tilvild eins og øll hini politisku stórmálini. Nógv hava við røttum funnist at undanfarnu samgongu fyri vantandi vinnupolitikk, og hava spurt, hví Tjóðveldisflokkurin so ofta var ósamdur við landsstýrismannin [...] hevur boðað frá, at Atlantsflog skal seljast fyrst. Har er onki fyrireikað. Onki endamál. Og ongi av teimum greiðu málum, ið vit í Tjóðveldisflokkinum hava sett fram, eru umhugsað. Tjóðveldisflokkurin, sum [...] neyvan nakar havt nakað við hann at gera og fyritøkan hevði mist alt marknaðarvirði. Eg havi ikki orð fyri, hvussu vánalig og vandamikil hendan framferðin hjá landsstýrinum er. Fari at loyva mær at spyrja
fortreytir fyri at sæð hetta, eftirsum hann sjálvur hevur verið fiskimálaráðharri. Sjálvt ídnaðarskipini, sum føroyski skattaborgarin fyri nøkrum árum síðan rindaði avvarðandi reiðarum í dýrar dómar fyri, so [...] Tað fall okkum fyri bróstið, tá ein løgtingslimur í síðstu viku setti spurnartekin við, hvørt tað er rímiligt og rætt at kyrrahavsloyvir fáa part av makrelrættindum føroyinga. Fyri at greiða møguligar [...] ir. Tað kundi verið passandi hjá Jákupi Mikkelsen at sett spurningartekin við, hví so er, ístaðin fyri at leggja eftir kyrrahavsloyvunum. Hyggja vit nærri at kyrrahavsflotanum, so hevur hesin útvegað Føroyum
altíð hevur verið ringt - fyri ikki at siga ómøguligt - heilt at byrgja uppfyri yvirgangsatsóknum. - Fíggindin sæst ikki, og sera trupult er at finna hann. Tó eigur alt at gerast fyri at steðga hesum, og flestu [...] hendingar fáa okkum at hugsa um, hvat við flóttarfólkum. Hesi hava brúk fyri hjálp. Okkara hugsan er, at vit eiga at hjálpa teimum, har tey eru - ella í nærumhvørvinum, sigur Jørgen Niclasen. [...] flestu lond gera stórt arbeiði fyri at avdúka hesi, áðrenn atsóknirnar verða framdar. Ofta eydnast tað, men ikki altíð. Jørgen Niclasen sigur, at tað í hesum førinum er upp til Frakland, hvat landið ger
geri tað, og eg fari at gera tað umaftur”. – At Paul Watson ikki skal standa til svars fyri sínar gerðir, er fyri mær óskiljandi, sigur føroyski ráðharrin í lógarmálum. [...] landsstýrismaður í lógarmálum. Hann heldur, at tað at leyslata Paul Watson skalar rættarkensluna hjá teimum, sum hava kent avleiðingarnar av hansara framferðarhátti gjøgnum áratíggju. – Føroyingar kenna alt
Føroyabanki er framvegis stongdur fyri allari vinnuligari veiði – við undantaki av nøkrum fáum døgum til smærri bátar. Línuskipareiðarin metir ikki, at royndin hjá teimum bátum, sum eru slopnir á Bankan [...] hevur givið eini 2.500-3.000 tons av toski hvørt ár í langar tíðir, men sum nú hevur verið friðaður fyri allari veiði í meira enn 10 ár. - Í gomlum døgum var toskurin av Føroyabanka okkara høvuðsbrand á [...] Føroyananka og á havleiðirnar hjá øðrum, tá Bankin kann geva upp í 6.000 tons av toski um árið. Í staðin fyri at sleppa at fiska á Føroyabanka, noyðast føroysk línuskip á fjarleiðirnar við Flemish Kap, Grønland
liggja tí tað loysir seg ikki at fara út at fiska. Og tá gjalda skipini ikki avgjaldið, og tað er teimum væl unt. Man ikki mangur við mær undrast yvir, at á hesa so dýru olju verður áhaldandi lagt hetta [...] hetta broyttu okkara fólkavaldu menn, soleiðis at nú ríkur prísurin uppeftir. Hvat hugsa hesir menn fyri sær. Tað haldi eg ikki er ein órímiligur spurningur men heldur ógvuliga viðkomandi.
árini, at borgarin verður hildin fyri gjøldur av valdu býráðsumboðunum. Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur, at nú er tíðin komin til at saðla um, og at virka fyri at samráðingartilgongdin verður [...] meining at býta upp í meir- og minnuluta, og sundurbýtingin er eisini skaðilig fyri demokratiið. Dialogur er avgerandi fyri demokratiið, og við at býta upp í meiri- og minnilutar drepur tú dialogin, og [...] gjøgnum tey umboð, tey hava valt. Tað er ikki rímiligt fyri demokratiið, heldur Jógvan Mørkøre. Samfelagsfrøðingurin leggur afturat, at hjá teimum, sum hava latið seg valt, men sum meira ella minni av tilvild
verða seld og keypt fyri peningaupphæddir, sum liggja langt omanfyri virðið á skipunum, sum tey hoyra til. Tá ið loyvini ikki kunnu setast í veð, verður roynt at finna aðrar vegir fyri at peningastovnurin [...] at peningastovnarnir seta treytir, sum trygga teimum ávirkan á reiðaríið. Tað er torført at veita lán við grundarlagið í fiskiloyvinum, tí virðið á teimum broytist alla tíðina. Virðið á fiskiloyvinum ávirkast [...] hesum bindur reiðaríið seg til ikki at seta ognirnar, sum eru umfataðar av veðhaldsváttanini, í veð fyri øðrum lánum. Búsksparráðið sigur, at tað er greitt, at jú fleiri ognir eru umfataðar av eini slíkari
Føroyum, og nú verður tað umsíðir til veruleika. Late Night Show er undirhald fyri vaksin, tað er bæði frekt og speiskt, og alt er fyri mark ? næstan. - Vit hava allatíðina hildið fast um, at at Late Night Show [...] klaksvíkingarnir, sum nú fara at ferðast kring landið við Late Night Show. Leygarkvøldið verður lagt fyri í Eydnuni á Oyrarbakka, og seinni gongur leiðin til Sands, Suðuroyar og Havnar. Frammanundan hevur [...] fólki, hvat tey kunnu vænta av Late Night Show, tí tey kenna ikki konseptið. Vit kunnu bara ráða teimum til at koma og uppliva tað, sigur Kári Sólstein. Late Night Show er fjølbroytt undirhald. Tað er
Ein myrkur, ómerktur persónbilur var mánakvøldið atvold til eitt ferðsluóhapp innan fyri Sund. Eingin mansskaði hendi. Ein persónbilur, sum kom koyrandi út móti Sundi mánakvøldið, rendi á ein stein, og [...] sær uttan at tryggja sær, at hann stóð forsvarliga væl úti í vegjaðaranum. Høgra hjólsett var uttan fyri strikuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Restin stóð inni á vegnum. Síðan fór førarin frá [...] nakað ávarðingaljós blinka ella seta skelti upp, sum søgdu frá, at her var møguligur vandi á ferð hjá teimum, sum aftan á komu. Ein lastbilførari, sum seinni kom suður eftir, sá ikki hendan myrka bilin á vegnum