Signar á Brúnni misti mammuna í barsilssong

– 16. februar í 1945 kom doktarabáturin Medicus, ið var knýttur at Klaksvíkar sjúkrahúsi, glintandi inn á Fuglafjørð. Merkið var drigið í hálva mastrina, ið boðaði frá, at onkur var farin um sýn.

Soleiðis greiddi Signar á Brúnni, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, frá í røðuni, sum hann helt, tá minnisvarðin yvir kvinnur, deyðar í barsilssong, varð avdúkaður í Fuglafirði:

 

»Nógv fólk hevði leitað sær oman á brúnna at taka ímóti.

 

Tøgnin valdaði á brúnni, ið segði so nógv meira enn tey mongu orðini.

 

Øll í bygdini høvdu frætt, at ung kona í Fuglafirði var deyð í barsilssong, men barnið hon hevði borið undir belti varð sloppið við lívinum.

 

Maður hennara stóð við kistuna og hevði eina kurv í hondini, har nýføðingurin lá væl ballaður í.

 

Ikki bert tey, ið stóðu á brúnni, vóru tyngd av sorg, men øll bygdin " var í sorg " sum tey tá tóku til orðanna.

 

Tað var eins og øll bygdin varð rakt av hesi døpru hending - og øll sýndu samkenslu fyri teimum, ið mist høvdu.

 

Kvinnan, ið var komin aftur av Klaksvíkar sjúkrahúsi við doktarabátinum í kistu, var mamma mín Sigga Maria, ið bert hevði nátt teimum 34 árunum.

 

Maðurin, ið stóð niðurboygdur og sorgarbundin við nýføðinginum í kurvuni, var pápi mín Jógvan á Støðini, ið nú varð vorðin einkjumaður, sat nú einamallur eftir við trimum dreingjum, ið vóru 10 ár, 4 ár og so nýføðingurin eg - kona hansara upplivdi ikki tað, ið tey høvdu glett seg til at eiga tríggjar dreingir, tí hon doyði í barssilsong.

 

##med2##

 

Tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst. Mær er sagt, at tey vóru so mong, sum buðu seg fram at rætta eina hjálpandi hond í neyðini, og tær hendurnar hjálptu væl.

 

Pápi mín, Jógvan á Støðini, var komin í eina hættisliga støðu. Lagnan vildi tað soleiðis, at hann kom at sita einsamallur við trimum dreingjum í húsunum norðuri á Bakka, ið tey høvdu bygt sær. Men var tað nú besta loysnin ella vóru tað aðrar loysnir, ið vórðu betri?

 

Nógv varð tosað um loysnir, men endaliga støðan bleiv, at elsti drongurin Jørleif skuldi búgva hjá mammubeiggjanum Jógvani Andreasi og konu hansara Jokhild, ið varð kallað Kittan.

 

Hjá teimum búðu eisini omman Petra og abbin Jóan Pauli.

 

Arthur og pápi skuldu búgva á Støðini, har Anna omma og Jenny fastur búðu.

 

Nýføðingurin Signar, uppkallaður eftir mammuni, fór til pápabeiggjan Hans David og konu hansara Kristiannu at búgva, ið áttu dreingin Atla, ið tá var hálvt annað ár. Tey búðu uppi við Garð tá.

 

Tað at dreingirnir fóru í hvør sítt herðashornið nívdi pápa mín, men samstundis dugdi hann at síggja, at hetta varð besta loysnin.

 

##med3##

 

Hvussu royndist so loysnin, ið vald varð?

 

Tey, ið buðu seg fram at taka sær av okkum, gjørdu sítt arbeiði til lítar, umsorgan og kærleika fingu vit allir - og allir høvdu vit bert tað besta at siga um tey, ið átóku sær hesa stóru og týdningarmiklu uppgávu.

 

Ikki at siga, at heimini vórðu skipaði soleiðis, at tað var mamman, ið tók sær av børnunum og heiminum, meðan páparnir fortjentu til lívsins uppihald.

 

Fosturmamma mín Kristianna, misti mammu sína, tá ið hon var 6 ára gomul, og mangan seinni hugsaði eg, at hon mundi havt kent sviðan av at hava mist mammuna, tí umsorgan og kærleika hon gav mær, konu míni og børnum okkara var í ríkiligt mát - hon gjørdi ikki mun á sínum børnum og fosturbarninum.

