Filmurin "It Was Just an Accident", sum iranski Jafar Panahi hevur leikstjórnað, vinnur Gullpálman á filmsstevnuni í Cannes.
"It Was Just an Accident" er ein spenningsfilmur um arbeiðsfólk, sum hava verið fongslað sakleys.
Filmurin sigur søguna um hevnd teirra á ein vaktarmann, sum píndi tey í fongslinum, skrivar filmsmiðilin Deadline.
Á virðislønarhandanini heitir leikstjórin á allar iranar um at standa saman um frælsi, uttan mun til teirra sjónarmið og hvar teir eru í heiminum.
- Latið okkum gloyma allar trupulleikar, allar munir. - Tað, sum hevur størstan týdning beint nú, er land okkara og frælsi okkara lands, segði hann, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
Ársins filmsfestivalur er tann fyrsti, har Panahi er við í 22 ár, hóast fleiri av filmum hansara hava verið í kapping áður.
Orsøkin til, at Panahi ikki hevur verið á filmfestivalinum so leingi kemst av, at iranski leikstjórin hevur verið fongslaður fleiri ferðir í heimlandinum, og hann hevur eisini verið fyri ferðabanni, skrivar The Guardian.
Bretska blaðið skrivar, at ein av fyrru filmunum hjá Jafar Panahi, "This Is Not a Film", varð smuglaður úr Iran til Cannes goymdur á einum USB-pinni, sum var goymdur í eini køku.
Sambært Deadline royndi løgreglan í Iran eisini at fáa atgongd til allar upptøkurnar frá "It Was Just an Accident",
Filmurin "Affeksjonsverdi", sum norðmaðurin Joachim Trier hevur leikstjórnað og danska Sisse Graum Jørgensen hevur framleitt, vinnur Grand Prix.
Á pallinum sigur Joachim Trier, at hann er "ovfarin". Tað upplýsir tíðindastovan NTB.
Grand Prix verður mett at vera næstvirðismiklasta virðislønin á fronska filmsstevnuni.
"Affeksjonsverdi" hevur eisini danska filmsfelagið Zentropa sum samframleiðara.
Hitt danska uppslagið á festivalinum, "Eagles of the Republic", sum eisini hevur ein danskan medframleiðara, Monicu Hellström, fekk ongar virðislønir heim við sær.
Tilsamans 22 filmar vóru við í kapping um Gullpálman. Vinnarin verður valdur av dómsnevnd.
Í dómsnevndini eru fakfólk í vinnuni - eitt nú sjónleikarar og filmsleikstjórar. Á odda fyri dómsnevndini stendur franska sjónleikarinnunan Juliette Binoche og har eru eisini stjørnur sum Halle Berry og Jeremy Strong.
Vinnarin av Gullpálmanum í fjør var "Anora", sum amerikanski Sean Baker hevur leikstjórnað. Filmurin endaði seinni við at vinna Besti Filmur á Oscar-virðislønunum tað árið.
/Ritzau/