Vraklutir frá einari russiskari dronu hava í nátt rakt ein íbúðarbygning í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Tað upplýsir Tymur Tkachenko, leiðari fyri hernaðarumsitingini í býnum sambært Reuters.
- Í minsta lagi tíggju russiskar dronur eru higartil komnar yvir býin í nátt, og ein trupul nátt liggur fyri framman, leggur hann aftrat.
Tymur Tkachenko skrivar á boðtænastuni, Telegram, at vandi er fyri fleiri fíggindaligum dronum og rakettum í nátt.
##med2##
Á hinari síðuni siga russiskir myndugleikar, at russiska loftverjan hevur skotið niður 95 ukrainskar dronur í fýra tímar í nátt.
- Seks av dronunum høvdu Moskva sum mál. Hinar vórðu sendar eftir málum í mið-og syðra parti av landinum, sigur russiska verjumálaráðið.