broyttist ikki, tí dysturin endaði javnur. Tað endaði javnt á fremsta og aftasta borði, og á miðborðunum fingu liðini hvør sín sigur. Eitt sindur óvæntað vann Havnin á øðrum borði og Sandavágur á triðja borði [...] páskum í fjør, tá ið hann tapti í sera góðari støðu. Silas kláraði at fáa vinnandi fyrimun í at síggja til javnari endastøðu. Ein kærkomin uppreisn hjá Silasi, sum mest hevur telvað á B-liði felagsins í vetur [...] num. Helgi og Rógvi telvaðu eitt fínt talv. Helgi offraði býtismun í miðtalvinum, leingi var líkt til, at tað fór at geva honum avgerandi fyrimun, men eftir drúgt og spennandi talv, endaði stríðið við
bilaferðsla var enn helst nakantíð áður. At síggja til mintu onkrar løtur á degnum um rekkjukoyring, har bilaferðslan eftir Sandarfløtti og eftir vegnum til eysturbygdirnar hekk saman i longum bilarøðum. [...] Í gjár var leygardagur. Veðrið var gott, og nú styttist tíðin, til gjaldast skal fyri at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin. Hetta merktist so sanniliga eisini á nógvu ferðsluni gjøgnum Sandoyartunnilin í [...] at hóast nógvu ferðsluna í Sandoynni, frættu tey einki um, at alt ikki gekk sum eftir ánni, og tey fingu ongar fráboðanir um trupulleikar. Men, um 02.30-tíðina í nátt vórðu teir førarar á prutli steðgaðir
ein hægri makt kom teimum til hjálpar. Greta Jacobsen av Glyvrum, ið var systur Hannu, kom teimum til hjálpar at ansa børnunum. Trý ár seinni giftust Niels og Greta og fingu tey sonin Niels Midjord. ##med8## [...] loysnin, ið vald varð? Tey, ið buðu seg fram at taka sær av okkum, gjørdu sítt arbeiði til lítar, umsorgan og kærleika fingu vit allir - og allir høvdu vit bert tað besta at siga um tey, ið átóku sær hesa stóru [...] megnaðu tær at bera so í bandi, at nóg mikið var til øll. Tær vóru fyrimyndarligar. Hanna hevði bert rósandi orð at siga um fosturmammuna Gretu. Hon dugdi alt til hendurnar, arbeiðssom og skilagóð. Hon tók sær
hendan trupuleikan. Venjarararnir fingu roynt allar leikararnar í hesum báðum dystunum, og fingu stórt gagn av hesum báðum venjingardystunum. Nú telur tjóðin niður til komandi hósdag klokkan 17, tá vit
økisfeløgunum. Farið verður aftur til átta økisfelg, ið vil siga, at Streymoyggin aftur fær tvey økisfeløg. Umframt verður nú møguligt at manna nevndirnar við frá trimum til sjey limir. Flokksleiðslan ætlar [...] Fundurin byrjaði við, at formaðurin greiddi frá støðuni í flokkinum. Fundarluttakarnir fingu høvi at seta fram spurningar og siga sína hugsan. Fleiri mál vóru á skránni, eitt nú broytingar í viðtøkunum [...] 814 undirskriftir, og av teimum eru tær 804 góðkendar. Flokkurin er tískil góðkendur at stilla upp til komandi løgtingsval. Sámal Petur í Grund Formaður Sjálvstýri.
Belgia var á odda 5-3, men tað vendu okkara menn skjótt til eina 9-5 leiðslu. Í seinna hálvleiki vóru Føroyar greitt omaná, og í seinna hálvleiki fingu okkara menn eisini fitt av málum uppá skjótálop, umframt [...] Føroyska manslandsliðið í hondbólti livdi upp til favorittverdigheitina hjá veddingarfyritøkunum og vann stórsigur 41-31 á Belgia í ti fyrra venjingardystinum í høllini á Hálsi. Í steðginum vóru Føroyar
ár. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, varð eisini boðin við til fráfaringarløtuna, og hann nýtti eisini høvið at takka Finngerð fyri drúgva og trúfasta tænastu. Karl Johnansen segði eisini [...] ómetaliga væl at givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu tey kenna seg trygg, hóast tey til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu. Klaksvíkar kommuna takkar Finngerð fyri drúgva og trúfasta
spældir í Mercedes Benz Arena. Berlin.fo Ein síða er gjørd til høvið, har mann kann fáa viðkomandi kunning um alt, sum hendir í Berlin ísv. EM. Kom við til upphiting áðrenn dystirnar Áðrenn tveir teir fyrstu [...] somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar. Ogna tær eina t-shirt og stuðla Eydnudeildini Tú kanst ogna tær eina heilt serliga t-shirt, ið er gjørd til høvið. T-shirtin kostar [...] januar í Kreuzberg Festsaal, sum er áleið 20 minuttir at ganga frá høllini. Tiltakið er kl. 14-17. Til tiltakið fara Eyðun og Terji at spæla, okkurt gott verður at drekka og harafturat bjóða vit andlitsmáling
bilførarar koyrdu. - Níggju førarar vórðu steðgaðir og skrásettir fyri at koyra ov skjótt. Allir fingu bót, og onkur bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið. Hjá einum bilførara gekk uppaftur verri, [...] koyra 124 kilometrar um tíman. Hesin førarin missir koyrikortið treytað og noyðist tískil upp aftur til nýggja koyriroynd, um hann ikki skal spæla sær av við koyrikortið. Í kanningunum í Vágum var eisini [...] at koyra oman eftir, tá skúlarnir byrja á morgni, og hetta er galdandi í tímanum frá klokkan 07.30 til 08.30. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá bilførari í hesum tímanum verður steðgaður fyri at
Hann hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og har var einki ivamál um, hvat hann skuldi læra til. Hann byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service í Rættará í 1974, sum 17 ára gamal. Hann byrjaði á eyka [...] mekanisku og tøkniligu menningini av bilunum hesi seinastu 50 árini. Heri hevur serlig evnir at leggja til merkis og at minnast. Hann minnist næstan hvønn einstakan bil langt aftur í tíðina. Hann kennir eisini [...] seldi fyritøkan ensku Morris bilarnar. Í 1978 flutti Reyni Service í nýggj hølir í Hoyvík, og í 1980 fingu teir umboð upp á Toyota. Heri er sonur Herborg, f. Andreassen, og Petur Guttesen, bæði úr Havn. Hann