ongantíð kom til hugs at gera eini hønu mein, tíansheldur at gera nøkrum starvsfelaga nakað. Hyggin fólk, sum settu sær fyri, at teirra skuldi ikki liggja eftir og tað skuldi vera við reinum, opnum kortum [...] báðar síður«, tí tveir partar skulu til at kríggjast, sambært fólkaligum orðafelli. So er ikki. Ein, sum hevur formligu leiðsluna oman fyri annan, er ríkiligt til at skapa krígg. Alt meðan tað fjølgast í [...] So upplivdu vit tað aftur. Starvsfólk hjá tí almenna fara til arbeiðis við tí í huga, at gera dagsins verk aftur í dag. Eftir bestu sannføring og soleiðis sum lívið og umstøðurnar einaferð løgdu tað til
í heimið hjá Sigurði og Jovinu frá barnið av, er hesin tómleiki sera ringur at fata. At Sigurð ikki er har, ið hann plagdi at sita, er okkum óskiljandi. Sigurð var lítillátin og gjørdi ikki nógv hóvasták [...] sjálvt um gangurin kundi vera í so nógvur. Gomlu beinraknu orðini, at har hjartarúm er, er eisini húsarúm, kunnu eina best lýsa, hvussu hansara lyndi var. Tað er ongin loyna, at boksing og fótbóltur høvdu [...] skúlan, stóð Sigurð í vindeyganum og eygleiddi okkum út eftir vegnum og oman í skúlan. Hevði onga hóming av, at hetta skuldi vera seinastu ferð, eg skuldi hitta hann í heiminum á Argjavegi 51. Sigurð var
verður farið oman í EB húsið at dansa aftaná, sigur formaðurin. Innbjóðingar eru sendar øðrum ítróttarfeløgum og stuðlum hjá EB, eins og roknað verður við, at til eina slíka veitslu fer nógv fólk at vilja vera [...] heilt helt uppat á Eiði var tann, at venjingarumstøðurnar vóru so vánaligar, og trupult var at koma til venjing, sum gekk fyri seg í høllini á Skála. Hinvegin eru møguleikar at skipa fyri øðrum smærri tiltøkum [...] verður, sum vera man, eingin kappingarhondbóltur í vár, nú kappingin er so langt komin, men í heyst verður av álvara farið undir aftur hondbólt í gomlu hondbóltsbygdini Eiði. ?Grundin til, at hondbólturin
Miðeystri at krevja sín prís fyri stuðulin. Tað kann vera, at Sharon fyri eitt styttri skeið á hendan hátt kann kúga palestinensisku tjóðina til at gevast við harðskapinum og til at binda frið ella at sleppa [...] eyðgleiðarum, at Ísrael við valdi fer at flyta stórar hópar av palestinensiska fólkinum av Vestara Áarbakka og innlima partar av hesum øki í eitt komandi størri Ísrael. Oman á hetta kemur, at tað ljóðar eitt [...] tó lítið, sum bendir á, at altjóða samfelagið fer at góðtaka slíka etniska útreinskan í tí landi, sum skal umboða vesturlendskt fólkaræði í Miðeystri. Hinvegin er væl hugsandi, at Sharon í tí ruðuleika,
Sámal Jóhan Gaardlykke í Lamba, sum plagar at rógva út av Lambavík, tá ið veður er til tess, heldur lítið um, at opnir bátar ikki skulu sleppa til útróðrar, tí at fiskidagarnir hjá hesum bátum eru uppi. Soleiðis [...] eru uppi, og tað er ógvuliga keðiligt. Hann heldur ikki, at deksfør áttu at verið við í sama bólki sum opnir maskinbátar, tí deksførini kunnu vera á útróðri nógvar dagar, har opnu bátarnir liggja bundnir [...] ein minni bát, sum kann dragast oman og niðan á vogni - alt eftir, hvussu líkindini á Lambavík nú einaferð eru. Hann hevur fiskiloyvi í bólki 5B, og tað er í hesum bólki, at fiskidagarnir vórðu uppi tvær
í gongini. "Har er so kalt, so eg plagi at biðja teir koma inn um at seta seg at bíða..." segði hon. Út á markina Veðrið var gott og hálvaljóst. Orkaði ikki at sita á Farstøðini ein heilan tíma. Gekk mær [...] Í seinnu helvt av 1500-árunum hoyra vit um, at sjórænarar eru farnir at gera alsamt meira um seg í Føroyum. Hetta fekk menn at seta í verk tiltøk fyri at verja Havnina, sum tá ikki var stórt meira enn [...] kom til Havnar at halda ólavsøku. Ein syrgilig og hjartanemandi søga. Á veg oman aftur á Farstøðina gangi eg framvið pylsuvogninum. Í rútinum er stór reklama: Fit for fight! Nú er best at koma inn í hitan
skuld aftur, ið er so stór, at í miðal 4. hvør skattakróna fer til at afturgjalda skuld, so má vera trupult at gera íløgur. Klaksvíkar kommuna hevur seinastu 4 árini goldið oman fyri 90 mío í rentum og avdráttum [...] gongd, hava vit roynt at lagt upp fyri í 2003 við at leggja upp fyri øllum kendum útreiðslum, so avgerðin um at nýta tøkan pening verður tikin út frá eini heildarmeting og ikki útfrá, at tað økið, ið kemur [...] Kommunnunar eiga at samskipa sínar íløgur á tann hátt, at allar ikki gera stórar íløgur í havnir, men semjast um, at ein kommuna ger hetta, meðan hin kommunan ger onkra aðra íløgu, og at ein so nýtir fasilitetirnar
kring landið og áskoðarum hevur verið sera væl dámt. Tað er ikki neyðugt at vera limur í Tórshavnar Froskmannafelag fyri at vera við til sjálva tunnusláingina, men øll sum eiga drakt eru vælkomin. Tórshavnar [...] fyri lívinum fyri at halda høvdinum oman á vatnskorpuni. Nýggi báturin hjá froskmannafelagnum, »NJØRÐUR« liggur sjálvandi eisini á Bursatanga henda dagin, og høvi verður hjá luttakarunum at royna vatnskíirnar [...] áskoðarar, sum vanliga leita sær oman á Bursatanga hendan dagin. Børnini eru sjálvandi tey, sum stuttleika sær mest yvir hesar menn og kvinnur, sum ikki himprast við at leypa eftir høvdinum av bryggjuni
og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Tilhaldið í Sandoynni Opið er mánadag og mikudag frá kl. 14-17 í missiónshúsinum á Sandi. Drekkamunnur er at fáa báðar dagarnar. Mikudagin 5. mars Sólvá [...] fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00-18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa [...] kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 15 Frágreiðing um ENJO, Tórharda Bláhamar Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum ? um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin
kampur at skula halda seg frá at eta ov nógvan mat, sigur Giggi, men leggur samstundis afturat, at tað er ein roynd fyri hana at fara út, har nógvur og góður matur er at fáa. Hon fegnast um, at tað finst [...] gongur alt ov skjótt, heldur hon. ? At tapa seg soleiðis snýr seg ikki um at halda uppat við at eta. Tað snýr seg nógv meira um at broyta lívsstíl og at læra seg at eta rætt. Eg havi etið ov nógv og skeivt [...] eitur Kristin. Hon sigur, at tað var avbera gott at koma niður og orka at ganga og súkkla. Hon greiðir frá, at summi har niðri vóru so illa fyri, at tey fingu sveittan fram av at gera armvenjingar. Ebeltoft