliðsspælarin og liðskiparin ikki var við ? til tess var munurin á liðunum alt, alt ov stórur.


Tað var bert ein

spurningur um stødd

Tvørámenn komu eitt sindur fyri seg eftir hørðu byrjanina, men tað var framvegis B36, sum hevði fult tamarhald á, og dysturin var longu avgjørdur. Spurningurin var nú bert, hvussu stórur sigurin skuldi vera.

Tað mundi blivið 5-0, tá Jákup á Borg við einum vøkrum stútara rakti tvørstongina eftir innlegg úr høgru, men fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur var nógv líkur tí fyrra, men hóast B36 bert fekk trý mál í seinna umfarinum, trutu møguleikarnir fyri fleiri ikki.

Serliga John Petersen var óheppin, meðan Jákup á Borg var sera væl upplagdur og gjørdi tvey mál afturat, áðrenn hann av onkrari orsøk bleiv skiftur út.

Málið til 5-0 átti Jákup á Borg sjálvur. Hann setti ferð á úti í høgra borði, rann frá eini tveimum TB-arum og legði flatt innfyri, har bæði John Petersen og Carl Høgnesen hildu seg til. Men bólturin rakti ein TB-ara og fór útaftur til Jákup, ið sum ein rættur áleypari ikki ivaðist, men langaði hann upp undir nettakið.

Tá var eitt korter spælt av seinna hálvleiki, og tveir minuttir seinni fekk ungi B36-áleyparin sítt fjórða mál, tá hann fekk ein stikkning inn um TB-verjuna og sendi framvið Magna Hentze í málið til 6-0.

Frá hesi løtuni og restina av dystinum hevði B36 málmøguleikar í hópatali, men einki spurdist burturúr, og í tveimum førum bjargaði træverkið TB frá einum enn størri ósigri.

Tað vóru tríggir minuttir eftir, tá John Petersen kundi seta punktum við enn einum stútari eftir innlegg úr høgru frá Mikkjali Thomassen.

Tá hevði leikandi venjarin hjá tvørámonnum, Zoran Pavlovic (kom inn í hálvleikssteðginum, men var eins anonymur sum restin av TB-liðnum), havt einasta veruliga málmøguleika, sum TB hevði í dystinum, men einsamallur við Egini Høgnesen megnaði hann ikki at pynta um úrslitið.

B36 vann 7-0, og sigurin kundi verið nógv størri enn tey sjey málini. Føroyameistararnir tykjast nú hava funnið stevið aftur, og tá bæði John Petersen og Jákup á Borg spæla væl, hava teir landsins besta álop, sum TB eisini fekk at merkja sunnudagin. Teir báðir hava nú skotið sjey mál í part í 1. deild í ár og eru ovast á málskjúttaralistanum.

Bakgrundin var kortini bílig í dystinum móti TB, sum als einki hevði at bjóða uppá. Sasha Radosavljevic hevur havt leikbann í tríggjar dystir (hann verður tøkur aftur komandi vikuskifti), og Óli Johannesen hevði eisini leikbann sunnudagin. Teir báðir eru saman við Pól F. Joensen týdningarmestu menn á liðnum, og tá so toppskjúttin Eyðun Svalbard er »ekskluderaður« orsakað av innanhýsis trupulleikum, hevur TB stórar trupulleikar. Teir eru framvegis niðast í deildini, og sunnudagin taptu teir fyri fyrstu ferð stórt. Nú kann tað bara ganga uppeftir í eini kapping, har leikbann longu hava oyðilagt nógv. Møguleikin verður til staðar longu komandi vikuskifti, tá B68 kemur á Sevmýri.