Jólaaftan nærkast eitt stormlágtrýst Føroyum og fer síðani í ein landnyrðing. Eftir lágtrýstið streymar køld lugt við kavaælum eitt skifti inn yvir oyggjarnar av norðri og útnyrðingi. Um vikuskiftið koma nýggj brúgvaløg úr suðri og útsynningi við óstøðugum, vindfullum og lýggjari veðri.
Jólaaftan verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, í støðum hvirlur av stormstyrki, 18 til 23 m/s. Út á dagin makar hann tó vindin nakað og tað verður skiftandi, men óstøðugt. Skýggjað og regn, sum seinnapartin verður vátaslettingur norðanfyri. Hitin millum 1 og 5 stig. Jólaaftan og jólanátt verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, av útnyrðingi, við hørðum hvirlum, men út á náttina minkar hann tó vindin. Ælaveður og sum frá líður vátaslettingur og kavi og hitin millum frostmarkið og trý stig.
Jóladag makar hann vindin enn meiri og tað verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin kavaæl, men sum frá líður turt og samdrigið. Hitin um frostmarkið. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum seinni øtlar upp í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Turt og klárt, men seinni skýggjað og hitin millum 5 kuldastig og 1 hitastig.
2. jóladag øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavi ella vátaslettingur av og á. Um náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 1 og 5 stig.
Sunnudagin verður upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, skýggjað, men yvirhøvur turt. Um náttina snarar hann í ein sunnan, og tað verður stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og tað verður stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum makar vindin nakað og snarar í ein eystan, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn av og á men seinni meiri regn úr suðri. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina fyrst regn og andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s, seinni klárar hann í og tað verður ælaveður og strúkur í vindi upp í skrið, í støðum upp í storm, 15 til 23 m/s. Hitin millum 2 og 5 stig.