italska liðnum, var sjálvandi eyðsýndur, men tað var tó hevarin hjá Italia, Simone Giannelli, ið áskoðararnir serliga fara at minnast. Hann er einans 19 ára gamal, men var tó valdur besti hevari í allari [...] finaluni møttust Frakland og Slovenia. At Frakland kom allan vegin í finaluna var kanska ikki so óvæntað, men at Slovenia skuldi koma allan vegin, er eitt undur. Hetta er fyrsta heiðursmerki unga tjóðin, sum varð [...] og flótandi og fjølbroytta álopsspælið legði trýst á fraklendingar. Slovenia hevði 5 settbóltar, men teir megnaðu bara ikki tað allar seinasta. Endin var tí, at Frakland vann settið 29-27 og soleiðis
strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 1 og 5 stig. Sunnudagin verður upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, skýggjað, men yvirhøvur turt. Um náttina snarar hann [...] hvirlur av stormstyrki, 18 til 23 m/s. Út á dagin makar hann tó vindin nakað og tað verður skiftandi, men óstøðugt. Skýggjað og regn, sum seinnapartin verður vátaslettingur norðanfyri. Hitin millum 1 og 5 [...] Jólaaftan og jólanátt verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, av útnyrðingi, við hørðum hvirlum, men út á náttina minkar hann tó vindin. Ælaveður og sum frá líður vátaslettingur og kavi og hitin millum
metrar uttan at steðga. Men í Føroyum er støðan ikki góð á hesum øki, tí kanning vísir, at minni enn helvtin av føroyskum børnum í fimta flokki, halda seg duga at svimja 200 metrar. Men spjaðingin er stór, [...] vera so lítil sum gjørligt. Men skuldu vanlukkan kortini hend, skal hjálp tryggjast so skjótt sum tilber. - Vit kunnu ikki garantera at ein druknivanlukka ikki fer at henda, men vit gera tað vit kunnu til [...] - Oll, sum hava ábyrgd av svimjarum, eiga at vera lívbjargari. Men tað er enn betur, hevur svimjihøllin eisini skikkaðu lívbjargarar. - Men útgangsstøðið er, at tað er fólkið við beinleiðis ábyrgd fyri
síðan at vera send á børu til Ríkissjúkrahúsið. Hetta er ikki eitt gott minni, men tó er tað nokk tað, sum eg minnist best. Men, so minnist eg eisini dagarnar eftir, tá hon fekk tað betri, slapp úr respiratorinum [...] - Árið hevur verið blandað. Nógvar góðar og spennandi løtur, bæði við familju, vinum og í arbeiði; men árið hevur eisini verið nógv merkt av sjúku í familjuni, og hevur tað verið sera tyngjandi. Tó vóna [...] verið eitt rokaligt ár, har hann nakrar ferðir hevur kent seg noyddan at gingið ímóti samgonguni. - Men, tað hevur eisini verið sera spennandi politiskt, har vit nú byrja at síggja fruktirnar av førda p
egur. Men teir síggja eisini fyri sær at menna økið enn meiri, og at byggja smáttur til tey at gista í, sum leiga høllina. Les eisini: Vilja byggja fótbóltshøll við heilum vølli á Tvøroyr i Men Marjun [...] átrokandi at byggja ein nýggjan skúla. Men hon helt kortini, at fær kommunan møguleikan at byggja eina fótbóltshøll, er tað vert at hyggja at, legði hon afturat. Men Hallur í Heiðinum, býráðslimur fyri [...] tekur ikki undir við hesum. Hon hevur onki ímóti, at býráðið fær fund í lag við Fótbóltssambandi. Men hon staðfestir samstundis, at hon er harðliga ímóti, at fótbólturin í kommununi enn einaferð verður
kanal. Talan er ikki um nakra rock-kanal, men vit fara at spæla meiri fólksligan tónleik. - Enn er ikki staðfest endaliga hvørjum frekvensi rásin verður send á, men ein antenna verður sett upp á Glyvrum, [...] ymiskum andaligum samanhangum, men sigur, at Krossfeltið ikki verður ein kristin rás. - Eg skilji væl, um fólk hugsa tann vegin, tá tey hoyra navnið á rásini, Krossfeltið, men heiti verður eisini nýtt innan [...] eitt krossfelt. Eyðun Jacobsen hevur drúgvar royndir frá útvarpsarbeiði, fyrst og fremst úr Danmark, men hann hevur eisini havt sendingar á bæði Lindini og Rás 2. - Hetta verður mítt ítriv, so at siga, sigur
FC Porto á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraði Diego Godín og Arda Turan fyri gestirnar úr Madrid. Bólkur H: Barcelona vóru á knønum móti Celtic, men endaðu við at vinna 1-0. Celtic fekk [...] leggja seg á odda í tveimum førum í seinna hálvleiki, men stutt seinni skoraði Cesc Fabregas einsamalla málið í dystinum. Barcelona kundi tá havt økt, men frálíkt málmansspæl steðgaði tí. Í Amsterdam var [...] Arsene Wenger hevur verið fyri nógvum ákoyringum, men hann svarar aftur á vøllinum. Liðið liggur fremst í Premier League og hevur nú vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League bólkaspælinum
pan fram í Løgtinginum, skaraðu sjúkrahúsini fram úr í frágreiðingini. Ikki tí tey fyltu so nógv, men tvørturímóti tí tey næstan ikki vórðu nevnd. Sostatt stendur ikki eitt orð um, hvussu landsstýrismaðurin [...] fyribyrging úti í nærøkjunum, fyri at so fá sum gjørligt yvirhøvur skulu fáa tørv á sjúkrahúsviðgerð. Men landsstýrismaðurin ger tó púra greitt, at hann ongar ætlanir hevur um nakað sum líkist eini samanlegging [...] fyrbyrging skal verða so tætt at borgarunum sum gjørligt. Tí skulu vit framhaldandi hava trý sjúkrahús, men endamálið við heilsunýskipanini er hinvegin, at vit skulu hava eitt heilsuverk, greiðir Karsten Hansen
væl, men at finna júst tað rætta, var ikki heilt lætt. Fyri Arna Zachariassen var tað týdningarmikið, at hann ikki kendi nakran annan við navninum, sum barnið skuldi hava. - Vit vistu ikki kynið, men av [...] Gøta Rannvá G. Fossaberg [email protected] - Eitt barnanavn hevur stóran týdning. Kanska kliché, men navnið skal barnið hava alt lívið, tað er sum eitt fingramerkið foreldrini seta á barn sítt við hugsanum [...] sindur heitt, tí vit hava ikki heilt sama smag. Arna dámar væl klassisk og ikki norðurlendsk nøvn, men mær dámar best norðurlendsk og føroysk nøvn, sigur Malan Kastalag. Tað tók nakrar mánaðir av tosi aftur
sjálvandi um, hvussu stórt arbeiðsloysið verður, men gongdin hevur sjálvandi stóra ávirkan á, hvussu skjótt ella seint pengakassin hjá ALS tømist. - Men heldur hendan støðan sær , hesi næstu árini, verður [...] ALS tømist rættiliga skjótt, tí í august í 2009 hevði skipanin eina eginogn á 742 milliónir krónur, men í dag er hon komin niður á 300 milliónir. - Tað er tann stóra avbjóðingin hjá okkum, at vit fáa ikki [...] í næstum fyri at framtíðartryggja haldførið í ALS Hetta er eisini eitt mál, tey arbeiða við í ALS, men enn eru tey ongan veg komin. Fyribils eru tey ikki komin stórt longur enn at seta nakrar møguleikar