 

Hon var góð í ráðum. So skjótt eg mentist og gjørdist spurin segði hon við meg: Ver eisini góður við biologisku beiggjarnar, sum tú ert við fostursystkini Atla og Katrinu, og ver eins góður við biologiska pápa tín, sum við fosturpápan.

 

Hesi ráðini legði eg mær í geyma, og biologiska familjan, ið eg átti aftrat, vístu mær altíð ans og vístu týðuliga, at tey vildu verða eins góð við meg, sum tey, ið fostraðu meg upp - so eg kann taka uppaftur, at loysnin í neyðuni var góð, og at eg havi so nógv at vera takksamur fyri.

##med4##

 

Vit, ið høvdu búð upp við Garð eina tíð, fluttu norður á Bakka at búgva - húsini, ið pápi mín Jógvan hevði latið bygt - pápi mín varð farin aftur á Støðina at búgva.Har norðuri var gott at búgva við góðum grannum.

##med5##

Babba og pápi.

 

Hans David kallaði eg fyri babba, tí fostursystkini gjørdu tað, men biologiska pápan kallaði eg fyri pápa - soleiðis sum mamma hevði lært meg. Men tá ið "báðir páparnir" vóru saman við mær, ansaði eg væl eftir ikki at nýta orðini babba og pápi, tí eg helt, at munur var á orðunum, annað knýtti nærri enn annað, og eg vildi ikki særa babba ella pápa, tí tá helt eg meg gera mun á teimum.

 

##med6##

Onnur kona ið doyði í Barsilssong.

 

Onnur kona í Fuglafirði doyði í barssilssong árið fyri 4. januar í 1944 var Hanna Midjord .

 

##med7##

 

Hon gekk við tvíburum, misti annan og sjálv lat hon lív, meðan annar varð bjargaður, og tað var Hanna Neshamar, ið var ein teirra, sum í dag avdúkaði minnissteinin. Eftir sat maður hennara við sjey børnum - sjey móðurloysingum.

 

Men aftur hesaferð var tað sum ein hægri makt kom teimum til hjálpar. Greta Jacobsen av Glyvrum, ið var systur Hannu, kom teimum til hjálpar at ansa børnunum.

 

Trý ár seinni giftust Niels og Greta og fingu tey sonin Niels Midjord.

##med8##

 

Eg havi tosað við tvær av døtrunum hjá Nielsi og Hannu, 95 ára gomlu Henny Joensen og 79 ára gomlu Hannu Neshamar um hesi viðurskiftir, ið tær hava lýst so væl fyri mær.

 

Henny hevði á orði, hvussu góðar mammur hon hevði havt - tær megnaðu næstan alt. Hóast tað ikki altíð var so nógv at taka av, so megnaðu tær at bera so í bandi, at nóg mikið var til øll. Tær vóru fyrimyndarligar.

 

Hanna hevði bert rósandi orð at siga um fosturmammuna Gretu. Hon dugdi alt til hendurnar, arbeiðssom og skilagóð.

 

Hon tók sær væl av børnunum og var kærleiksfull móti teimum. Hon fortaldi og las søgur fyri teimum, ið kom børnunum til góðar seinni í lívinum. Jú, tey høvdu tað trygt og gott, hóast tey vórðu hart rakt.

 

Niels var ein góður pápi, men hann stríddist við eina vánaliga heilsu, og hann doyði bert 58 ára gamal.

 

Vakurt og hugtakandi er tað, at ein minnissteinur er avdúkaður í dag til allar tær kvinnur í Føroyum, ið doyðu í barsilssong.

 

Stóra tøkk eiga tit kvinnur, ið tóku hetta stigið og nú eru komin á mál - og í allari stillheit«.

 

 

 

Signar á Brúnni

 

 

 

Stigtakarar saman við listakvinnuni: Poulina Abrahamsen, jarðarmóður, Guðrið Poulsen, listakvinna, Anne Mette Greve Klemensen, prestur og Brynhild Næs Petersen, mentanarsamskipari í Fuglafjarðar kommunu