Í hesum sambandi hevur venjarin roynt at spælt við fleiri leikarum í verjuni saman við Ricardo Carvalho, men hetta hevur ikki riggað serliga væl. Nú hevur Mourinho ætlanir um at seta toppskjúttan í Premier [...] Terry. Einasti trupulleikin hjá Chelsea og Mourinho er, at Drogba er einasti áleyparin, sum veruliga hevur funnið vegin til málið í ár. Byrja hinir áleyparnir at skjóta mál, so er Mourinho ikki í iva um at
Læraraskúla í 1972 og hevur verið lærari í Tórshavnar Kommunuskúla síðan tá, frá 2002 varaskúlastjóri. Harumframt hevur hann fleiri skeið m.a. í leiðslu og fyrisiting. Umframt lærarastarvið hevur Jóhannes Eli verið [...] verið lærugreinaráðgevi á Landsmiðstøðini 1989-96. Hann hevur eisini verið í nógvum nevndum, ið hava við skúlaskap at gera, t.d. lesi ætlanarnevnd og í nevndini, ið gjørdi álit um savnsrøkt. Í 2001 varð
Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum, er málið um húsarannsóknina hjá Ørvi Joensen í Saltangará. Løgreglan framdi húsarannsókn í húsinum, tí at ein maður, ið hevur framt fleiri innbrot, búði [...] Eftir húsarannsóknina hevur Ørvur Joensen kært um, at løgreglan framdi húsarannsókn í øllum húsinum uttan loyvi frá honum. Men tað hevði løgreglan heimild til. Føroya Landfúti hevur nevnliga fingið fráboðan
goymsluni hjá PM. Hann hevur síðani verið gjøgnum alt systemið í fyritøkuni: Hann hevur fingið sær kontórútbúgving á staðnum, hann hevur verið formaður í goymsluni og hann hevur eisini verið innkeypsleiðari
25-19 og 25-15, og tað bendir á, at Mjølnir hevur verið væl við í byrjanini, men at SÍ so líðandi hevur yvirtikið meir og meir. Sigurin merkir, at SÍ hevur seks stig - tað sama sum Fram, men fyri ein dyst [...] standandi á tveimum stigum fyri tríggjar dystir. Næsta vikuskifti spæla teir í Havn móti Fleyr. Tá hevur SÍ frí.
einstakt land hevur fingið úr grunninum, sum Bill Gates og kona hansara Melinda hava stovnað. Umleið 20 prosent av verkfrøðingunum, sum arbeiða hjá Microsoft, eru indarar, og Bill Gates hevur sagt, at fyritøkan [...] hevur gjørt av at lata góðar 700 milliónir krónur til stríðið ímóti HIV og eyðkvæmi í India. Bill Gates kunngjørdi sjálvur avgerðina mánadagin, tá hann var í India. Stuðulin er tann størsti, sum eitt einstakt [...] fyritøkan hevur stóran áhuga í landinum. Hildið verður, at umleið fýra milliónir indarar hava HIV-smittuna, og metingar siga, at talið kann koma upp í 20 milliónir í 2010.
Henda framsýningin hevur ferðast kring landið, og nú fáa norðoyingar so høvi til at síggja hana. Hin framsýningin er ein málningaframsýning, sum Livar Nysted úr Hvannasundi hevur. Livar hevur fyri stuttum verið [...] verið í smiðjuni í Lítluvík við sínum málningum, og har vitjaðu nógv fólk. Norðoya Kunningarstova hevur ætlanir um at hava framsýningar av ymsum slagi gjøgnum alt summarið. Málningarnir hjá Livari Nysted
ókunnuggestur hevur leitað sær út á gula blaðhúsið á Argjum. Í kjallaranum, har oljufýringin stendur, er onkur farin inn, og funni_ nøkur málingablikk. Viðkomandi hevur helst hildið, at oljufýrrúmið hevur trongt [...] trongt til eina hjálpandi hond, og hevur tí oyst máling um alt rúmið. Hetta kundi sjálvandi havt við sær, at eldur kom í málingina, men tíbetur er onki álvarsamt hent. Í fýrrúminum skyggir nú gult og blátt
m. Hetta er kapping, sum hevur verið á hvørjum árið síðani 1992, og sum hevur verið millum allar fólkaskúlarnar í Havn, Læraraskúlan og Studentaskúlan. Undanfarnu árini hevur tað altíð verið Læraraskúlin [...] Læraraskúlin saman við Venjingarskúlanum, sum hevur vunnið kappingina. Aftur í ár kom Læraraskúlin/Venjingarskúlin í finaluna, men hesuferð eydnaðist ikki at vinna steypið, sum í ár fór til Hoyvíkar skúla, sum
vi. Felagið sigur víðari, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur fyrr nýtt føroysk girokort, og peningurin er farin á føroyskar kontur. Hettar hevur riggað væl. Viðskiftafólk postverksins eru nú ógvuliga misnøgd [...] ? Sum kunnugt hevur Tryggingarfelagið sent donsk girokort til viðskiftafólk síni. Postfelag Føroya heldur tað vera ógvuliga óheppið, at ein føroysk fyritøka velur at senda peningin, sum føroyingar inngjalda [...] hægri fyri eina inngjalding til Danmarkar enn í Føroyum. Annars er at viðmerkja, at Postverk Føroya hevur havt eina "Gjaldtænastu" í 15-20 ár.