Etikkur og vitlíki: Almenn ráðstevna í Kongshøll

Mikudagin 28. mai frá klokkan 9.00 til 12.00 verður almenn ráðstevna í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya um vitlíki og etikk í heilsuverkinum og almenna geiranum

Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya skipar Etiska ráðið fyri almennari fyrrapartsráðstevnu í Kongshøll um etikk og vitlíki. 

 

Fróðskaparsetri skrivar, at ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri fyrimunum og vansum við vitlíki.

 

Stórar fyritøkur og stórveldi kappast um at vera fremst í menningini av vitlíkistøkni, og stórt vald og stór ávirkan fæst við at gera seg galdandi á hesum økinum. Hvør kann stýra gongdini? Hvar enda vit? Hvør hevur ábyrgdina? Og hvar er etikkurin?

 

Á skránni mikumorgunin verður Helga Brøgger úr Noregi, sum er serlækni í radiologi og granskari í vitlíki. Aftrat henni hava dugnalig fólk stuttar framløgur, sum lýsa evnið á ymsum økjum í landi okkara. Aftaná verður panelorðaskifti.

 

Ráðstevnan er ókeypis og fyri øll.

 


SKRÁIN:

 

- Helga Brøgger, serlækni í radiologi og granskari í vitlíki

- Maria Hammer Olsen, kliniskur útbúgvingarleiðari í sjúkrarøktarfrøði á Setrinum

- Martin T. Zachariasen, professari í teldufrøði og rektari á Setrinum

- Noomi O. Gregersen, heilsugranskari og projektleiðari á FarGen, Heilsustýrið

- Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum

- Marjun Lómaklett, sóknarprestur í Christianskirkjuni

- Martin Mohr Olsen, ph.d.