og Arnbjørn hevur tí givið avboð til landsliðsferðina til Serbia. Í hansara stað er Andrew av Fløtum úttikin. Andrew hevur í ár verið uttan fyri landsliðshitan, men síðani summarsteðgin hevur hann støðugt [...] støðugt verið ein av sjónligastu spælarunum á HB-liðnum. Seinastu tveir dystirnar hevur hann skotið fýra mál, og tí er tað ein heitur áleypari, sum nú er komin í hitan.
FSF hevur í ár skipað fyri fleiri útbúgvingum til leiðarar og hjálparfólk hjá feløgunum kring landið. Talan hevur verið um venjaraútbúgvingar, leiðaraútbúgvingar og dómaraútbúgvingar. - Hetta hevur verið [...] einum grundskeiði. Í flestu førum hava starvsfólk á økinum hjá FSF hildið skeiðini, men íblástur hevur eisini verið fingin frá serkønum fólkum úr útlondum.
Norska stjórnin hevur gjørt av at læna íslendingum 4,2 milliardir norskar krónur Norska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon hevur samtykt at læna Íslandi 4,2 milliardir norskar krónur. Málið skal tó leggjast [...] norsku stjórnini, men onnur viðurskifti, skrivar Morgunblaðið. Ísland hevur søkt um lán úr Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF, men hevur ikki fingið svar enn.
verjuleikari, ið hevur roynt seg bæði uttanlands og í GÍ. Seinasta kappingarár spældi hann við GÍ, men áðrenn tað hevur hann m.a. leikt við Frem í donsku 1. deild. Hans Pauli hevur í fleiri ár verið partur [...] bæði í verjuni og á miðvøllinum. Sverri Jacobsen er ein av ungu evnaríku leikarunum í Gøtu. Sverri hevur hetta kappingarárið spælt heilt nógv í álopinum, men kann eisini spæla longri afturi á miðvøllinum
Brasilski forsetin, sum júst hevur vitjað kubanska leiðaran, sigur, at Castro er til reiðar at taka róðrið aftur Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá brasilska forsetanum at sleppa at tosa við Fidel [...] politisku leiðsluni skjótt, segði Luiz Inacio Lula da Silva aftan á fundin. Castro hevur verið sjúkur leingi, og hesa tíðina hevur bróðurin Raúl havt politisku leiðsluna í Kuba. Brasilski forsetin sigur, at tann
Kvinnukórið Cantabile hevur áhugaverda jólakonsert í Múllers Pakkhúsi í annaðkvøld klokkan 19. Á skránni eru jólaløg úr ymsum londum, sum m.a. Pauli í Sandagerði hevur útsett fyri kór Unn Paturson stjórnar [...] r og Nomi Andreassen. Múllers Pakkhús hevur serstakt ljóð, og tað gagnnýtir kórið eitt nú til at syngja Ave Maria eftir russiska Rachmaninov, eitt verk, sum hevur fylgt kórinum leingi. Kórið syngur eisini
Varamaðurin hjá Heðini Zachariassen hevur júst skift starv og hevur tí borið seg undan at verða uppstillaður til løgtingsvalið Norðstreymoyar Fólkafloksfelag hevði í gjár annan og triðja uppstillingarfund [...] Olsen eisini verið eitt av sterku kortunum hjá Fólkaflokkinum í Norðstreymoy, men hann hevur júst skift arbeiði, og hevur tí borið seg undan at stilla upp.
cand.polit og hevur seinastu árini starvast sum fulltrúi á Hagstovu Føroya, skrivari í Búskaparráðnumog seinasta árið hevur hann verið virkandi stjóri á Hagstovu Føroya Millum annað hevur hann tosað við [...] við Pál Veihe, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at grindin skjótt er so dálkað av grannum okkara, at hon ikki longur er etandi. Hetta heldur John Vidal vera eitt sera áhugavert sjónarmið. Bretski blaðmaðurin
uttanum. Hann hevur verið og er: málsliga, ljóðliga og ørindisliga ein endurnýggjari. Hann hevur sum eingin annar givið okkum ljóð fyri hvøkkandi fagnaðarljómi og sálarmeltandi neyð. Hann hevur sum eingin [...] eingin annar lýst ástina í øllum sínum skapi og givið romum erotikki ljóð, ið ikki hevur verið til í føroyskum bókmentum. Úr veðurbardu samtíð síni, har so mangt gongur undir og ferst, úr verøld okkara við døkkum
eisini eitt virkið felag. Í ár hevur felagið hjørt av at geva eina fløgu út við tveimum sangum. Fløgan er samstundis ein lutaseðil. Slagaratónaskaldið Heri Nolsøe hevur skrivað orð og løg. Ronnie Nilsen [...] Nilsen syngur teir báðar sangirna ?Drekastevnið? og ?Drekin? og Finnur Hansen hevur arrangera og skipað fyri tónleikinum. Fløgan hevur heitið ?Drekastevnið?. Fløgan er sum sagt eisini ein lutaseðil . Baksíðan